Landsbókasavnið

Landsbókasavnið

Sambært lógini er Landsbókasavnið tjóðbókasavn, universitetsbókasavn og høvuðsbókasavn.

Endamál savnsins er

  • at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar 
  • at taka ímóti skylduavhendingini av útgivnum føroyskum verkum 
  • at skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um hetta og annað tilfar 
  • at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni 
  • at hava handritadeild 
  • at vera føroysk ISBN/ISSN skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum
  • at menna og veita universitetsbókasavnstænastur. ið stuðla undir gransking og undirvísing á hægri útbúgvingarstovnum.
  • at veita vísindabókasavnstænastu
  • at samskipa keyp av bókasavnstilfari og  tænastumenning á fólkabókasøvnunum
     

Sambært bókasavnslógini er lógfest skylda at lata Føroya Landsbókasavni 4 ókeypis eintøk av teimum verkum, ið verða givin út í Føroyum. Avhendingarskyldan áliggur tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu. Tá ið tað snýr seg um útgávu, har eintøkini av verkunum eru framleidd uttanlands, hevur útgevarin avhendingarskyldu. Sí eisini Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins.

 

Umframt Landsbókasavnið eru 18 fólkabókasøvn, 13 skúlabókasøvn og 13 stovnsbókasøvn í Føroyum. Landsbókasavnið keypir og skrásetir bøkur og annað tilfar fyri tey flestu av hesum bókasøvnunum. Landsbókasavnið hevur eisini avtalu við Fróðskaparsetrið um veiting av bókasavnstænastu.

Á Landsbókasavninum eru umframt fyrisitingina hesar eindir

Føroyadeild / Feroica:

Innsavning, skráseting, goymsla og varðveiting av bókligum prentaðum og talgildum tilfari, tónleiki, myndum v.m. 

Handritadeild, savn av smáprentum, blað- og tíðarritsdeild og umsiting av avhendingarskylduni.

 

Tjóðbókaskrá:

Skráseting til føroysku tjóðbókaskránna. Føroysk ISBN/ISSN-skrivstova og býtið av bókasavnsgjaldinum.

 

Miðling:

Uppgávurnar fevna um m.a. avgreiðslu av lánarum, bókasavnskunning, vísindabókasavnstænastu, t.d. talgilt tilfar og tænastur til bókasøvn og stovnar og umsiting av bókasavnsskipanini Reindex.

 

Innkeypstænastan:

Innkeyp av bókum og øðrum tilfari, fyrireiking og innbinding av tilfari til fólkabókasøvnini og til deildir Landsbókasavnsins.

 

Ljóðbókatænastan:

Ljóðbókatænastan útvegar ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst. Somuleiðis skipar Ljóðbókatænastan fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarum á bókasøvnum landsins. 

IFLA

Landsbókasavnið hevur aktivan limaskap í IFLA, International Federation of Library Associations and Institutions.

Les um Altjóða Bókasavnskervið her.