Frýðka um búgvið á HandRit.fo

  • Súsanna Helena Patursson (1864-1916) | Mynd: ?
  • Blaðsíða 5 úr Frýðka um búgvið (1912) | Mynd: Lbs
29. juni 2026

Í ár eru 110 ár liðin síðan Súsanna Helena Patursson (1864-1916) andaðist. Súsanna Helena ella Helena, sum hon skrivaði seg, er í dag kendast fyri at hava verið ein undangongukvinna í kvinnustríðnum og í blað- og bókmentasøguni. Helena gav út kókibók í 1907, og hon gav út Frýðka um búgvið í 1912. 

Í einum brævi, sum Helena skrivaði til Mariu R. Mikkelsen (1877-1956), í 1909 stendur: „Nú er ár umliðið síðan eg flutti lítla bók fram fyri bókmentafelagið, men trúði ikki at teir harrar nevndarlimir hava fingið stundir at lisið sær uppá og givið mær aftursvar. Andrass Evensen segði at honum dámdi væl evnið: Frýðka um búgvið. Tó hevði hann ikki hugt í yrkið. [. . .] Tú kennir neyvan prentsmiðju ið vil risikera at prenta eitt ark? Meira enn ark fyllir ta víst ikki.“ Í 1911 skrivar Helena aftur til Mariu: „Tú einki svar átt til mín. Men eg spurdi teg okkurt um 2 ár síðan, um prentprísin uppá eitt bókhefti sum eg gav tær støddina av. Tað kundi eg væl fingið svar uppá!!“

Bóklingurin liggur nú her á www.HandRit.fo 

Tað er annars at siga um bóklingin, at Helena hevði eina fyrimynd: Skönhet for alla eftir Ellen Key (1849-1926), og Helena hevur týtt og tillagað partar úr bókini.

Tað er freistandi at samanbera hesar báðar høvundarnar, Helen og Ellen. Báðar vóru tær ógiftar og halgaðu seg mentanararbeiði. Tær vóru framfúsar og megnaðu at flyta mørk á javnstøðuøkinum. Tær sóu kvinnurættindi sum alneyðug fyri tjóðar- og mentanarmenning. Meðan verkini Ellen skrivaði, vórðu týdd til fleiri mál og hon gjørdist kend langt út um landamørk Svøríkis, so var ávirkanin hjá (Súsonnu) Helenu Patursson fyrst og fremst tjóðskaparlig. Svøríki hevði nátt at raðfest feministiska samrøðu í hesum tíðarskeiði, men Føroyar var ein lítil útjaðari, har Súsanna Helena var bókstavliga millum tær fyrstu at lata upp fyri hesum orðaskiftinum.

Ellen Key hevði annars radikalar og frælslyntar meiningar á flestum økjum í mentanarlívinum, serliga um kynslív, kærleika og hjúnalag, sum elvdu til orðadrátt í sínari tíð.

Tað kann tí sigast, at Helena Patursson umboðar undangongukvinnuna á útjaðaranum, meðan Ellen Key var viðurkend mentakvinna í miðdeplinum í norðurlendskari feminismu.

Onnur verk eftir Ellen Key eru at finna HER

Keldur:

Marnersdóttir, Malan. (1992). Bylgjurnar leika í trá. Føroya Skúlabókagrunnur.

E 779 a21. Mikkelsen, Maria R.: Brævasavn. Varðveitsla: Landsbókasavnið. Handritasavn. J.C. Svabos gøta 16, 100 Tórshavn.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Heiðrun

Seinastu greinar

Frýðka um búgvið á HandRit.fo

Í ár eru 110 ár liðin síðan Súsanna Helena Patursson (1864-1916) andaðist. Súsanna Helena ella Helena, sum hon skrivaði seg, er… Les meira »


29. juni 2026
Landsstýrismaðurin í mentamálum vitjaði á Landsbókasavninum

Í dag, 23. juni 2026 høvdu vit vitjan av Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, sum kunnaði seg um virksemið á Landsbókas… Les meira »


23. juni 2026