Maria R. Mikkelsen (1877-1956)

08. mars 2026

Í dag á kvinnustríðsdegnum fara vit at heiðra eina heilt serliga kvinnu, sum hevur havt sera stóran týdning fyri samtíðina, okkum á bókasøvnunum og høvundar.

Maria var fødd og uppvaksin í Dalólastovu í Havn.  Í 1898 fór hon 21 ára gomul til Danmarkar at taka preliminerprógv. Eftir hetta starvaðist hon fyrst í Høst bókahandli og síðan á Ríkisskjalasavninum, har hon arbeiddi, til hon fór frá fyri aldur og flutti aftur til Havnar í 1947. Heimkomin lat hon Landsbókasavninum allar bøkur sínar og eitt rúgvumikið brævasavn.

Øll árini í Keypmannahavn var Maria mentanarliga virkin, serliga í bókmentaligum høpi. Hon var (í mongum lutum) álitið í bókmentaliga útisetaraumhvørvinum í Keypmannahavn. Í Bókmentasøgu 2 hjá Marnersdóttir og Sigurðardóttir stendur: “Í stóra brævasavninum eftir hana á Landsbókasavninum sæst, at hon er sum ein bókmentalig ljósmóðir fyri flestallar høvundar í fyrru helvt av 20. øld” (bls. 89). Eisini átti Maria saman við øðrum kvinnum lívið í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn fyrstu tjúgu árini í 20 øld.

Á Landsbókasavninum eru fleiri sersøvn. Eitt sersavn er eitt savn, ið vanliga, og av praktiskum ávum, verður varðveitt fyri seg, ofta ikki alment atgeingiligt, men kann brúkast eftir avtalu.

Maria Mikkelsen (MM) hevur egið sersavn á Landsbókasavninum. Savnið stendur á goymslu fyri seg og telur einar 6.000 bøkur, ið eru skipaðar soleiðis, at fyrst standa tær føroysku bøkurnar, og síðani tær donsku /útlendsku. Umframt bøkurnar er eisini stórt brævasavn, ið er at rokna millum tey størstu brævasøvnini, Landsbókasavnið hevur frá einstaklingi.

Góðan kvinnustríðsdag!

Mynd: Lbs E 779 d. Mikkelsen, Maria R.: Privatskjalasavn. Varðveitsla: Landsbókasavnið. Handritasavn. J.C. Svabos gøta 16, 100 Tórshavn


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Maria R. Mikkelsen (1877-1956)

Í dag á kvinnustríðsdegnum fara vit at heiðra eina heilt serliga kvinnu, sum hevur havt sera stóran týdning fyri samtíðina, okkum… Les meira »


08. mars 2026
Lesaravirðislønin 2026

Mikudagin 4. mars varð Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Vónbjørt Vang, fyri bókina "Svørt orkidé", á Landsbókasa… Les meira »


05. mars 2026