Føroya kvæði, handskrivað á netinum í 2025

15. mai 2025

Í 2025 hevur Universitetið í Oslo talgildað øll bindini, sum Maria R. Mikkelsen (1877-1956) skrivaði við hond til teirra við heitinum: Føroyja kvæði.

Maria R. Mikkelsen skrivaði handritini eftir handritunum, sum Sv. Grundtvig og Jørgen Bloch skrivaðu frá 1872 til 1876. Arbeiðið hjá Grundtvig og Bloch varð fíggjað av Hjelmstejerne-Rosencroneske grunninum í Keypmannahavn.

Í hesum verki eru allir tekstir við Hammershaimbs stavseting, ofta við upprunaligum formum á breddunum. Grundtvigs og Blochs handrit, sum eru varðveitt á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn (DFS 1889/018), eru grundarlagið fyri útgávuni av føroyskum kvæðum hjá Universitets-Jubilæets Danske Samfund, sum fór til prentingar í 1941 við heitinum: “Føroya kvæði: Corpus carminum Færoensium”.

Á Landsbókasavninum varðveita vit tey bindini, sum Maria var í gongd við at skriva, tá ið avgjørt var at prenta kvæðasavnið. Hon kundi ikki vita, at bíðitíðin varð uml. 30 ár.

“Í 1913 bað stjórnin fyri Landsbókasavnið, (ið tá nevndist Færø Amts Bibliotek) Mariu R. Mikkelsen, arkivassistent, um at skriva av Føroya kvæði, Corpus carminum Faeroensium. Og hon fór undir at skriva hetta verk, men skrivaði bert tey 9 fyrstu bindini og tvey supplementsbind. Orsøkin til at hon helt uppat var, at avgjørt var at prenta alt kvæðasavnið í heilum líki [...] og hildið var, at ovdýrt var at lata pening samstundis til eina avskrift, sum ikki beinleiðis var neyðug. Universitetsbiblioteket í Oslo hevur eitt eintak av Corpus carminum Faeroensium, (ið tilsamans er eini 18 bind og einar 8000 síður), sum Maria hevur skrivað til teirra.“

(Úr: Kvinnutíðindi, september 1956, nr. 4, s. 3).

Landsbókasavnið eigur eisini innbundin avrit av handritunum hjá Grundtvig og Bloch.

Talgild útgáva av handritunum kann síggjast á netinum her.

Forsíðan til handritini hjá Grundtvig og Bloch   : Innihald í bind I til handritini hjá Grundtvig og Bloch Innihald til bind I, skrivað av Mariu R. Mikkelsen Her eru bind I til handritini hjá Mariu og avritini hjá Grundtvig og Bloch

Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Yrkingin í januar

Vit byrja nýggja árið við yrkingini REGN úr savninum LIBIDO. Savnið hevur Jóhan Mortensen skrivað undir dulnevninum HOT. LIBIDO ko… Les meira »


01. januar 2026
Dagmar Joensen-Næs 130 ár

Í dag eru 130 ár síðan Dagmar Joensen-Næs varð fødd. Gamlaárskvøld er høvi at takka fyri tað farna, og eisini at hyggja fram í tíð… Les meira »


31. desember 2025