Útgáva av tínum greinum

Í FRIS-avtaluni er ein kvota fyri ókeypis útgávu av vísindaligum greinum. Hesa kvotu deila vit við donsku universitetini og aðrar granskingastovnar í danska kongaríkinum. So tað ræður um hjá føroyskum granskarum at gera brúk av hesum møguleika.

Legg eisini merki til, at móti endanum av árinum kemur javnan fyri, at boð koma frá Kongaliga bókasavninum, sum ger avtalurnar fyri alt kongaríkið, at loftið fyri ókeypis útgávu nærkast ella er rokkið. Tá ræður um at gera skjótt av og geva út, ella at bíða til januar komandi ár. Tað ber eisini til at rinda fyri útgávu, um ein ikki vil bíða. 

Granskarar, sum eru knýttir at stovnum í FRIS-samstarvinum, kunnu geva greinar út á flestu tíðarritum í FRIS-avtaluni. 

Soleiðis gert tú: