HandRit.fo letur upp av nýggjum

  • Úr nóta- og dansibók Lunds (bls. 35v) | Mynd: Landsbókasavnið
  • Nóta- og dansibók Lunds | Mynd: Landsbókasavnið
  • Nótabók Svabos | Mynd: Landsbókasavnið
  • Leitingar | Mynd: Landsbókasavnið
08. apríl 2026

Kvæðahandrit og eldri bøkur

Heimasíðan HandRit.fo hjá Landsbókasavninum er nú latin upp. Víst verða føroysk handrit, eldri bøkur og smárit, sum eru talgildað á Landsbókasavninum. Heimasíðan varð fyrst gjørd almenn í mai 2016, men er nú dagførd og umvæld.

Nakað nýtt er, at eldri bøkur og rit verða nú løgd út á síðuna. Tað ber eisini til at leita í sjálvum tekstinum á tí prentaða tilfarinum við at trýsta á sjónglasið, sí mynd:

Á HandRit.fo: Forslag til færingerne / A. W. Skibsted (1853)

Her er dømi um leiting í hesari bókini: Thorshavn. Møguligt er at trýsta á síðurnar og koma skjótt fram til hvar orðið finst í bókini.

Leita eftir orðum

Nótabøkurnar hjá Svabo og Claus Lund

Nógv kenna Nótabók Svabos (Jens Christian Svabo (1746-1824)), og hon verður ofta søgd at vera tann elsta føroyska nótabókin, sum varðveitt er. Árstalið 1775 stendur skrivað framan á handritum, og tað kann væl vera, at bókin er eldri (sí t.d. Matras, 1939, bls. liv-lv (54-55)), ella yngri (sí t.d. Clausen, 2003, bls. 48). Nótabók Svabos er tøk á HandRit.fo her: Nótabók Svabos

Nótabókin hjá Claus Lund ella nóta- og dansibókin er minni kend. Claus Jacobsen Lund (1739-1815, eisini róptur Klávus) varð borin í heim í Tórshavn. Hann var av danskari embætismannaætt. Hann var sonur Jacob Lund og Karen Helenu, dóttur Klaus Poulsen Gjede, sum var tann fyrsti handilsforvaltari í Føroyum, 1710. Tá ið Jacob Lund doyði, giftist Karen Helena við Ulrik Adolf Lund (Ulrik og Jacob vóru ikki í familju).

Claus Lund fór til Danmarkar at lesa í 1758 og tók gudfrøðiligt „attestas“ á Universitetinum í Keypmannahavn í 1762. Claus fór ikki heim aftur fyrr enn í 1765. Hann var ongantíð prestur, men sjálvur kallaði hann seg „litteratusׅ“ (bókmentamaður) og „translator“. Claus skrivaði og yrkti á donskum við støði í kvæðum, sagnum og útlendskum upplýsingarskaldskapi. Upp gjøgnum 1790-árini vóru yrkingar hansara prentaðar í donskum mentatíðarritunum Minerva, Den danske Tilskuer og Samleren. (Sí t.d. Marnersdóttir og Sigurðardóttir, 2011).

Sjálvt handritið hevur eina myrka permu, sum ringt er at lesa. Men nú kunnu brúkarar suma inn á tað, sum stendur skrivað og vita, hvat tey síggja her: Nóta- og dansibók Lunds

Nóta- og dansibók Lunds

Helst stendur: Note Bog & Dantse Bog, men her er eisini eitt navn skrivað, sum er torførari at lesa. Tað sær út sum Christian. Kanska C. Lund Christian? Tað er eitt sindur undarligt, at hann hevur skrivað Christian. Í handritinum eru dansivegleiðingar. Tað, sum er áhugavert, er, at handritið er mett at vera frá 1774, so tað sær út sum, tað er skrivað eitt ár áðrenn Nótabók Svabos, um vit bert halda okkum til tað, sum stendur á permuni á handritinum hjá Svabo. Árstalið hjá Claus stendur á blaði 39r: „C. J. Lund, Thorsh., den 30. Sept.“ og hevur verið mett at vera „1774“.

Dreymaleikur

Fleiri hava skrivað um Claus Lund og millum onnur skrivaði Hans A. Djurhuus ein sjónleik ella ein „dreymaleik“ sum æt „Eitt leygarkvøld í Bringsnagøtu“. Leikritið kom út í 1947 í Varðanum. Her møtast Svabo og Lund sum persónar á leikpalli og tosa eina løtu um konuna, sum Claus Lund er ásttikin í, Onnu Elisabeth. Svabo sigur, at hon kanska longu er trúlovað við snikkaran (bls. 59).

Anna Elisabeth var veruliga til og var dóttir Madam Egholm (Armgarð Mariu Weyhe). Anna Elisabeth varð borin í heim í 1757 í Keypmannahavn. Hon giftist ikki beinanvegin við Claus Lund. Fyrst giftist hon við Jensi Wenningsted Hansen, skipskapteini, av Sylt. Tey fingu eina dóttir, Christine Jensdatter Wenningsted í 1780. Anna Elisabeth gjørdist tíðliga einkja, tá ið maðurin doyði í 1788, bert 38 ára gamal. Við Claus Lund giftist hon í 1797. Tey fingu eingi børn. Hon andaðist av bróstsjúku, 60 ára gomul í 1817 (Svensson, 2010, bls. 189-190).

Í sjónleikinum „Eitt leygarkvøld í Bringsnagøtu“ ber Claus Lund fram yrkingar og tosar um, at tey skulu dansa „menuett“. Hann og Anna Elisabeth høvdu áður dansað menuett í einari jólaveitslu. Um vit hyggja í nóta- og dansibók Lunds, so síggja vit fleiri dansir við heitinum Menuett. So nú er bara at læra seg at dansa!

Vevsíðan HandRit.fo

Myndatøkur og tøkniligar viðgerðir eru tíðarkrevjandi, men miðað verður eftir at leggja eina bók ella handrit út á HandRit.fo hvønn mánað. Í fyrstuni verða tað kvæðahandritini sum fylla mest. Bøkurnar, vit leggja út, eru eldri enn 100 ár, tær fevna um føroysk viðurskifti og eru ikki talgildaðar av øðrum stovnum.

Njót ferðina aftur í tíðina á HandRit.fo

 

Keldur

Clausen, Marianna (ritstj.). (2003). Føroya Kvæði: Corpus Carminum Færoensium VIII. Stiðið.

Djurhuus, Hans A. (1947). Eitt leygarkvøld í Bringsnagøtu. Varðin, 25, 37-94.

Marnersdóttir, Malan og Sigurðardóttir, Turið. (2011). Føroysk bókmentasøga 1. Nám.

Matras, Chr. (1939). Indledning til Svabos færøske visehaandskrifter. Bianco Lunos bogtrykkeri.

Svensson, Jørgen. (2010). Madam Egholm – ein ævisøga. Varðin, 77, 189-205.

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Heiðrun

Seinastu greinar

HandRit.fo letur upp av nýggjum

Kvæðahandrit og eldri bøkur Les meira »


08. apríl 2026
Um páskirnar er ikki opið

Um tú ikki hevur roynt at lisið ljóðbøkur, so er hetta kanska rætta løtan. Bókasøvnini geva tær ókeypis atgongd til ereolen.dk, ha… Les meira »


01. apríl 2026