Tíðindi
Framsýning við kollasjulist eftir Vónbjørt Vang
Nýggj framsýning er sett upp í forhøllini á Landsbókasavninum. Framsýningin er opin árið út, og tú ert vælkomin tá bókasavnið er opið.
Vónbjørt Vang (f. 1974) ger pappírskollasjur burturúr burturbeindum bókasavnstilfari, gomlum bókum, tíðarritum og øðrum funnum pappíri. Sum rithøvundur og bókavørður hevur hon eitt serligt tilknýti til pappír og bøkur. Gjøgnum kollasjulistina kannar hon, hvussu fragmentir úr eldri pappírstilfari kann fáa nýggjar týdningar, tá tað verður sett saman í aðrar samanhangir. Vónbjørt er útbúgvin cand. mag. og bachelor í listaligum arbeiði frá Fróðskaparsetur Føroya. Til dagliga starvast hon sum býarbókavørður í Havn. Fleiri kollasjur kunnu síggjast her: @collagesbyvonbjort
Seinastu greinar
Yrkingina í oktobur hevur Jakob Jakobsen skrivað. Hon stendur í bókini "Stjørnudust: úr føroyskum yrkingum í 200 ár", sum Ungu Før… Les meira »
Hevur tú givið út bók fyri fyrstu ferð? Freistin at søkja um bókasavnsgjald er 1. oktober 2026. GG Upplesarar hava nú eisini rætt… Les meira »