Ráð og tænastur í bókasavnsviðurskiftum

Stovnstænastan á Landsbókasavninum veitir skúlum og øðrum stovnum ráð og tænastur í bókasavnsviðurskiftum.

Ráðgeving
Ráðgeving kann fevna um bókasavnsmál, so sum skráseting av tilfari, útlan og røkt av tilfarsstovni.

Skráseting og røkt av bókasøvnum
Landsbókasavnið átekur sær eisini eftir umbøn at skipa og skráseta bókastovnar hjá almennum og privatum stovnum.

Skrásetingin fer fram í bókasavnsforritinum Reindex, sum verður brúkt á flest øllum føroyskum bókasøvnum.

Fyrispurningar um ráðgeving ella tænastur kunnu sendast til:

Tanya Møller (Skúla- og fólkabókasøvn)
Tlf.: 340517
E-mail: tanyam@landsbokasavnid.fo 

Heiðrún H. Guðmundsdóttir (Aðrir stovnar)
Tlf.: 340528
E-mail: heidrung@landsbokasavnid.fo