Landsstýrismaðurin í mentamálum vitjaði á Landsbókasavninum

23. juni 2026

Í dag, 23. juni 2026 høvdu vit vitjan av Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, sum kunnaði seg um virksemið á Landsbókasavninum. Vit takka fyri vitjanina.

Mentamálaráðið skrivar soleiðis á teirra heimasíðu: 

Bókasøvn fyri øll

Bókasøvn skulu veita fría og ókeypis atgongd til upplýsing, lærdóm og mentan. Ein týðandi uppgáva hjá bókasøvnunum er at stimbra fólkaræðisliga rættin at taka lut í samfelagnum og at mennast, hugsa, tosa og skriva frítt. Tað er ásett í bókasavnslógini, og tað var eisini boðskapurin frá Anniku Smith, landsbókavørði, tá ið Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, vitjaði á Landsbókasavninum.

Vitjanin á Landsbókasavninum gav mær eitt gott innlit í fjølbroytta arbeiðið, ið fer fram á Landsbókasavninum og á fólka- og skúlabókasøvnunum kring landið. Saman tryggja bókasøvnini, at øll hava atgongd til vitan, læring og mentan, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Landsbókasavnið er bæði tjóðbókasavn, universitetsbókasavn og høvuðsbókasavn fyri alt landið. Landsbókasavnið førir tjóðbókaskránna, sum er yvirlit yvir alt, ið verður givið út á føroyskum, og veitir bókasavnstænastur til granskarar, lesandi, fólkabókasøvn og almenningin. Landsbókasavnið umsitur eisini bókasavnsgjaldið, ið er gjald til rithøvundar fyri at bøkur teirra eru til láns á bókasøvnunum. 

Bókasøvn eru týðandi mentanarstovnar, og tey eru í dag meira viðkomandi enn nakrantíð, nú ófriður er nógvastaðni í heiminum, og falstíðindi eru gerandiskostur. Tá tryggja bókasøvnini upplýsing og vitan, ið eru eftirfarandi, segði Annika Smith, landsbókavørður.

Svend Højgaard greiddi frá universitetsbókasavnstænastuni og arbeiðinum at veita lesandi, undirvísarum og granskarum atgongd til vísindaligt tilfar. Landsbókasavnið skipar eisini skeið fyri lesandi við kunning um bókasavnstænastur.

Universitetsbókasavnið á Landsbókasavninum er ein vitanarverkstaður, ið veitir atgongd til tilfar, amboð og arbeiðsumstøður. Øll skulu kenna seg vælkomin á Landsbókasavninum, segði Svend Højgaard, universitetsbókavørður.

Landsstýrismaðurin fekk eisini eina rundvísing á Landsbókasavninum, har Laura Vinther, varaleiðari á Landsbókasavninum, greiddi frá virkseminum í húsinum. Landsbókasavnið hevur eitt týðandi savn av handritum og eldri bókaútgávum. Landsbókasavnið keypir bøkur inn og ger tær klárar til útláns á bókbindaraverkstaðnum, har eisini eldri bøkur verða umvældar.

Á Landsbókasavninum er eisini lesipláss og klivar, har lesandi, granskarar og vitjandi annars bæði kunnu hittast og hugsavna seg. Tá Kampus verður liðugt, verða umstøðurnar til tey lesandi á Fróðskaparsetrinum enn betri.

Leinki til grein og myndir: mmr.fo


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Yrkingin í septembur

Yrkingin “Blómur” eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger er yrkingin hendan mánaðin. Yrkingin er úr savninum Bók, ið Lív gav út í fjør á… Les meira »


01. september 2026
“Stuttligur kann hann eisini vera” fólksligi og klassiski skaldskapurin hjá Heðini Brú

Hans Jacob Jacobsen var føddur í Skálavík í 1901 og andaðist í Havn í 1987. Tað eru í ár 125 ár síðani, hann varð føddur. Hans Jac… Les meira »


17. august 2026