ISBN/ISSN
ISBN skrivstova
Landsbókasavnið umsitur føroysku ISBN skipanina
ISBN-skrivstovan á Landsbókasavninum umsitur føroysku ISBN-skipanina, og tað er higar, útgevarar skulu venda sær, um teir ætla at skráseta seg sum ISBN-forlag við egnari ISBN-umsiting. Er talan um stakar útgávur frá útgevara, sum ikki hevur egna ISBN-umsiting, eigur viðkomandi at venda sær til Bókamiðsøluna á tel. 313756 at fáa støk ISBN-nummur.
ISSN-skipanin verður Føroya vegna umsitin av donsku ISSN-skrivstovuni á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn, ISSN Danmark.
ISBN og talgilt tilfar
Alt fleiri bøkur og tíðarrit verða útgivin sum talgilt tilfar. Talgildar útgávur verða javnsettar við prentaðar útgávur og skulu tí hava sítt egna ISBN. Er talan um útgávur í fleiri ymsum sniðum, skal hvør útgáva eisini hava sítt egna ISBN. Við øðrum orðum: hvør útgávuháttur (prentað, talgilt, innlisið tilfar o.s.fr.) og hvørt útgávusnið (pdf, html o.s.fr.) krevur sambært altjóða ISBN-reglunum sítt egna ISBN.