Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

05. mars 2024

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. lesarar hava kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Seinasta mánaðin havaTey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrin Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson,

Mikudagin 6. mars verður lesaravirðislønin handað á Klaksvíkar bókasavni. Virðislønin er 30.000 kr. Tiltakið er alment, umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit

Hetta er fyrstu ferð, at Lesaravirðislønin verður latin.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókaøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum. 

Hjartaliga til lukku Høgni!


Her kanst tú lesa røðuna hjá Anniku Smith, landsbókavørði, sum handaði Høgna Mohr virðislønina á Klaksvíkar bókasavni.


Eg havi fingið tann heiður at handa fyrstu Lesaravirðislønina sum føroysku bókasøvnini í felag skipa fyri.
Henda virðislønin er ein møguleiki hjá bókasøvnunum at heiðra føroyskar bókmentir og tí bókini sum
bókasavnsbrúkarar halda vera best umtókt.
Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.
Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrina Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson.
Vinnarin varð avdúkaður mánadagin og tað er bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr ið hevur vunnið lesaravirðislønina.
Høgni Mohr er sera virkin høvundur, ið skrivar greinar, yrkingar, og skaldsøgur og yrkisbókmentir. Við ofta vøkrum og stuttligum orðingum gevur hann innlit í sítt egna lív og egnu tankar og meiningar. Mangan verður hann mettur kontroversiellur, og má man siga, at hann er heilt sín egin og við skørpum eygleiðingum fær hann lesaran at seta spurnartekin við sínar egnu sannføringar.
Ævisøguliga skaldsøgan, Saga Jam, sum er høvuðsverkið hjá Høgna Mohr snýr seg um lívið hjá fótbólsspælaranum, vinnulívsmanninum og barndómsvini rithøvundans, Jan Allani Muller.
Rithøvundurin lýsir syndarligu lagnuna hjá Jan-Allani, sum varð føddur í Havn í 1969 og vaks upp sum einabarn í Vági. Mamma Jan-Allan var sjúk, og pápin drakk illa, men í fótbóltinum fann Jan-Allan eitt frírúm. Hetta er ein søga um langtan og stórar dreymar.
Tá Saga JAM kom út í 2022 skapti hon mikla øsing – allarhelst tí at hon kom veruligum persónum ov nær í okkara lítla samfelagi - og so er hetta nakað heilt nýtt í føroyskum bókmentum.
Tað er ómetaliga týdningarmikið at hava bøkur á føroyskum, tí uttan føroyskar bøkur ber ikki til at lesa á føroyskum. Tá ið vit lesa føroyskar bøkur fáa vit innlit í føroyska samfelagið. Vit fáa innlit í hvussu onnur hugsa, hvussu onnur liva og hvussu okkara medmenniskju eru. Vit læra at perpektivera. Í bókaheiminum kemur tú inn í tankarnar á øðrum menniskjum og lærir um tað, at vera menniskja. Tað at vit kenna okkum aftur í øðrum menniskjum fremur okkara empati og kenslulív. Við at seta okkum inn í, hvussu onnur fólk hugsa og liva, læra vit um hvussu onnur hava tað.
Bøkur sum snúgva seg um menniskjalívið og viðgera evni, sum koma okkum við sum menniskju, eru við til at menna okkum og at flyta mørk á ein hátt, sum bara bókmentir kunnu.
Góði Høgni, hjartaliga tillukku við Lesaravirðislønini 2024.

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Flaggdagin 25. apríl og dýrabiðidag 26. apríl er Landsbókasavnið stongt

E-bókasavnið er altíð opið. Har kanst tú m.a. læna e-bøkur og ljóðbøkur,  Les meira »


25. apríl 2024
Starvsfólk til Universitetsbókasavnstænastu

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.   Hetta… Les meira »


15. apríl 2024