HER Fotoframsýning hjá Mariu Holm-Jacobsen

26. januar 2026

Hvar eru vit? Maria Holm-Jacobsen vísir við myndum sínum Føroyar fram, tó tykjast motivini næstan fremmand. Tey geva okkum møguleika at síggja umhvørvið á øðrvísi hátt. Myndaframsýningin HER letur upp 26. januar í forhøllini á Landsbókasavninum.

Hvar er myndin tikin? Tað er ofta fyrsti tankin, tá ein sær eina mynd av føroyska landslagnum. Hóast vit kenna motivini aftur í framsýningini HER: skelti, hegn, húsatekjur o.s.fr. leggja myndirnar ikki upp til at verða staðbundnar. Í staðin traðka linjur og flatar fram. Snórabeinu kompositiónirnar, fáa motivini at tykjast óverulig, næstan sum kulissir.

“Mær dámar væl, tá fólk spyrja meg, hvat tað er, tey hyggja at. Um tað er veruligt” sigur Maria Holm-Jacobsen. “Tað merkir, at myndin flytur hugsanina um, hvar vit eru”.

Við myndunum kemur ein ófriður á okkum. Vit kenna ikki umhvørvið aftur, og kenslan fær okkum at síggja landið við øðrum eygum.

Ein av myndunum var við á Ólavsøkuframsýningini  á Listasavni Føroya 2025.

Myndaframsýningin stendur frammi til 1. august. Og tað er - sum altíð - ókeypis atgongd.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Yrkingin í mai

Yrkingin í maimánaða er úr fyrsta Varðanum, sum varð útgivin í 1921, og eitur "Áin". Høvundurin er Louis Zachariasen. Louis var ri… Les meira »


01. mai 2026
Fyribilsbroyting og avmarking á Tidarrit.fo

Frá síðst í apríl í ár verður einans møguligt at lesa talgildu føroysku bløðini og tíðarritini, sum í løtuni eru á tidarrit.fo, vi… Les meira »


16. apríl 2026