Tíðindi
Nú er nýtt handrit komið út á HandRit.fo.
„... og heimurin gjørdist fróður“: Brot úr Fróðar kvæði á HandRit.fo
Nýtt handrit á HandRit.fo. Talan er um vísu- og kvæðahandrit, sum Joen Pauli Albinus (1850-1922) átti. Tað sigst, at Joen Pauli lærdi at skriva hjá Óla Jespersen (Óla skúlahaldara (1810-1882)).
Eivind Weyhe (1942-2024), málfrøðingur og kvæðagranskari, sum kannaði handritið í 1993, hevur gjørt nakrar áhugaverdar viðmerkingar til kvæðini, sum eru í handritinum. Ofta eru tað partar úr kvæðum sum t.d. Jallgríms kvæði og Jákup á Møn. Eivind Weyhe helt, at tað kanska var Óli Jespersen, sum átti mest av handskriftini í hesum vísu- og kvæðahandriti.
Eitt av kvæðunum hevur elvt til endaleyst høvuðbrýggj hjá okkum, sum arbeiða við HandRit.fo. Tað er brotið úr kvæðinum, sum eitur Fróðar kvæði. Tí hvat kenna vit til hetta kvæðið? Eitur tað kanska Fróðars kvæði ella Fróða kvæði? Ella hvussu? Hvar byrja vit at leita?
Hvat vita vit um Fróðar kvæði?
Vit hava enn ikki funnið kvæðið á prenti, men í Dagblaðnum frá 1945 (4. januar, bls. 3) er ein lítil stubbi við yvirskriftini „So tala teir fornu“ eftir ein við dulnevninum FORNI, og har stendur millum annað: „Lat Danir og Føroyingar hava skift høgg, farið nú tað stríð aftur um bak, so undir kann verða tikið við Fróðar kvæði: „Tá var friður burtur og hjá, og heimurin gjørdist fróður“.“
Hesin FORNI heldur fram at tosa um Brynhild Buðladóttur, Sjúrð og dvørgamoynna, Gunnar kong í Garðaríki, men einki meir um Fróðar kvæði.
Í Bandasavninum á Føroyamálsdeildini verður Fróðar kvæði nevnt á tveimum bondum, men frásøgumenninir vita lítið at siga um kvæðið. Frásøgumenninir eru báðir úr Suðuroy, annar teirra minnist síðsta ørindi í kvæðinum og greiðir frá, at Fróði varð grivin „uppi undir Varðabrúgv“.
Men hvør var hesin Fróði? Fróðafriður verður sett í samband við Fróða Friðleifsson, sum sambært „Fróða søgu Friðleifssonar“ ráddi í Gotlandi (Danmark). Møguliga er tað hendan sama hetjan, sum eisini er ein persónur í føroysku søgnini, sum sigur, at Froðba (Fróðabøur) er nevnd eftir honum, og at Fróði varð grivin har (undir Varðabrúgv). Niels Christopher Winther (1822-1892) skrivaði um hesa søgnina í Færøernes Oldtidshistorie (1875), bls. 30-32.
Tað vísir seg, at ein onnur uppskrift av kvæðinum er varðveitt í handritasavninum. Tað var Niels Winther sum átti kvæðið (savnsnummar E 83). Saman við kvæðinum er eisini bræv frá íslendinginum Jóni Sigurðssyni (1811-1879), sum m.a. er kendur fyri sína ávirkan á V. U. Hammershaimb og føroyska skriftmálið. Í brævinum, sum er skrivað í 1868, takkar Jón fyri lán av Fróðar kvæði. Niels Winther royndi at fáa kvæðið prentað, men tað var mett ikki at vera nóg gott! Hendan uppskriftin av Fróðar kvæði verður eisini løgd út á HandRit.fo í komandi framtíð.
Inni á HandRit.fo ber til at suma inn á Fróðar kvæði, sum byrjar á bls. 25r, ørindi 43-79.
Um tú veitst meir um Fróðar kvæði, t.d. hvør gjørdi tað, og um tað finst á prenti, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum: handrit@lbs.fo.
Góðan lestur!
Seinastu greinar
„... og heimurin gjørdist fróður“: Brot úr Fróðar kvæði á HandRit.fo Les meira »
Yrkingin í maimánaða er úr fyrsta Varðanum, sum varð útgivin í 1921, og eitur "Áin". Høvundurin er Louis Zachariasen. Louis var ri… Les meira »