Bókasavnsráð
Kunngerð um bókasavnsráð
Við heimild í § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 78 frá 1. juni 2023 um bókasøvn (Bókasavnslógin) verður
ásett:
§ 1. Landsstýrisfólkið tilnevnir eitt bókasavnsráð, sum skal ráðgeva landsstýrisfólkinum í bókasavnspolitiskum
og bókasavnsfakligum málum og gera tilmæli til landsstýrisfólkið um menning og samskipan av bókasøvnunum.
§ 2. Uppgávan hjá bókasavnráðnum er:
1) at ráðgeva landsstýrisfólkinum í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum við tí fyri eyga at tryggja dygd og menning á bókasavnsøkinum,
2) at viðgera og kunna um bókasavnspolitikk og bókasavnsfaklig rák og gera tilmæli um menning av føroysku bókasøvnunum, og
3) at fáa til vega vitan og hagtøl um føroyska bókasavnskervið og fylgja við altjóða gongdini á bókasavnsøkinum, so at henda vitan kann verða tikin við sum grundarlag fyri tilmælum um menning og samskipan av bókasavnsøkinum.
§ 3. Bókasavnsráðið hevur 5-7 limir, ið landsstýrisfólkið tilnevnir fyri 4 ár í senn, fyrstu ferð í 2024. Limirnir kunnu verða tilnevndir av nýggjum.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið tilnevnir limirnar, sum tilsamans skulu umboða myndugleikar, stovnar og fakfólk, ið eru viðkomandi fyri dygd og menning á bókasavnsøkinum.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið tilnevnir ein av limunum til forfólk í ráðnum.
§ 4. Bókasavnsráðið hevur í minsta lagi 2 fundir árliga.
Stk. 2. Forfólkið kann heita á serkøn fólk at ráðgeva bókasavnsráðnum í sínum arbeiði.
§ 5. Landsbókasavnið hevur skrivstovuhaldið hjá ráðnum.
Stk. 2. Landsbókasavnið rindar fundarsamsýning og ferðaútreiðslur hjá limunum í bókasavnsráðnum sambært reglum Fíggjarmálaráðsins um tænastuferðir og fundarsamsýningar.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.
Kunngerðin er lýst í Kunngerðarblaðið A nr. 71 18. juni 2024 trýst her