Brævaløtan 2023

16. februar 2023

Sløkk telefonina, lat upp fyri sansunum og kom og skriva eitt bræv!

Hóskvøldið 23. feb. kl. 20-21.30 - og sjálvandi er hetta ókeypis

Tað eru ikki nógv rúm eftir í okkara gerandislívi, har ein kann hugsavna seg um eitthvørt; eitt stað, har ein kann savna tankarnar og festa teir niður á pappír. Nógv hava nokk ringt við at minnast, nær tey seinast settu seg niður at skriva eitt hondskrivað og gamaldags bræv. Eitt bræv, har man setur frímerki á, sum postmaðurin so heintar.

Hóskvøldið hevur tú møguleikan til at gera júst hetta

Kvøldið byrjar við at Jógvana D. Hansen, heimspekingur, fær okkum í tað rætta huglagið. Hann fer at hugleiða um spurningin, hvat stoiskur hugsunarháttur er, og um hann er viðkomandi í dag.

Aftaná verða brøv skrivað, og vit syrgja fyri brævpappíri, brævbjálvum og frímerkjum. Vit viðmæla tó, at tú sjálv/ur hevur skriviamboð við tær – soleiðis at tú kanst fáa gleðina av at skriva við tínum yndisblýanti- ella kúlupenni í hondini.

Vit bjóða okkurt gott at drekka, og vit bjóðað Benjamin Tausen á Lava, frá Musikkskúla Miðnámi til at spæla undir, meðan skrivað verður.

Tiltaki er ókeypis og er í uml. hálvan annan tíma

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

“Stuttligur kann hann eisini vera” fólksligi og klassiski skaldskapurin hjá Heðini Brú

Hans Jacob Jacobsen var føddur í Skálavík í 1901 og andaðist í Havn í 1987. Tað eru í ár 125 ár síðani, hann varð føddur. Hans Jac… Les meira »


17. august 2026
15 góðar - náttúran og menniskjað ☘

Tann 15. í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning, við 15 útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá august til september er… Les meira »


15. august 2026