ATEKST - Milliónir av greinum á netinum :)

20. februar 2019

Visti tú, at á Landsbókasavninum og á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, hevur tú atgongd til norska greinasavnið Atekst, sum inniheldur 300 milliónir greinar úr 348 norskum avísum, faktíðarritum og vikubløðum um norsk, útlendsk og eisini føroysk viðurskifti ?

Atekst inniheldur greinar úr  norskum avísunum sum Aftenposten, Bergens Tidende, VG, og mong onnur. VG varð fyrstu ferð prentað í 1945, og í Atekst hevur tú atgongd til alt greinasavnið hjá VG frá fyrsta degi. Summar avísir hava seinkingar upp á eitt samdøgur, áðrenn greinarnar verða leysgivnar.

Tú kanst lesa, downloada og printa greinarnar, sum tú finnur í Atekst.
Dømi: skriva menneskerett* og fá greinar, sum innihalda orð sum byrja við ‘menneskeret’: menneskerettigheter, mennskerettighetene, menneskerettighetsorganisasjonene v. fl. Eisini ber til at skriva fleiri leitorð, sum til dømis menneskerett* fremtid*. Tá fært tú greinar sum innihalda bæði leitorðini.
Um tú ert stødd/ staddur á Landsbókasavninum slepst inn á greinasavnið, antin frá okkara teldum her, ella frá tíni egnu teldu/ telefon, um tú ritar inn á okkara gestanet.

Far inn á heimasíðu okkara á www.lbs.fo, vel ‘Talgilt tilfar’ uppi í ovasta bjálka, og skrolla niður og trýst á ‘Atekst’.

So er klárt at kava niður í norsku bløðini! Gott bæði til uppgávuskriving, research, áhuga og kunning.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Um páskirnar er ikki opið

Um tú ikki hevur roynt at lisið ljóðbøkur, so er hetta kanska rætta løtan. Bókasøvnini geva tær ókeypis atgongd til ereolen.dk, ha… Les meira »


01. apríl 2026
Yrkingin í apríl

Yrkingin í aprílmánaða er eitt brot úr yrkingini Tað var eitt hol sum hótti eftir Rebekku Petersen. Yrkingin stendur í Varðanum bd… Les meira »


01. apríl 2026