Tíðindi
Reyði Krossur Føroya 100 ár
Í ár verður Reyði Krossur Føroya 100 ár. Í tí sambandi hevur Landsbókasavnið gjørt eina minni framsýning um Reyða Kross Føroya við tilfari, sum Landsbókasavnið hevur í varðveitslu. Verið hjartaliga vælkomin at síggja framsýningina, ið er frammi til 16. apríl 2026.
Í 1859 var sveisarin Henry Dunant á handilsferð í Solferino í Italia. Har var kríggj millum franska og eysturríkska herin. Henry vildi hjálpa teimum særdu hermonnunum og savnaði kvinnur saman at taka sær av teimum. Heimafturkomin skrivaði hann bókina “Un souvenir de Solferino” (Minnir úr Solferino), har hann greiðir frá, hvussu nærumhvørvið kann hjálpa særdum í kríggi og náttúruvanlukkum. Harumframt legði hann eisini dent á óheftni og neutralitet. Fólk í Sveis tóku undir við hansara hugsanum, og í 1863 bleiv “Altjóða nevndin til frama fyri hjálp til særdar hermenn” stovnað, og var henda nevndin beinleiðis grundin undir Reyða Kross, og vanliga verður sagt, at Reyði Krossur bleiv stovnaður hetta árið.[1]
Danski Reyði Krossur bleiv virkin undir krígnum móti Týsklandi í 1864, men bleiv endaliga stovnaður í 1917[2]. Danski Reyði Krossur hevði eisini deildir í Føroyum: “Foreningen har allerede virket noget her på Øerne i Stilhed- idet der er afholdt Samaritterkursus i Thorshavn og paa Sandø (Skuø) og der er dannet Afdelinger i Klaksvig og paa Vaagø”.[3]
Í Føroyum varð stovnandi aðalfundur hildin 2. apríl 1926 hjá føroysku deildini í danska Reyða Krossi og eitt lógaruppskot í 17 greinum kom fram á stovnandi aðalfundinum. Sambært gerðabókini skipaði fyrsta starvsnevndin seg soleiðis: Amtslæge H. Heerup, formaður; Mejerist C. O. Jensen, næstformaður og skrivari, Frk. Bodil Mohr, kassameistari og Lærer Sørensen, limur í handilsnevndini.
Eitt tað fyrsta, ið nevndin fór í gongd við, var at útvega tríggjar bjargingarhakar til mest brúktu lendingarnar í Føroyum. Skjótt aftaná fór Reyði Krossur í holt við fyrstuhjálparskeiðini og eisini skeið í nýføðingarøkt.[4]
Heilt frá byrjanini var føroyski Reyði Krossur eisini við til at savna nógvar pengar inn til neyðstødd runt í heiminum, og hetta er enn ein partur av virkseminum hjá Reyða Krossi í dag.
Undir og eftir 2. heimsbardaga hjálpti Reyði Krossur Føroya neyðstøddum undir krígnum við at senda teimum t.d. saltfisk, livralýsi og heit ullint klæðir.
Eftir kríggið var støðan framvegis vánalig runt um í heiminum, og føroyski Reyði krossur hevur enn javnan innsavnan til neyðstødd. Eisini verður hildið áfram at hjálpa í Føroyum við eitt nú bjargingaramboðum, fyrstuhjálparskeiðum, vitjunarvinum, klædna- og mathjálp, málkafé og flóttahjálp.
[1] Joensen, Edvard. (2001). Reyði krossur Føroya : 1926-2001. Reyði Krossur Føroya. S. 9-12
[2] Røde Kors (2026). Historien. https://www.rodekors.dk/om-os/historie
[3] Heerup, Hj. (1926, 27. januar ). Kan Røde Kors gøre Nytte paa Færøerne? Tingakrossur, s. 3
[4] Joensen, Edvard. (2001). Reyði krossur Føroya : 1926-2001. Reyði Krossur Føroya
Seinastu greinar
Í ár verður Reyði Krossur Føroya 100 ár. Í tí sambandi hevur Landsbókasavnið gjørt eina minni framsýning um Reyða Kross Føroya við… Les meira »
Yrkingin Móðurmál hevur himlaljóð, er úr bókini Føroysk lesibók fyri eldri börn givin út av A.C. Evensen. Bókin kom út í 1906.… Les meira »