Lesaravirðislønin 2026

05. mars 2026

Mikudagin 4. mars varð Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Vónbjørt Vang, fyri bókina "Svørt orkidé", á Landsbókasavninum.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókaøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Niðanfyri kanst tú lesa røðuna hjá Oyvør Dam Jacobsen, bókasavnsleiðari á Bókasavninum við Løkin, sum handaði Vónbjørt Vang virðislønina.

Góðan dagin, Eg eiti Oyvør Jacobsen, og eg eri leiðari á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

Í ár havi eg fingið heiðurin av at handað ársins lesaravirðisløn. Hetta er høvið hjá okkum bókasøvnunum og hjá lesarunum at heiðra føroyskum bókmentum og teimum bókunum sum eru best umtóktar millum bókasavnslánarar um alt landið.

Grundað á útlánstølini tilmæla vit tríggjar føroyskar bøkur at vera í uppskoti til Lesaravirðislønina, og síðani er upp til lesararnar at atkvøða fyri hvør bók skal hava virðislønina. Hetta er triðja árið at vit handa hesa virðislønina, og eitt sum vit síggja á bókasøvnunum er, at hetta varpar ljós á allar tilnevndu bøkurnar og gevur teimum enn meiri útlán – eisini teimum sum vóru í uppskoti í fjør og fyrraárið. Tað var júst tað sum var okkara vón og endamál við at lata hesa virðislønina – at fáa føroyskar bókmentir enn meira út til okkara lánarar. Og at lata lesararnar sjálvar velja sína yndisbók.

Í ár er vinnandi bókin so ongin onnur enn ”Svørt orkidé” hjá Vónbjørt Vang.

Mær tørvar helst ikki at siga so øgiliga nógv um hetta verkið og um Vónbjørt Vang, tí hon hevur, ikki tykkum at siga, júst vunnið Norðurlendsku bókmentavirðislønina, sum tann fyrsti føroyingurin síðani Róa Paturson í 1986. Hetta er ein so ómetaliga stórur heiður at vinna, og tað ger tað bera enn betur at fáa staðfest at ikki einans er Svørt orkidé heiðrað sum eitt bókmentaligt avrik á hægsta stigi, men at verkið eisini rakar breitt og røkkur út til lesararnar – og tað kann ikki vera nógv betri, hugsi eg. Tað sum kanska eisini er rættiliga sermerkt er, at hetta er ikki ein skaldsøga, men eitt yrkingasavn. Tær bøkurnar sum vanligvís verða mest útlæntar á bókasøvnunum er skaldsøgur. Yrkingar eru sum heild eitt sindur smælri, og nógv siga at tey tora ikki at lesa yrkingar – men tað hava tey so gjørt við Svørt orkidé. Ikki bara lisið bókina, men eisini tikið hana til sín.

Svørt orkidé er ein lítil og lítillátin bók at síggja til, men fer so vítt og djúpt sum tað yvirhøvur ber til. Evnið er so grundleggjandi innhugsið og persónligt – og samstundis so stórt, organiskt og samantvunnið í kosmos. Hesin móðurkærleikin sum gevur okkum alla styrki í heiminum, eina styrki sum kann hvørva ella implodera upp á eitt sekund, og sum er bundin í hetta menniskjað sum vit ikki kunnu, skulu ella sleppa at hjálpa altíð. Eg haldi at júst hetta ger at hetta verkið røkkur so víða – vit skilja beinanvegin hvat er uppá spæl, og liva okkum inn í søgugongdina alt fyri eitt. Vit fylgja mammuni í undirheimin og út í urtagarðin, aftur í tíð og fram í tíð. Vit fara niður í moldina við henni og koma uppaftur eisini. Her verða sett orð – vandamikil orð, møguliga – á tað hjálparloysi og tann óttan sum er ein sáttmálabundin fylgisveinur hjá kærleikanum.

Móðurleikluturin er nógv frammi í bókmentum og filmi í dag og eisini í almenna kjakinum. Vónbjørt hevur við hesi bókini skrivað seg inn í søguna og í samrøðuna um hvat ein kvinna er og hvussu tað at vera ein mamma kann venda okkum á ranguna ella føra okkum so nógv longur út enn vit grynna. Hetta savnið við yrkingum, kollasjum, tekstbrotum og dagbókabrotum er lætt lesiligt, og sum Vónbjørt sigur sjálv í einari samrøðu, so skulu yrkingar lesast við hjartanum og við kroppinum, ikki heilanum. Og tað er kanska akkurát tað sum ger at Svørt orkidé verður so nógv lisin. Man skilir hana við hjartanum - ella við búkinum, í mínum føri. Alt sum er í henni er okkurt sum man kennir seg at hava upplivað, hevur sæð onnur upplivað ella kanska er bangin fyri at fara at uppliva. Hon gevur eitt innlit og eina fatan av einari ómøguligari støðu sum man kann enda í, og á ein so vakran og inniligan hátt verður man førdur ígjøgnum farandi og komandi eydnur, sum endaleysa brimið í fjøruni.

Eg ynski tær hjartaliga til lukku við Lesaravirðislønini, Vónbjørt – Hetta er enn ein staðfesting av at tú megnar okkurt heilt serstakt tá tú skrivar.

Hjartaliga til lukku!


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Lesaravirðislønin 2026

Mikudagin 4. mars varð Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Vónbjørt Vang, fyri bókina "Svørt orkidé", á Landsbókasa… Les meira »


05. mars 2026
Vælkomin til handanina 4. mars kl. 17 á Landsbókasavninum

Tiltakið er alment. Umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin! Les meira »


03. mars 2026