Tíðindi
Fyrstu 5 ECTS á Landsbókasavninum
Í gjár, týsdag 3. februar 2026 var ein merkisdagur á Landsbókasavninum, tá lesandi av Søgu- og samfelagsdeildini hjá Fróðskaparsetur Føroya møttu til undirvísing. Bókavørðir undirvístu í Bókmenta- og kunningarleiting, sum er eitt skeið á 5 ECTS.
Hóast bókavørðir í mong ár hava havt einstøk skeið og kunning fyri lesandi, m.a. um at finna hóskandi fakligt tilfar til uppgávur og gransking, so var hetta í dag eitt stig longri á leið. Í dag byrjaði eitt samstarv við Setrið, har Landsbokasavnið stendur fyri einum heilum skeiði til lesandi, og er hetta fyrstu ferð at tað hendir. Lesandi fara at møta á Landsbókasavninum hvønn týsmorgun í februar og mars.
Samstarvið er komið í lag eftir at Landsbókasavnið formliga er blivið universitetsbókasavn í 2024, og tí er farið undir eina menning av virkseminum og samstarvinum við Setrið. Tað var Erland Viberg Joensen, útbúgvingarleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini, sum vendi sær til Landsbókasavnið við ynski um undirvísingina. Vit á Landsbókasavninum fegnast um álitið og møguleikan, sum er eitt stórt stig í menningini av universitetsbókasavninum og samstarvinum millum stovnarnar báðar. Vit síggja hetta eisini sum ein kærkomnan møguleika fyri framhaldandi fakligari menning av okkara starvsfólkum.
Seinastu greinar
Yrkingin Móðurmál hevur himlaljóð, er úr bókini Føroysk lesibók fyri eldri börn givin út av A.C. Evensen. Bókin kom út í 1906.… Les meira »
7 limir eru tilnevndir til bókasavnsráðið komandi 4 ára skeiðið 2026-2029 Les meira »



