1990

Á Suðurlandið / Kristian Osvald Viderö. - Tórshavn : Bókagarður, Emil Thomsen, 1990. - 252 síður

Lýsing
Endurminningarskaldsøga um at vera til skips á Suðurlandinum. Frásagnarhátturin er settur saman av beinleiðis talu hjá manningini, afturlítandi sjálvsfrásøgn og lýsandi brotum hjá dreinginum sjálvum, sum eru í samljóði við vitan og fatan hansara. Eingin útlegging av tí hann upplivir er skoytt uppí, og tað sermerkir hesa skaldsøgu, mótsett mongum øðrum skaldsøgum, har frásøgufólkið fortelur um seg sjálvt og ofta leggur út gerðir og hugsanir sínar á yngri árum.

Aðrar útgávur
Útgivin sum ljóðbók í 2010, Egi Dam lesur.

Okkurt um bókina
Ummæld í Útvarpi Føroya 04-12-1990 av Peturi Martin Rasmussen.
Skaldverkið mikla / Hanus A. Samuelsen. - Dagblaðið ; 11-01-1991.
Søga og søgn, lív og mentan / Heðin M. Klein. - 14. september ; 12-12-1991.
Norrænar bókakynningar 1992 / Norræna húsið. - Reykjavík : Norræna húsið, 1992. - síða 70-72.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.
Fortællingen i Norden efter 1960 / redigeret af Anker Gemzøe ... [et al.]. - Aalborg : Aalborg Universitetsforlag, 2004. - síða 350-358.

 

1991

Undir suðurstjørnum : skaldsøga / Gunnar Hoydal. - Kollafirði : Árting, 1991. - 265 síður

Lýsing
Høvundurin blandar søgu og minnir frá barnaárum í Suðuramerika saman við upplivingunum, tá hann mong ár seinni vitjar aftur. Við Pablo Neruda sum leiðarastjørnu ferðast høvundurin millum tíðir og støð, tó altíð við heimlandinum sum útgangsstøði.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Vestmanna : Sprotin, 2012. - 306 síður. - 978-99918-73-26-8
Útgivin sum ljóðbók í 2000, Sverri Egholm lesur.
ùtgivin sum ljóðbók - fløga og mp3 - í 2013, Sverri Egholm lesur. - ISBN: 9789991872674 / 9789991872568
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2012. - ISBN: 9789991873985

Prentað eintøk
Prentað eru 1200 eintøk.

Handrit
Handritið er í varðveitslu hjá høvundinum. Dagbók við tekningum, grundarlagið undir skaldsøguni, er í varðveitslu á Landsbókasavninum.

Okkurt um bókina
Sjónvarp Føroya sendi samrøðu við Gunnar Hoydal um skaldsøguna í sendingini Bókakassin tann 22-12-1991.
Á flogbærum veingjum / Carl Jóhan Jensen. - 14. september ; 12-12-1991.
Ein fossandi tíð hevur rullað sum ein jøkul / Turið Sigurðardóttir. - Brá ; 11. árgangur, nummar 18 (1992). - síða 55-57.
Gunnar Hoydal í uppskoti / [s.n.]. - Sosialurin ; 14-11-1992.
Altings overvældende nærvær / Erik Skyum-Nielsen. - Information ; 22-01-1993.
Rejsen som tilstandsform / Søren Vinterberg. - Politiken ; 29-01-1993.
Færøysk høysang til Sør-Amerika / Geir Uthaug. - Aftenposten ; 01-02-1993.
Alt er í nánd / Jógvan Isaksen. - Sosialurin : 03-01-1998.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.
Periferi og sentrum : tolv artikler om færøysk litteratur / Anne-Kari Skarðhamar. - [Oslo] : Unipub, 2006. - síða 45-64.

Týðingar
Danskt: Stjernerne over Andes : roman / Jette Hoydal - Herning : Poul Kristensen, 1996.
Enskt: Under southern stars / Marjun Stewart and Jill Burrows - London : Mare’s nest, 2003.

Annað
Tilnevnd Norðurlanda bókmentavirðislønina í 1993.
Brot úr bókini vóru prentað í Birting í 1990 undir heitinum Loyndargrátur.

 

1991

Kasta : skaldsøga / Steinbjørn B. Jacobsen. - Tórshavn : S. Jacobsen, 1991. - 116 síður

Lýsing
Skaldsøgan fer í høvuðsheitum fram í Íslandi og umborð á íslendskum trolara seinast í 50’unum. Høvuðspersónar eru føroyingar, sum hava sæð, at íslendingar eru komnir longri við nútímans veiðihættum, og at korini eru frægari enn umborð á føroyskum skipum.

Prentað eintøk
Prentað eru 1200 eintøk.

Handrit
Bæði maskinskrivað og handskrivað handrit í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Kasta / [s.n.]. - Dimmalætting ; 15-10-1991. (Stutt umrøða).
Ísland er sum fuglur at sjá / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 06-12-1991.
Nýggj fiskimannasøga / Malan Simonsen. - Brá ; 11. árgangur, nummar 18 (1992). - síða 63-64.
Norrænar bókakynningar 1992 / Norræna húsið. - Reykjavík : Norræna húsið, 1992. - síða 72-75.

Annað
Lisin upp í ÚF av Kára Mouritsen 27-01-1992.

 

1991

Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum / Jóanes Nielsen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1991. - 126 síður

Lýsing
Hetta er fyrsta skaldsøgan hjá Jóanes Nielsen, og hon fer fram í Føroyum, meðan Fiskimannafelagsformaðurin enn hevði forbókstavirnar EP og ein hvíthærdur sakførari í Havn var uppi í fólkafylkingini ímóti EEC.

Okkurt um bókina
Sjónvarp Føroya sendi samrøðu við Jóanes Nielsen um skaldsøguna í sendingini Bókakassin tann 15-12-1991.
Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum / Vár í Ólavsstovu. - Fríu Føroyar ; 06-12-1991.
Sterk, erotisk og ógvislig / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 19-12-1991.
Hon krimar! / Per Højgaard. - 14. september ; 12-12-1991.
Um Gummistivlarnar eftir Jóanes Nielsen. - 14. september ; 07-01-1992.
De fortabte fiskemænd / Ejgil Søholm. - Information ; 10-11-1992.
Et skud i tågen / Niels Houkjær. - Berlingske Tidende ; 12-11-1992.
Færøske galninge / Bettina Heltberg. - Politiken ; 13-12-1992.
Skaldsligir gummistivlar / Malan Simonsen. - Brá ; 11. árgangur, nummar 18 (1992). - síða 59-60.
Drømme og drama / Birgitte Nørgaard. - Vendsyssel Tidende ; 02-01-1993.
Føroyskir gummistivlar í Danmark / he. - Oyggjaskeggi ; nummar 3 (1993).

Týðingar
Danskt: Gummistøvlerne er de eneste tempelsøjler vi ejer på Færøerne / Ebba Hentze - Kbh. : Vindrose, 1992.

Annað
Brot út skaldsøguni kalla "Ur Gummistövlarna är de enda tempelpelarna vi har på Färöarna / Inge Knutsson" stóð í Avsändare Norden 1996, síða 183-189)

 

1992

Vívil : skaldsøga / Marianna Debes Dahl. - Tórshavn : Fannir, 1992. - 150 síður

Lýsing
Bókin ger meira enn undanfarnar bøkur hjá Marionnu Debes Dahl vart við sjálva skrivingina. Hon sýnir fram tøk í skapandi rithøvundastarvinum bæði uttan fyri skaldsøguna og í søguni sjálvari. Og hóast hon eina mest lýsir hugsanir og kenslur hjá høvuðspersóninum Vívil, er sálarlýsingin blúgv.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Sjónvarp Føroya sendi samrøðu við Marionnu um skaldsøguna í sendingini Bókakassin tann 07-02-1993.
Hinumegin fjørðin roðar sólin / Pól. - Dimmalætting ; 10-10-1992.
Hon átti at farið meira í dýpdina / Karin Elsubudóttir. - 14. september ; 03-11-1992.
Vívil / Anna Mattsson. - Fríu Føroyar ; 20-11-1992.
Søgulig skaldsøga um samtíðina / Sigrun Henriksen. - Brá ; 12. árgangur, nummar 20 (1993). - síða 80-81.
"Teir, ið siga seg umboða trúnna, eru ikki trúgvin sjálv" / Andreas Justesen. - Oyggjaskeggi ; nummar 3 (1993).
Vinalagið, náttúran og samfelagið : tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl / Elsa Funding ... [et al.] - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1994. - 240 síður.

 

1992

Bláfelli : skaldsøga / Jens Pauli Heinesen. - Tórshavn : Gestur, 1992. - 246 síður

Lýsing
Hetta er mest umfatandi skaldsøguverkið á føroyskum. Skaldsøgurøðin "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" sigur frá uppvøkstrinum hjá smádreinginum Hugini, frá hann er trý ára gamal, til hann er eini 30 ár og fer undir at skriva skaldsøguna. Høvuðspersónurin Hugin veksur upp í samansettari familju og fjølbroyttum bygdaumhvørvi.

Rað
Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 7.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Bókaraðið er
Nú ert tú mansbarn á foldum ; Lýsir nú fyri tær heimurin ; Leikur tín er sum hin ljósi dagur ; Markleys breiðist nú fyri tær fold ; Eitt dýpi av dýrari tíð ; Í andgletti ; Bláfelli.

Okkurt um bókina
Sjónvarp Føroya sendi samrøðu við Jens Paula Heinesen um skaldsøguna í sendingini Bókakassin tann 25-10-1992.
Myturnar elta okkum gjøgnum tíðirnar / Jens Pauli Heinesen. - Dagblaðið ; 19-10-1992.
Hugans skrímsl / Eyðun Andreassen. - Brá ; 11. árgangur, nummar 19 (1992). - síða 85-87.
Enn sum áður á Ásgarðsvøllum / [s.n.]. - Dimmalætting ; 03-10-1992.
Drengen der blev ført bort af Huldrefolket / Kirstin Didriksen. - Dialog (i nordisk folkebilding och vuxenundervisning) ; nummar 1 (1995). - síða 18-19.
Nordisk litteratur. - Kbh. : Nordisk literatur- og bibliotekskomité, 1995. - síða 58-59.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.

Annað
Jens Pauli Heinesen fekk í 1993 virðisløn M.A. Jacobsens fyri Bláfelli.
Tilnevnd Norðurlendsku bókmentaverðislønina í 1995.
Lisin upp í ÚF av Sverra Egholm 12-11-1992.

Aðrar útgávur
Útgivin sum ljóðbók: Ljóðbókanevndiní 2015, Sverri Egholm lesur. - ISBN: 9789997251763 / fløga. - ISBN:  9789997251770 / mp3

 

1993

Ein mamma er ein mamma : skaldsøga / Oddvør Johansen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1993. - 170 síður

Lýsing
Um mammur av ymsum slag og um føroyskar einsamallar mammur í Keypmannahavn.

Prentað eintøk
Prentað eru 2000 eintøk.

Aðrar útgávur
Útgivin sum ljóðbók í 2009, Birita Mohr lesur.

Handrit
Handritið er maskinskrivað og í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Ein mamma er ein mamma / [s.n.]. - Dimmalætting ; 30-10-1993.
Ein mamma er ein mamma / [s.n.]. - Oyggjatíðindi ; 12-11-1993.
Brot úr hennara neyð og gleði / Dagny. - Sosialurin ; 11-12-1993.
Móðurkenslur millum flatlond og fjøðuroyggj / Andreas Justesen. - Oyggjaskeggi ; nummar 9 (1993). - síða 10.
Kvinnan og mamman og barnið / Hanus Andreassen. - 14. september ; 06-01-1994.
Ein mamma er ein mamma - og hvat so? / Anna Mattsson. - 14. september ; 27-01-1994.
Góðu skaldakvinnurnar báðar / Havnakonur. - Dimmalætting ; 03-02-1994.
Nordisk litteratur. - Kbh. : Nordisk literatur- og bibliotekskomité, 1994. - síða 24-25.

 

1994

Við bivandi hjarta : skaldsøga / Høgni av Heiði. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1994. - 127 síður

Lýsing
Tummas var komin til bókstavin K, tá ið hann noyddist at gevast á hesum sinni. Men tá bar hann eyga við eina bók afturat: Eitt nakið par hevði samlegu á kápuni! Uttan iva ein fúl bók. Tummas sveittaði og leit uttan um seg sum ein fjálturstungin høna. Eingin sá hann. Í næsta sekundi sat bókin innan fyri buksukvarðan, har fimm bøkur sótu frammanundan. So knappaði hann frakkan og fór...

Aðrar útgávur
2. útgáva. Vestmanna : Sprotin, 2013. - 133 síður. - ISBN 978-99918-76-44-3
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2013. - ISBN: 9789991876856

Okkurt um bókina
Ljót, býtt og skitin / Ivan Niclasen. - Oyggjaskeggi ; nummar 4 (1994). - síða 10.
Við bivandi hjarta / [s.n.]. - Oyggjatíðindi ; 16-03-1994.
Nýtt hagaportur / Malan Marnersdóttir. - 14. september ; 11-05-1994.

 
1994

Reglur : eitt brotsverk / Tóroddur Poulsen. - Tórshavn : Fannir, 1994. - 132 síður

Lýsing
Bókin viðger m.a. listskapan, mentan, list- og bókmentaumrøðu, málkjak og trúgv.

Handrit
Svenska handritið er í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Reglur / Steinbjørn B. Jacobsen. - Sosialurin ; 03-12-1994.
Var Kafka klaksvíkingur? : 26 ummælir / Jógvan Isaksen. - Nivå : Antonia, 1996. - síða 79-88.
Reglur : uppskotið hjá Rithøvundafelagnum til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 1996 / Malan Marnersdóttir. - Sosialurin ; 20-01-1996.
Tóroddur fær vánalig ummæli / Jústinus Eidesgaard. - Sosialurin ; 25-01-1996.
Tóroddur Poulsen førir málsligan frælsisbardaga / Eyðun Klakkstein. - Sosialurin ; 24-02-1996.
Reglur um reglur / Oddfríður M. Rasmussen. - Oyggjaskeggi ; nummar 2 (1995). - síða 12.
Dikterisk skråblikk fra Torshavn / Turid Larsen. - Arbeiderbladet ; 23-01-1996.
En boblende samfunnsrefser / Øystein Rottem. - Dagbladet ; 26-01-1996.
Nordisk litteratur. - Kbh. : Nordisk literatur- og bibliotekskomité, 1996. - síða 61-63.
Antihjältar utforskar gränser / Jan Arnald. - Göteborgs-Posten ; 17-04-1997.
Verbala sabotage / Dan Sjögren. - Östgöta Correspondenten ; 17-04-1997.
Hatkärlek till Färöarna / Birgitta Sjögren. - Norra Västerbotten ; 17-04-1997.
Torudder Poulsen - språkanarkist från Färöarna / Jonas Gruvæus. - Nya Wermlands-Tidningen ; 28-04-1997.
Det blåser, snurrar och kittlar / Magdalena Nordenson. - Smålandsposten ; 29-04-1997.
Kulturens Harold Lloyd / Magdalena Nordenson.  - Nordvästra Skånes Tidningar ; 05-05-1997.
Surrealistisk ordglädje från Färöarna / Hans-Peder Johansson. - Östra Småland ; 05-05-1997.
"En del kallar det nonsens" / Anneli Jordahl. - Dagens Nyheter ; 12-05-1997.
Obegripligt från Färöarna / Leif Wibom. - Bärgslagsbladet ; 13-05-1997.
Språkliga trasselsuddar / Göran Lundstedt. - Sydsvenska Dagbladet ; 05-06-1997.
Stordåd på litet språk / Viveka Vogel. - Göteborgs-Posten ; 10-06-1997.
Experiment på Färöarna / Magnus Westerberg. - Länstidningen Östersund ; 10-06-1997.
Kompostmodernist / Ola Larsmo. - Dagens Nyheter ; 19-06-1997.
Vardagens fragment / Sten Jacobsson. - Falu Kuriren ; 23-06-1997.
Absurd och Vital färöisk pärla / Inger Dahlman. - Barometern ; 26-06-1997.
Bókmentasøgur : greinasavn / Turið Sigurðardóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2004. - síða 336-347.

Týðingar
Svenskt: Regler : ett brott / Anna Mattsson. - Sth. : Wahlström & Widstrand, 1997. - 159 síður.

Annað
Tilnevnd Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 1996.

 

1994

Gráur oktober / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1994. - 243 síður

Lýsing
Krimisøga. Útvarpsmaðurin Páll Hansen doyr fyri opnari mikrofon undir døgurðatíðindunum. Ein bankaránari verður funnin hongdur í klivanum á politistøðini. Er samband ímillum deyðan hjá hesum báðum?

Aðrar útgávur
2. útgáva, Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2006. - 243 síður.
Útgivin sum ljóðbók í 2000 og 2007, Kári Mouritsen lesur.

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 2

Okkurt um bókina
Hor og morð í Havn / Eyðun Andreassen. - Oyggjaskeggi ; nummar 8 (1994). - síða 11.
Gráur oktober / Mentunargrunnur studentafelagsins. - Sosialurin ; 25-08-1994.
Gráur oktober / Hanus A. Samuelsen. - Dagblaðið ; 09-09-1994.
Altjóða krimieyðkenni / Marna Jacobsen. - Varðin ; bind 73 (2006). - síða 147-166.

Týðingar
Danskt: Grå oktober / Ebba Hentze - Kbh. : Vindrose, 1995.
Íslendskt: Grár október / Ásgeir Ásgeirsson - Rvík : Uglan, 1995.
Danskt: Grå oktober (2. útgáva) / Ebba Hentze - Hedehusene : Torgard, 2011. ISBN: 9788792286314
Danskt: Grå oktober : en krimi fra Færøerne / Ebba Hentze - Hedehusene. : Torgard, 2012 (E-bók) ISBN: 9788792286512
Týskt: Option Färöer / Christel Hildebrandt - Dortmund : Grafit, 2007. ISBN: 9783894255565

Annað
Lisin upp í ÚF av Kára Mouritsen 12-06-1995.

 

1995

Eitt slag av tíð / Ólavur í Beiti. - Sørvági : Grønhólmur, 1995. - 247 síður

Lýsing
Brot úr lívinum hjá blaðmanni, drykkjumanni og familjumanni.

ISBN
99918-900-0-9

Okkurt um bókina
Eitt slag av tíð / [s.n.]. - Dimmalætting ; 18-02-1995. (Stutt umrøða)
Aftur við bók / [s.n.]. - Oyggjatíðindi ; 24-02-1995.
Eitt slag av tíð / Jústinus Eidesgaard. - Sosialurin ; 09-12-1995.

 

1995

Rúm : ein tekstur í fjúrtan pørtum / Carl Jóhan Jensen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1995. - 283 síður

Lýsing
Frásøgnin í skaldsøguni tekur við umborð á S/S Gimle ávegis til Føroya 15. juni 1919, og hon endar umborð á sama skipi á veg úr Føroyum 5. august 1919.

Okkurt um bókina
Sjónvarp Føroya sendi samrøðu við Carl Jóhan Jensen um skaldsøguna í sendingini Bókakassin tann 17-12-1995.
Carl Johan við "Rúm" / [s.n.]. - Oyggjatíðindi ; 20-12-1995.
Skal skaldið síðismetast við tartalakráku - rúmið sum rúmskuskepping / Tóroddur Poulsen. - Oyggjaskeggi ; nummar 5 (1996). - síða 5.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.

 

1996

Tá ið tú kemur / Ólavur í Beiti. - Sørvági : Grønhólmur, 1996. - 208 síður

Lýsing
Eitt slag av lívsminnum, har aldrandi pápin fortelur ymiskt frá lívi sínum fyri soninum, ið nú er vaksen. Pápin hevur ikki sæð sonin, síðan hann var óviti.

ISBN
99918-900-1-7

Handrit
Handritið til donsku týðingina er í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Sum ein endaleysur saltfiskatúrur / Pól á Kletti. - Dimmalætting ; 02-03-1996.
Kvøl og kyrrindir / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 17-08-1996.
Den rodløse / Mogens Brøndsted. - Fyens Stiftstidende ; 24-04-1997.
Tá ið tú kemur - á donskum / [s.n.]. - Dimmalætting ; 27-07-1997.
Prisværdigt, men ... / Flemming Skøtt. - Vendsyssel Tidende ; 13-09-1997.

Týðingar
Danskt: Når du kommer / Ann Ellefsen - Sørvági : Grønhólmur, 1997.

 

1996

Á ólavsøku : summarkrimi í 9 pørtum / Jógvan Isaksen. - Nivå : Antonia, 1996. - 86 síður

Lýsing
Krimisøga. Jens Pauli Joensen er leiðari á Føroysku fregnartænastuni. Á ólavsøku skal hann vera lívverji hjá einum týskara. Honum dámar einki henda ófyrikomandi týskaran og gerst varur við, at onkur liggur bæði honum og týskaranum eftir lívinum.

ISBN
99918-54-00-2

Okkurt um bókina
Stutt krimi - men ov stutt / Hugin Eide. - Føringurin ; 05-12-1996.

Annað
Lisin upp í ÚF í august og september 1996.

 

1996

Duldar leiðir / Mina Reinert. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1996. - 223 síður

Lýsing
Krimisøga. Jenny hevur føroyska mammu og eingilskan pápa. Sjálv er hon uppvaksin í India. Hon giftist einum týskum aðalsmanni, sum doyr brádliga, og Jenny flytir til Føroya. Hon fær arbeiði á einum edv-virki, men varnast skjótt, at ymiskt løgið fer fram.

Aðrar útgávur
Útgivin sum ljóðbók í 2003, Ria Tórgarð lesur.

ISBN
99918-43-11-6

Okkurt um bókina
Dulsmál og loynigongir : ummælir / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2008. -síða 13-15.
Duldar leiðir / Kirsten Brix. - Kvinnutíðindi - serblað ; (1999). - síða 55-56.

Annað
Lisin upp í ÚF av Riu Tórgarð 10-02-2003.

 

1997

Sót og søgn / Tóroddur Poulsen. - Tórshavn : Fannir, 1997. - 144 síður

Lýsing
Bókin er sett saman av yrkingum og tekstabrotum.

ISBN
99918-49-12-2 

Okkurt um bókina
Tá deyðin bankar uppá / Petur Jensen. - Dimmalætting ; 29-11-1997.
Framhøld? / Lena Reinert. - Føringurin ; 04-12-1997.
Bókmentasøgur : greinasavn / Turið Sigurðardóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2004. - síða 336-347.

 

1997

Myrkar nætur / Sonni Jacobsen. - Sørvági : Ytstifjórðingur, 1997. - 185 síður

Lýsing
Ein yvirgangsbólkur herjar landið. Teir hava onga virðing fyri nøkrum, so eingin kennir seg tryggan. Yvirgangskropparnir eru so listilærdir, at eingin hevur hóming av, hvørjir teir eru.

ISBN
99918-934-3-1

Okkurt um bókina
Hevur skrivað bygdarsøgu, roynir seg nú við krimisøgu / Ólavur í Beiti. - Dimmalætting ; 21-06-1997.
Kristilig krimi / Kartni Ravnsfjall. - Føringurin ; 09-10-1997.

 

1997

Páskaódnin / Jóanes Nielsen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1997. - 176 síður

Lýsing
Skaldsøga, sum fer fram í Havnini undir einum ódnarveðri.

ISBN
99918-43-14-0

Okkurt um bókina
Páskaódnin / Sonja Jógvansdóttir. - Sosialurin ; 20-11-1997.
Páskaódn og páskaóhumska / Ólavur í Beiti. - Dimmalætting ; 06-12-1997.
Viðmerking til eitt "ummæli" / Jóanes Nielsen. - Dimmalætting ; 10-12-1997.
Páskaódnin í Havn / Sjúrður Gullbein. - Føringurin ; 18-12-1997.
Jóannes er romantikari / Gunnar Hoydal. - Sosialurin ; 07-02-1998.
Ein rættilig narrifisa / Eyðun Jacobsen. - Fjølnir ; nummar 2 (1998). - síða 24.
Framtíðarsøga um Havnina / Malan Johannesen. - Oyggjaskeggi ; nummar 1 (1998). - síða 8.

 

1998

Teir bláu / Sonni Jacobsen. - Sørvági : Ytstifjórðingur, 1998. - 245 síður

Lýsing
Krimisøga. Í framtíðar Føroyum hevur ein nýggjur politiskur flokkur sæð dagsins ljós. Hann hevur nýggjar hugsjónir á øllum økjum, og tá tað so eydnast at fáa stóra undirtøku, verður ein nýggj politisk skipan innførd. Men hetta verður ikki uttan andstøðu.

ISBN
99918-934-4-x

 

1998

Í morgin er aftur ein dagur / Oddvør Johansen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1998. - 224 síður

Lýsing
Søgulig skaldsøga um kærleika og eina stóra samangifta familju, vinnulívsmenn, útviklingin í Havnini og adressumálið.

ISBN
99918-43-18-3

Prentað eintøk
Prentað eru 2000 eintøk.

Aðrar útgávur
Útgivin sum ljóðbók í 2010, Hjálmar Dam lesur.

Handrit
Handritið er telduskrivað og í varðveitslu hjá høvundinum. Kladdan, sum er skrivað í hond, er eisini í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Beisk og lívsjáttandi skaldsøga / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 19-12-1998.
Í morgin er aftur ein dagur / Vár í Ólavsstovu. - Kvinnutíðindi - serblað ; (1999). - síða 58-59.
Nordisk litteratur. - Kbh. : Nordisk literatur- og bibliotekskomité, 1999. - síða 31 og 85.
Ein góð søga / Ingi Rasmussen. - Dimmalætting ; 15-01-2000.
Nordisk litteratur. - Kbh. : Nordisk literatur- og bibliotekskomité, 2001. - síða 42 og 46.
Oddvør í uppskoti / Inge Knutsson. - Sosialurin ; 27-01-2001.
Óhugnaligur sorgarleikur setti spor / [s.n.]. - Fregnir ; 25-01-2002.

Týðingar
Danskt: I morgen er der atter en dag / Ebba Hentze - Preprint, 2000.
Nýnorskt: Tider skal komme  / Lars Moa - Fonna, 2009.

Annað
Bókin varð tilnevnd bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2001. Fyrst skuldi Erik Skyum Nielsen gera eina týðing, men náddi tað ikki. Síðan tók Ebba Hentze við og umsetti hana heilt av nýggjum, men hon er ikki útgivin enn. Bókin er eisini týdd til norskt av Lars Moa, men er ikki útgivin enn.

Lisin upp í ÚF av Bjørgfinni Nielsen 31-02-1999.

 

1999

Vónbrot : skaldsøga / Oluf Djurhuus. - Innan Glyvur : O. Djurhuus, 1999. - 122 síður

Lýsing
Um tíðina tá Maria Rønning kom til Føroyar við dreingi sínum Andreasi Djurhuus, sum vísti seg longu at verða trúlovaður. Við byrjanarstøði í hesi hending verður føroyska samfelagið lýst. Arbeiðslívið á gørðunum, viðurskiftini hjá ognarfólkið og ognarleysum og møguleikarnir hjá ungfólki at ganga saman í hjúnalag.

ISBN
99918-3-068-5

Prentað eintøk
Prentað í 500 eintøkum.

 

1999

Suðar dýpið reyða / Bergtóra Hanusardóttir. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1999. - 184 síður

Lýsing
Vit fylgja Sáru Tummasardóttir frá tí hon giftist Jákupi og fær familju og til hon verður burtur í Andrassi, bróðir Jákups. Tá í tíðini var ikki væl sætt at einkja giftist svágrinum, so Sára og Andrass fáa alt ímóti sær, og serliga er tað fyrrverandi genta Jákups, Annelena, sum fær avgerandi leiklut í lagnu teirra. 

ISBN
99918-43-24-8

Prentað eintøk
Prentað í 1000 eintøkum.

Aðrar útgávur
Útgivin sum ljóðbók í 2000 og 2013, Súsanna Tórgarð lesur. - ISBN: 9789991872605 / 9789991872612

Handrit
Høvundurin hevur upprunahandritið í varðveitslu.

Okkurt um bókina
Mannalagnur lýstar í nýggjari skaldsøgu við søguligum baksýni / Pól á Kletti. - Dimmalætting ; 26-11-1999.
Mongum brestur ætlan / Carl Jóhan Jensen. - Dimmalætting ; 18-12-1999.
Sára Tummasardóttir - ein tragisk og óhugnalig kvinnulagna / Kirsten Brix. - Sosialurin ; 21-12-1999.
Honum var eg verst, sum eg elskaði mest / Martin Næs. - Bragi ; nummar 1 (2000). - síða 46-47.
Kvinnulagna og siðamisbrot í átjandu øld / Páll Isholm. - Dimmalætting ; 11-03-2000.

Annað
Lisin upp í ÚF av Vár Jacobsen 18-09-2000.

 

1999

Ein ódeyðilig sál - og aðrar / Jens Pauli Heinesen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1999. - 297 síður

Lýsing
Saman við Kánusi og Mass Foss hittir lesarin eina rúgvu av persónunum úr skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen, og enn einaferð kann lesarin flyta seg inn í eina fjølbroytta verð, sum er so beistaktiga lík okkara egnu. Og sum Kánus sigur: Tíðin er ikki til.

ISBN
99918-43-20-5

Okkurt um bókina
Smæruvinirnir / Martin Næs. - Dimmalætting ; 11-12-1999.
Aftur á slóðina / Katrin Næs. - Bragi ; nummar 1 (2000). - síða 42-43.
Tann ódeyðiliga sálin og óendaliga søgan / Páll Isholm. - Dimmalætting ; 29-01-2000.
1999

Dalurin fagri : skaldsøga / Gunnar Hoydal. - Tórshavn : Føroya lærarafelag, 1999. - 309 síður

Lýsing
Drongurin Páll veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum. Søgan tekur við um várið, tá ið gentan Sigrid kemur í dalin, har sjúkrahúsið stendur, og endar summarið eftir, tá ið hon verður førd úr aftur dalinum.

ISBN
99918-1-198-2

Prentað eintøk
Prentað eru 1500 eintøk

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók í 2013, Hans Tórgarð lesur. - ISBN: 9789991872568 / 9789991872551
Útgivin sum e-bók: Føroya lærarafelga, 2012. - ISBN: 9789991874036

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Dalurin fagri / Kinna Poulsen. - Dimmalætting ; 04-12-1999.
Deyðans dalur - lívsins dalur / Pól á Kletti. - Dimmalætting ; 06-10-1999.
At tola og bíða / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 16-10-1999.
Afturhvarvið uppafturrikið / Jonhard Mikkelsen. - Dimmalætting 15-12-1999.
Vit bóðu Jesupápan vera hjá okkum / Svenning Tausen. - Skúlablaðið ; 67. árgangur, nummar 7 (1999). - síða 24-27.
Har náttúran fær orð og menniskjaligar eginleikar / Páll Isholm. - Dimmalætting ; 12-02-2000.
Harmur og gleði í dalinum fagra / Jákup í Skemmuni - Bragi ; nummar 1 (2000). - síða 48-49.
Periferi og sentrum : tolv artikler om færøysk litteratur / Anne-Kari Skarðhamar. - [Oslo] : Unipub, 2006. - síða 65-84.

Týðingar
Danskt: Dalen : roman / Jette Hoydal. - Hedehusene : Torgard, 2008.

 

1999

Úr támi tíðarinnar / Sonni Jacobsen. - Sørvági : Ytstifjórðingur, 1999. - 191 síður

Lýsing
Bókin fer fram í 18. øld og snýr seg um unga parið Sjúrðfríð og Morgunbjørt, ið hittast, gerast væl og giftast. Rundan um tey bæði fáa vit eina lýsing av bygdalívinum í teirri tíðini. Livandi lýsing av einum fátæksligum tíðarskeiði í Føroya søgu.

ISBN
99918-934-5-8

Okkurt um bókina
Sið- ella skaldsøga / Páll Isholm. - Dimmalætting ; 14-10-2000.
2000

Tey, ið undan fóru : skaldsøga / Oluf Djurhuus. - Innan Glyvur : O. Djurhuus, 2000. - 155 síður

Lýsing
Um tíðina tá tær fyrstu sluppirnar komu til landið. Eisini verður nomið við tað gamla bóndasamfelagið, og hvussu bygdin verður fyri álvarsligum bakkasti, tá teir gomlu undangongumenninir leggja frá sær.

ISBN
99918-3-087-1

Prentað eintøk
Prentað eru 500 eintøk.
2000

Koparskrínið / Jens Pauli Heinesen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2000. - 120 síður

Lýsing
Um Danial Gregorius, ið av øllum alvi royndi at renna undan samvitskuni og lagnuni, men at enda verður innheintaður.

ISBN
99918-43-30-2

Okkurt um bókina
Eingin fer undan lagnuni / Páll Isholm. - Dimmalætting ; 23-12-2000.

Annað
Lisin upp í ÚF av Dánjal Joensen 26-06-2001.
2000

Hjá dvørgum í Niðafjøllum : ævintýrsøga / Annfinnur í Skála. - Tórshavn : Sprotin, 2000. - 264 síður

Lýsing
Um Heimin forna, har dvørgar, álvar, risar, vargmenn og menniskju liva hvørt um annað og ikki minst tráa eftir valdi.

Rað
Heimurin forni ; 1.

ISBN
99918-44-45-7

Bókaraðið er
Hjá dvørgum í Niðafjøllum ; Ferðin til Zambora.

Okkurt um bókina
Dvørgar, vargmenn og annað valafólk / Jógvan Isaksen. - Sosialurin 20-01-2001.
Mitt í einum ævintýri / Bergljót av Skarði. - Sosialurin ; 27-01-2001.
Heimurin forni - Hví jubla tit ikki? / Ása Johannesen. - Sosialurin 17-03-2001.

Annað
Fekk í 2001 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri "Hjá dvørgum í Niðafjøllum" og "Ferðin til Zambora".
Lisin upp í ÚF av Hans Tórgarð 31-01-2001.
2000

Ferðin til Zambora : ævintýrsøga / Annfinnur í Skála. - Tórshavn : Sprotin, 2000. - 267 síður

Lýsing
Um Heimin forna, har dvørgar, álvar, risar, vargmenn og menniskju liva hvørt um annað og ikki minst tráa eftir valdi.

Rað
Heimurin forni ; 2.

ISBN
99918-44-46-5

Bókaraðið er
Hjá dvørgum í Niðafjøllum ; Ferðin til Zambora.

Okkurt um bókina
Dvørgar, vargmenn og annað valafólk / Jógvan Isaksen. - Sosialurin 20-01-2001.
Mitt í einum ævintýri / Bergljót av Skarði. - Sosialurin ; 27-01-2001.
Heimurin forni - Hví jubla tit ikki? / Ása Johannesen. - Sosialurin 17-03-2001.

Annað
Fekk í 2001 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri "Hjá dvørgum í Niðafjøllum" og "Ferðin til Zambora".
Lisin upp í ÚF av Hans Tórgarð 26-03-2001.
2001

Tá ið eg havi málað summarhúsið : skaldsøga / Oddvør Johansen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2001. - 116 síður

Lýsing
Fer fram í Havnini í 90’árunum. Samfelagskreppa og rúsevni gera tað ikki lætt fyri tann hálvvaksna Pedda at fóta sær í samfelagnum, men eisini fyri hann er vón fyri framman.

ISBN
99918-43-34-5

Onnur uppløg
2. upplag, 2011. - ISBN 9789991843346

Prentað eintøk
Prentað eru 2000 eintøk.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2002, Páll Danielsen lesur.

Handrit
Telduskrivað handrit er í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Skeivar krepputíðir : Pedda í alfagra land sínum / Firouz Gaini. - Dimmalætting ; 26-04-2002.
Kjakbók í brennidepli / Turið Sigurðardóttir. - Fregnir ; 20-09-2002.

Annað
Oddvør Johansen fekk í 2002 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri hesa skaldsøguna.
Lisin upp í ÚF av Páll Danielsen 11-03-2003.

 

2002

Gutthús : skaldsøga / Oluf Djurhuus. - Innan Glyvur : O. Djurhuus, 2002. - 137 síður

Lýsing
Skaldsøgan fer fram í tíðarskeiðinum síðst í 19. øld og nakað langt fram í 20. øld, og viðger sorgarleikir sum so ofta raktu heimini av tuberklasjúkuni, sum um hetta mundi ikki stóð til at lekja.

ISBN
99918-963-0-9

Pentað eintøk
Prentað eru 500 eintøk.
2002

Bygdarmenning : skaldsøga / Andras Miðskarð. - Klaksvík : A. Miðskarð, 2002. - 215 síður

Lýsing
Kristilig skaldsøga. Fólkið í Selvík flytur burtur til stórbygdirnar vegna vantandi arbeiði. Tórhallur setur sær fyri, við Guds hjálp, at venda gongdini.

ISBN
99918-3-119-3

Prentað eintøk
Prentað eru 1500 eintøk.

Handrit
Teldutøka handritið er í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Paradís á jørð / René Hjelm. - Fregnir ; 04-06-2003.
2003

Eitrandi blóð / Sonni Jacobsen. - Sørvági : Ytstifjórðingur, 2003. - 188 síður

Lýsing
Krimisøga. Høvuðspersónurin kemur, eftir at hava verið burtur frá heimbygd sínari í ein mansaldur, heim at fylgja einum deyðum bróðuri. Honum kemur fyri, at bæði rundan um andlátið og í sýsluni sum heild er mangt í so gátuført. Hansara gamli heimstaður tykist at vera eitraður.

ISBN
99918-934-7-4
2004

Hjálpt úr neyð : skaldsøga / Absalon Absalonsen. - Tórshavn : Løkur lítli, 2004. - 229 síður

Lýsing
Søgulig skaldsøga ið lýsir trongu livikor føroyinga um aldarskiftið 1700-1800, ofta nevnd hungursárini. Tá neyðin var størst, kom hjálpin á óvantaðan hátt. Søgan lýsir serstakliga hvønn týðandi leiklut, kristna trúgvin hevði í gerandislívinum.

ISBN
99918-994-1-3

Prentað eintøk
Prentað í 1500 eintøkum.

Handrit
Handritið er goymt á diski hjá forlagnum og er eisini tøkt á prentsmiðjuni Einars Prent.

Bókaraðið er
Hjálpt úr neyð ; Sornhúsfólkini.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Keypmannahavn : Amaldus, 2013. - ISBN: 9789991875132
Útgivin sum ljóðbók í 2008, Hjørdis Háberg Petersen lesur.
2004

Hvør var Nimrod? / Jens Pauli Heinesen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2004. - 178 síður

Lýsing
Kærleikin er sum ikki einaferð kjarnin í skrivingini hjá høvundinum. Tað eru tær duldarfullu leiðirnar hjá ástarhuganum, hvussu hann festir seg á fólk, sum eingin hevði gitt, at hvørki maður ella kvinna høvdu fullið fyri. Kærleikin fylgir nevniliga sínum egnu reglum, sum ofta fara út um samfelagsins vanligu girðingar.

ISBN
99918-43-52-3 (Misprentað í bókini 99918-46-52-3)

Okkurt um bókina
Listamaður í tríkantsdrama / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 30-04-2005.
Hvat hava "Hvør var Nimrod" og "Sebastians Hús" til felags? / Agnar Jógvansson. - Dimmalætting ; 24-06-2005.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2006, Ria Tórgarð lesur.
2004

Sebastians hús : skaldsøga / Oddvør Johansen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2004. - 128 síður

Lýsing
Bókin er um keypmansgarðin Sebastians hús og fevnir frá 1890’unum til 1950’ini. Bókin viðger menningina hjá eini smágentu og sigur frá lívi og lagnu hjá teimum, sum eru knýtt at húsunum á Skálatrøð. Bókin er í stóran mun sjálvbiografisk.

ISBN
99918-43-48-5

Prentað eintøk
Prentað í 2000 eintøkum.

Handrit
Telduskrivað handrit er í varðveitslu hjá høvundinum.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2005, Súsanna Tórgarð lesur.

Okkurt um bókina
Oddvør Johansen stóri vinnarin / Sonja J. Jógvansdóttir. - Dimmalætting ; 10-08-2004.
Køkutombola í Sebastians Húsi / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 14-12-2004.
Diddan og hini á Skálatrøð / Kim Simonsen. - Dimmalætting ; 11-02-2005.
Hvat hava "Hvør var Nimrod" og "Sebastians Hús" til felags? / Agnar Jógvansson. - Dimmalætting ; 24-06-2005.

Týðingar
Íslendskt: Sebastíanshús : skáldsaga / Úlfur Hjörvar - Reykjavík : Grámann, 2005. 

Annað
Bókin vann skaldsøgukapping, ið Norðurlandahúsið skipaði fyri í 2004. Inn komu 28 handrit.
Lisin upp í ÚF av Súsannu Tórgarð 31-01-2005.

 

2004

Meðan sólin í eystri roðar : skaldsøga / Jóannes Kjølbro. - [S.l.] : J. Kjølbro, 2004. - 175 síður

Lýsing
Krimisøga. Eitt altjóða oljufelag, sum ikki fekk nakað leitingarloyvi, tá seinasta útbjóðingarumfar var fyri, ger av at senda ein umboðsmann til Føroya fyri at fáa greiðu á, hvørjar orsøkirnar munnu vera til, at teir ikki sluppu upp í part. Tá ein breti, ið hevur samband við oljuvinnuna í Føroyum, verður myrdur, gerst greitt, at duldar kreftir standa aftanfyri.

ISBN
99918-3-158-4

Aðrar útgávur:
Útgivin sum e-bók: J. Kjølbbro, 2012. - 9789991833590

 

Annað
Lisin upp í ÚF av Hans Tórgarð 06-12-2004.
2004

- der græder så mangen / Kári Petersen. - Tórshavn : K. Petersen, 2004. - 198 síður

Lýsing
Kærleikssøga um havnargentuna Eyð, sum verður svikin av drongi sínum. Hon hittir danan Jens, men søgan endurtekur seg. Heldur ikki Jens letur frætta frá sær, og Eyð avgerð, at fara til Danmarkar at leita eftir honum.

ISBN
99918-3-170-3

Prentað eintøk
Prentað í 900 eintøkum.

Handrit
Henda søga var upprunaliga ætlað sum ein filmsøga, og varð handritið tí skrivað sum eitt handrit til eina sjónvarpsframleiðslu. Høvundurin valdi seinni at skriva handritið umaftur sum eina skaldsøgu. Handritið er í varðveitslu hjá høvundinum.
2005

Sornhúsfólkini : skaldsøga / Absalon Absalonsen ; perma og myndir: Absalon Absalonsen. - Tórshavn : Løkur lítli, 2005. - 244 síður

Lýsing
Skaldsøga um viðurskifti føroyinga fyri 100-200 árum síðani, árini fyri og eftir fríhandilin og fram til slupptíðina.

ISBN
99918-994-2-1

Prentað eintøk
Prentað í 1500 eintøkum.

Handrit
Handritið er goymt á fløgu hjá forlagunm og er eisini tøkt á prentsmiðjuni Einars Prent.

Bókaraðið er
Hjálpt úr neyð ; Sornhúsfólkini.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2012, Heri Tróndheim lesur.
2005

Messias II ella Synd drepur Guð : ein leysasøga / Elias Askham. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2005. - 356 síður

Lýsing
Um Ádam Guðmundsson, eitt neyðardýr, ið líður av - tvørt at siga - bæði lívsleiði og stórlætisørskapi; hann kennir seg sum fremmandan í tilveruni, og tó hevur hann sæð sannleikan aftan veruleikan: at lív okkara eru meiningsleys.

ISBN
99918-43-61-2

Okkurt um bókina
Syndarliga pretentiøs / Agnar Jógvansson. - Dimmalætting ; 13-01-2006.
Myrk og døpur debut skaldsøga / Pætur M. Dahl. - Sosialurin ; 14-05-2006.
2005

Mørk / Vida Akselsdóttir Højgaard. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2005. - 180 síður

Lýsing
Søga um gentuna Lív, sum veksur upp í eini lítlari, føroyskari bygd. Evnarík, men viðkvom, lærir hon á ungum aldri tilveruna at kenna frá eini døkkari síðu. Í bókini verður spurningur settur við, í hvussu stóran mun vit sjálv eru før fyri at mynda lív okkara.

ISBN
99918-43-59-0

Okkurt um bókina
Ein deilig føroysk skaldsøga / Agnar Jógvansson. - Outsider Magazin ; 2. árgangur, nummar 2/3 (2006). - síða 260-261.

Annað
Útgivin sum ljóðbók í 2007, Birita Mohr lesur.
Vida fekk í 2009 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri Mørk og fyri yrkingasavnið Novemburmorgun.
2005

Krossmessa / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2005. - 289 síður 

Lýsing
Krimisøga. Tá tvey ung bretsk umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar á oljukaiini í Havn, fær tað felagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum. Um somu tíð fær Hannis Martinsson vitjan og verður biðin um at finna út av, hvør ið hevur dripið tey ungu.

ISBN
99918-43-62-0
9789991843629

Onnur uppløg
2. upplag av 1. útgávu 2010.

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók í 2006, Kári Mouritsen lesur

Okkurt um bókina
Altjóða krimieyðkenni / Marna Jacobsen. - Varðin ; bind 73 (2006). - síða 147-166.
Ein føroyskur Marlowe fer í grind / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 24-02-2006.

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 3

Týðingar
Danskt: Korsmesse / Jógvan Isaksen - Hedehusene : Torgard, 2009
Danskt: Korsmesse (2. útgáva) / Jógvan Isaksen - Hedehusene : Torgard, 2011
Enskt: Walpurgis tide / John Keithsson - London : Norvik Press, 2016. - ISBN: 9781909408241

 

Annað
Lisin upp í ÚF av Kára Mouritsen 26-01-2006

 

2005

Ó- : søgur um djevulskap / Carl Jóhan Jensen. -  Vestmanna : Sprotin, 2005. - 786 síður

Lýsing
Søgur um vampýrar, trúboðar og annað valafólk. Um djevulskap, sum fer víða um í tíð og rúmi. Frá trýss-árunum aftur í nítjandu øld. Úr tí avbyrgda Dalinum vesturi í Vágunum og suður á evropeiska meginlandið, heilt at Svartahavstrondum

ISBN
99918-44-74-0
9789991844824 

Onnur uppløg
2. upplag av 1. útgávu 2007

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók 2010, Carl Jóhan Jensen lesur
Útginin sum e-bók á føroyskum: Vestmanna : Sprotin, 2013. - ISBN: 9789991871547

Okkurt um bókina
Millum trúboðarar og vampýrar / Birgir Kruse. - Dimmalætting ; 11-11-2005
Kynstrið at skriva seg sjálvan inn í bókmentasøguna / Kim Simonsen. - Dimmalætting ; 02-12-2005
Ósøgur um djevulskap / Malan Marnersdóttir. - Sosialurin ; 23-12-2005
Hálov av skaldskapi / Arnbjørn Ó. Dalsgarð. - Dimmalætting ; 13-01-2006
Eitt ár at týða Ó / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 21-12-2009

Týðingar
Svenskt: O-  : historier om djävulskap / Anna Mattsson. (ikki givin út)
Norskt: U-  : historier om djevelskap / Lars Moa. - Oslo : Det Norske Samlaget, 2010
Íslenskt: Ó- sögur um djöfulskap / Ingunn Ásdísardóttir. - Akranes : Uppheimar, 2013. - ISBN: 9789935432889

 

Annað
Carl Jóhan Jensen fekk í 2005 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri hesa skaldsøguna
Tilnevnd Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2007

 
2005

Hvirlan / Dagny Joensen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2005. - 174 síður

Lýsing
Søga um kvinnulagnur í føroyska samfelagnum frá undan seinna heimsbardaga og til í dag

ISBN
99918-43-56-6

Okkurt um bókina
Modernaða frambrotið >>ultra light<< / Kim Simonsen. - Outsider Magazin ; 2. árgangur, nummar 2/3 (2006). - síða 262-264
2005

Glansbílætasamlararnir : skaldsøga / Jóanes Nielsen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2005. - 276 síður

Lýsing
Søga um fimm lagnir úr sama flokki, fimm dreingir í Sankta Frans skúla í Havn, sum doyggja á ungum árum

Onnur uppløg
2. upplag av 1. útgávu, 2009.
4. upplag av 1. útgávu, 2013

ISBN
99918-43-57-4
978-99918-43-57-5

 Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2009,  Hans Tórgarð lesur
Útgivin sum e-ljóðbók á donskum: København : Nota, 2010
Útgivin sum e-bók á donskum: Hedehusene : Torgard, 2012. - ISBN:9788792286543

Okkurt um bókina
Maðkareiðrini aftan fyri gardinurnar / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 17-11-2005
Glansbílætasamlararnir / Arnbjørn Ó. Dalsgarð. - Dimmalætting ; 16-12-2005
Fínasta slag / Agnar Jógvansson. - Outsider Magazin ; 2. árgangur, nummar 2/3 (2006). - síða 257-259
Glansbílætasamlararnir eftir Jóanesi Nielsen / Heini Olsen. - Tórshavn : H. Olsen, 2009. - 67 síður

Týðingar
Danskt: Glansbilledsamlerne / Povl Skårup . - Hedehusene : Torgard, 2008. 2. udgave, 2010
Norskt: Glansbildesamlarane / Lars Moa. - Oslo : Heinesen, 2009
Íslendskt: Glansmyndasafnararnid / Kristín Svanhildur Ólafsdóttir. - Reykjavík : Draumsýn, 2013. - ISBN: 9789935444448

 
2006

Burtur : skaldsøga / Bergtóra Hanusardóttir. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2006. - 418 síður 

Lýsing
Rói og Sólja fara við Tjaldrinum til Keypmannahavnar, hann at lesa verkfrøði og hon at lesa til lækna. Men tilveran burturi lagar seg ikki bara sum tey høvdu væntað. Tey skulu kunna seg við eitt nýtt land og eina nýggja mentan. Og tey skulu kunna seg við hvørt annað og læra at lofta sær í tí fremmanda

ISBN
99918-43-70-1

Prentað eintøk
Prentað í 1000 eintøkum

Handrit
Bæði upprunahandritið og týdda handritið er í varðveitslu hjá høvundinum

Okkurt um bókina
Skaldsøga um tilverukorini hjá útisetum / Dagny Joensen. - Sosialurin ; 10-11-2006
Svala í sólarrisi / Hanus Kamban. - Sosialurin ; 15-11-2006

Annað
Bókin er týdd til danskt, men tað handritið er ikki útgivið
2007

Í havsins hjarta : skaldsøga / Gunnar Hoydal. - Vestmanna : Sprotin, 2007. - 517 síður 

Lýsing
Stutt undan næstseinasta aldaskifti kemur nýlærdur prestur, 24 ára gamal, til landið, beint sum ein nýggj og øðrvísi tíð tekur seg upp. Presturin er langabbi høvudans. Haðani tekur søgan um Føroyar í tjúgundu øld seg upp

ISBN
9789991844879

Prentað eintøk
Prentað eru 1500 eintøk.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni

Okkurt um bókina
Stovnsfæið / Malan Marnersdóttir. - Sosialurin (Vikuskifti) ; 16-11-2007
Mangt er til, sum ikki er til / Jógvan Isaksen. - Sosialurin (Vikuskifti) ; 16-11-2007
Endar burturferðin ongantíð? / Bergljót av Skarði. - Dimmalætting ; 22-11-2007
Havsins andandi pulsur / Heðin M. Klein. - Dimmalætting ; 02-12-2009

Annað
Í uppskoti til bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2010, og í tí sambandi týdd til danskt: I hvavets hjerte
2007

Adventus Domini / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2007. - 253 síður

Lýsing
Krimisøga. Stutt fyri jól ringir ein umboðsmaður fyri stórmeistaran í Maltesaraordaninum til Hannis Martinsson og biður hann vera fyri sær á Farstøðini, tá ið hann kemur til Havnar. Frá tí løtu maltesarin er komin til Føroyar og til jóla, fara bæði løgnar og harðligar hendingar fram ymsastaðni í landinum

Krimiraðið er : Hannis Martinsson; 4

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók í 2008, Kári Mouritsen lesur.

ISBN
9789991843773

Okkurt um bókina
Isaksen krimar / Dagfinn Olsen. - Sosialurin (Vikuskifti) ; 14-12-2007
Adventus Domini / Marna Jakobsen. - Dimmalætting ; 13-12-2007

 

2007

Tema við slankum / Sólrún Michelsen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2007. - 118 síður

Lýsing
Tema við slankum er samansett av søgum, sum snara uttan um gentuna og kvinnuna, sum alt lívið situr handan rimar

ISBN
9789991843766

Onnur uppløg
2. upplag av 1. útgávu 2013

Okkurt um bókina
Handan rimar / Anna V. Ellingsgaard og Rigmor Dam. - Sosialurin ; 22-12-2007
Handan rimar : Sólrún Michelsen: Tema við slankum / Jógvan Isaksen. Í: Dulsmál og loynigongir. - [Keypmannahavn] : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2008
Tema við slankum / Turid Thomsen. Dimmalætting ; 02-01-2008
Tema við slankum. Um minimalismu og smálutamyndburð (ritgerð) / Malan Poulsen. Varðin ; bind 75 (2008)

Týðingar
Danskt: At danse med virkeligheden / Kirsten Brix - Hedehusene : Torgard, 2009
             E-bók: 2012. - ISBN: 9788792286727 

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2009, Sólrún Michelsen lesur
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2013. - ISBN: 9789997210012

 

 

Annað
Høvundurin fekk í 2008 virðisløn M.A. Jacobsens fyri Tema við slankum
2008

Útvølir / Tóroddur Poulsen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2008. - 185 síður

ISBN
9789991843827

Lýsing
Fartíðin býr í innvølunum, staðfestir Tóroddur Poulsen, sum fer á eina paranoida ferð aftur í tíðina.
2008

Metusalem / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2008. - 316 síður

ISBN
9789991843803

Lýsing
Krimisøga. Ein dagin verður Hannis Martinsson ringdur upp av einum sandingi, sum sigur, at tann deyði maðurin, sum er funnin, er beiggi hansara. Frá hesum degi verður Hannis fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran Red Crusader og hernaðarstøðina í Mjørkadali.

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 5

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2010. - Kári Mouritsen lesur.

Týðingar
Danskt: Metusalem / Povl Skårup - Hedehusene : Torgard, 2011. 

 

2009

Norðlýsið / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2009. - 290 síður

Lýsing
Krimisøga. Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Hannis Martinsson fer undir at kanna, um samanhangur er, og um illvilji móti samkyndum hevur nakran leiklut.

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 6

 Aðrar útgávur:
Útgivin sum e-bók á donskum: Hedehusene : Torgard, 2013. - ISBN: 9788792286680
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin 2016. - Kári Øster lesur. - ISBN: 9789997251992 / fløga. - ISBN: 9789997253002 / mp3 

Okkurt um bókina
Bókin bleiv umrødd í Kringvarpinum í útvarpssendingini "Studio 2" tann 18. desember 2009.
Ræðusøga um okkum sjálvi / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 21-12-2009.

Týðingar
Danskt: Nordlys / Inger Smærup Sørensen. - Hedehusene : Torgard, 2013. - ISBN: 9788792286673

 
2010

Dirvi til at liva / David Johannesen. - Miðvági : Vón, 2010. - 135 síður

ISBN 
9789991893853
Norska Løva / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2010. - 268 síður

ISBN
9789991843926

Lýsing
Krimisøga. Færøernes Mellem- og Realskole er ein dagin í mai 1935 á útferð í Lamba fyri at síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, sum fór á land nýggjársaftan 1707. Á útferðini hvørvur ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum

Krimirøðin er : Hannis Martinsson ; 7

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2016. - Kári Øster lesur. - ISBN:  9789997253064 / fløga. - ISBN: 9789997253071 / mp3
2011

Deydningar dansa á sandi / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2011. - 372 síður

ISBN
9789991843988

Lýsing
Krimisøga. Ein maður verður funnin deyður niðri í fjøruni í Føgrulíð á Borðoynni. Hann er leinkjaður ímillum tveir steinar í sjóvarmálanum. Hannis Martinsson ørminnist, at hann hevur hoyrt um onkran sum var festur upp á hendan mátan áður, men hevur í fyrstani ilt við at koma í tankar um hvar. Skjótt fer kortini ein deyðadansur fram, sum fevnir úr Kunoy til Sumbiar, og træðrir eru nógv ár aftur í tíðina

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 8

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók: : Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2016. - Kári Øster lesur. - ISBN: 9789997253170 / mp3

 

 
2011

Brahmadellarnir / Jóanes Nielsen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsind, 2011. - 364 síður

ISBN
9789991843957

Lýsing
Søgan byrjar í Havnini í 1846. Hon er um teir tríggjar brahmadellarnar Gamla Tóvó, Tóvó og Bettu. Um norska korpurálin Nils Tvíbur, læknan Napoleon Nolsøe og hansara tilstundandi frú Henriettu Løbner, og um onnur hampafólk sum livdu tey árini tá so nógv broyttist í Føroyum. Ein umleið 150 ára long søga, lýst gjøgnum eygu Eigil Tvíburs, sum kom at gerast ein av frægu høvundum Føroya

Bókaraðið er:
Brahmadellarnir ; Bommhjarta

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók: : Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2013. - Hans Tórgarð lesur. - ISBN: 9789997251008 / fløga. - ISBN: 9789997251015 / mp3
Útgivin sum e- bók á donskum: Hedehusene : Torgard, 2013. - ISBN: 9788792286666

Týðingar
Dansk: Brahmadellerne / Povl Skårup. - Hedehusene : Torgard, 2012. - ISBN 9788792286659 
Norskt: Brahmadellane / Lars Moa. - Tromsø : Margbok, 2012. - ISBN 9788293065241
Týkst: Die Erinnerungen / Ulrich Sonnenberg. - München : btb, 2016. - ISBN: 9783442754335

 
2011

Tey bæði : trúfesti og fullkomin friður / Hanus Samró. - Tórshavn : H. Samró, 2011. - 172 síður

ISBN
9789991833392

Lýsing
Søga fyri ung. Vit hitta parið Vár og Bjarta, sum eru av Sandoynni. Vit fáa innlit í skúlagongd, heimalív, frítíðarlív, kærleikslív og síðst men ikki minst tær lívskreppur, sum hesi ungu koma í
2011

Vitjan... : framtíðarskaldsøga / Annfinnur í Skála. - Vestmanna : Sprotin, 2011. - 310 síður

ISBN
9789991871677

Aðrar útgávur:
Útgivin sum e-bók: Vestmanna : Sprotin, 2012. - ISBN 9789991871912

Lýsing
Stórpolitikkurin ridlar, parlament verða øst upp, tí verur uttan úr heimi hótta mannaættina, og bert ein – ein serur havnarmaður, ið hevur búsett seg í Mykinesi, er førur fyri at greiða fløkjuna

 
2012

Tann fimti maðurin / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Amaldus [i.e. Mentunargrunnur studentafelagsins], 2012. - 287 síður

ISBN
9789991875033

Lýsing
Krimisøga. William Hammer er komin í starv hjá tí føroysku løgregluni og hevur fingið sína egnu deild í Skansahúsinum. Hann verður av danskari og bretskari fregnartænastu biðin um at finna ein skotskan veðurfrøðing, sum er horvin í Føroyum í 1970. Tað sigst, at hann var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi

Krimiraðið er : William Hammer ; 1

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2013. - Hjálmar Dam lesur. - ISBN: 9789997251022 / fløga . - ISBN: 9789997251039 / mp3
2012

Skugganna land / Annfinnur í Skála. - Vestmanna : Sprotin, 2012. - 553 síður

ISBN
9789991871557

Lýsing
Um Heimin forna, har dvørgar, álvar, risar, vargmenn og menniskju liva hvørt um annað og ikki minst tráa eftir valdi

Broytt og enduskoðað úgáva av: 
Heimurin forni: Hjá dvørgum í Niðafjøllum ; Ferðin til Zambora. - 2000
2013

Offurmorðið / Durita Holm. - Keypmannahavn : Freya [ Mentunargrunnur studentafelagsins], 2013. - 403 síður

ISBN: 9789991833934

Lýsing
Krimisøga. Antropologurin Alisa fer til Kolumbia at granska kynsímyndir í tí stak mansliga tarvafektaraumhvørvinum. Ein dagin sær hon eitt møguligt morð, sum hon síðan saman við tarvafektaranum Javier Cortés roynir at avdúka. Áðrenn tey vita av, enda tey langt inni í frumskóginum í hóslag við bæði indiánar, paramiliter herlið og kommunistiska uppreistrarherin Fars

Krimiraðið er : Alisa ; 1

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók: Ljóðbókanevndin, 2015. - Tjóðhild Patursson lesur. - ISBN: 9789997251534 / fløga. - ISBN: 9789997251527  / mp3

 
2013

Prædikarin / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2013. - 300 síður

ISBN: 9789991875125

Lýsing
Krimisøga. Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. Skansadeildin við Williami Hammer á odda verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini

Krimiraðið er : William Hammer ; 2
2013

Hinumegin er mars / Sólrún Michelsen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2013. - 144 síður

ISBN: 9789991875057

Lýsing
Frásøgukvinnan í skaldsøguni er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir av álvara, at tann stytsti teinurin í lívinum er eftir. Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum, og samstundis í brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin 2014. - Sólrún Michelsen lesur. - ISBN: 9789997251268 / fløga. - ISBN: 9789997251275 / mp3 

Týðingar
Danskt : På den anden side er marts / Kirsten Brix. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsind, 2013. - ISBN: 9789991875286
Danskt : På den anden side er marts / Kirsten Brix. - Keypmannahavn : Hedehusene, 2017. - ISBN. - ISBN: 9788792286949

 
2013

Brot / Páll Nolsøe. - Vestmanna. - Sprotin, 2012. - 463 síður

ISBN: 9789997210043

Lýsing
Krimisøga. Líkið av eini ungari kvinnu verður funnið uppi við Oyggjarvegin. Ungi kriminalløgreglumaðurin Einar Meyer verður settur at loysa málið saman við fólki frá Ríkisløgregluni. Teir leita eftir einum ísakøldum psykopati

Aðrar útgávur:
Útgivin sum e- bók: Sprotin, 2013. - ISBN: 9789997210111
2013

Hans Jensen / Hanus Samró. - Hoyvík : Egið forlag, 2013. - 424 síður

ISBN: 9789991833927

Lýsing
Politisk spenningssøga, ið snýr seg um vinnulívsmannin Hans Jensen, sum er farin til Dubai í arbeiðsørindum. Túrurin fær eina bráða vend, og hann má spyrja seg sjálvan, um hann skal selja prinsippini og fara eftir vinninginum ella halda fast við grundhugsjónina, men missa vinningin. Um ætlanin skal eydnast, verður hann noyddur at fáa politisku skipanina við. Spurningurin er, um politiska skipanin vil samstarva, tí Hans Jensen er ikki beinleiðis vinarligur, tá tað kemur til almennu umsitingina
2013

Havni var mítt náðileysa heim ella In der Gneðra / Agnar Artúvertin. - Køge : Gwendalyn, 2013. - 121 síður

ISBN: 9789991884233

Bókaraðið er
Filosofiskar investigatiónir út í essensin ... bind 2
2013

Ljósar tíðir / Agnar Artúvertin. - Køge : Gwendalyn, 2013. - 190 síður

ISBN: 9789991884226

Bókaraðið er
Filosofiskar investigatiónir út í essensin ... bind 1
2014

Korallin í Tallin / Agnar Artúvertin. - Køge : Gwendalyn, 2014. - 191 síður

ISBN: 9789991884240

Bókaraðið er
Filosofiskar investigatiónir út í essensin ... bind 3
2014

Eg síggi teg betur í myrkri : forspæl til ein gleðileik / Carl Johan Jensen. - Vestmann : Sprotin, 2014. - 520 síður

ISBN: 9789997210586

Lýsing:
Fáar dagar áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðmannaskipið Lyra á veg úr Bergen til Føroya. Við er íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson, sum roynir at taka seg av døgum við morfini. Nú er tann løtan í lívi hansara komin, tá fortíðin hevnir seg aftur

Aðrar útgávur:
Útgivin sum e- bók: Sprotin, 2014. - ISBN: 9789997210654
Útgivin sum ljóðbók: Ljóðbókanevndin, 2014. - Carl Johan Jensen lesur. - ISBN: 9789997251701  / mp3 

 
2014

Rustur sum viður og vindur : skaldsøgur / Tóroddur Poulsen. - Tórshavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2014. - 167 síður

ISBN: 9789991875231

Lýsing:
Skaldsøgan, sum er skrivað í brotum, er í høvuðsheitum um tilveruna hjá yrkjaranum júst nú. Ein satirisk lýsing av góðum og illum í tilveruni bæði í Havnini og Keypmannahavn
2014

Zapatista / Durita Holm. - Keypmannahavn : Freyja, 2014. - 337 síður

ISBN: 9789991834290

Lýsing:
Krimisøga. Antropologurin Alisa fer hesaferð til Meksiko at granska spenningar ímillum neoliberalismu og kommunitarismu, umboðað av ávikavist námsfyritøkuni Mining International og Zapatista-uppreistrarbólkinum. Alisa endar skjótt mitt í einum meldri av óloystum gátum og vandamiklum tilburðum, sum tykjast vera tengd at teirri spentu støðuni í økinum

Krimiraðið er : Alisa ; 2

 
2014

Vølundarhúsi / Jógvan Isaksen. - Tórshavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2014. - 300 síður

ISBN: 9789991875248

Lýsing:
Krimisøga. Ein eldri kvinna, sum býr í eini íbúð undir Kongavarða, sigur seg hava hoyrt, at maðurin í granníbúðini er blivin dripin. Advokatvirkið, sum eigur íbúðina, sigur, at eingin hevur búð í henni tað seinasta árið. Kvinnan stendur uppá, at hon kendi mannin væl, og at hann nú er horvin. William Hammer fer at kanna málið

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 9

Aðrar útgávur
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin 2016. - Kári Øster lesur. - ISBN: 9789997253194 / mp3 
2014

Hitt blinda liðið / Jógvan Isaksen. - Tórshavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2015. - 291 síður

ISBN: 9789991875385

Lýsing:
Krimisøga. Ein beinagrind verður funnin múrað inni í kjallaranum á einum av teimum gomlu húsunum úti á Reyni. Vit eru í døgunum upp undir sólarmyrkingina, og løgreglan hevur úr at gera í sambandi við tey mongu túsund ferðafólkini, sum vitja Føroyar. Tí fær Skansadeildin við Williami Hammer á odda málið

Krimiraðið er : William Hammer ; 3
2015

Bókin um tað góða / Carl Jóhan Jensen.- Vestmanna : Sprotin, 2015. - 238 síður

ISBN: 9789997211507

Lýsing:
Bókin um tað góða er søgan um tann rúmliga trýss ára gamla prentaran K., sum ein várdag í 2011 ásannar, at hann hevur mist trúnna upp á tað góða soleiðis, sum hann f