Tænastur
Hentleikar á Landsbókasavninum

TRÁÐLEYST NET
Á bókasavninum er tráðleyst net. Kotan stendur á skeltum á borðunum í útláninum.

Teldur
Í útláninum standa tríggjar Mac-teldur ið eru knýttar at prentara, til lánarar at brúka. Tað kostar 1 kr fyri hvørt ark í svørtum og hvítum.

LESISTOVA
Hevur tú brúk fyri arbeiðsfriði, eru 8 pláss á lesistovuni.
Um tær ikki nýtist totalan frið, eru arbeiðsborð millum hillarnar í útláninum.
Um tú hevur brúkt bøkur hjá bókasavninum, vinaliga lat tær liggja eftir á borðinum. Vit seta tær uppá pláss.

FØROYSKU BLØÐINI
Yvirlit yvir føroysk dagbløð á mikrofilmi
Yvirlitið sýnir, hvørji føroysk dagbløð og onnur bløð Landsbókasavnið hevur á mikrofilmi. Hesir filmar kunnu bert brúkast á bókasavninum, og tað ber til at taka ljosrit av tí, ið skal brúkast.
Talgildu føroysku bløðini og tíðarrit liggja á tidarrit.fo Harumframt er Dimmalætting talgilt frá 2003-2015 og Sosialurin frá 2000-2015, og kunnu tey lesast í Tøknirúminum á Landsbókasavninum.
Sum nakað nýtt hava Dimmalætting gjørt av, at allir árgangir, sum eru eldri enn tvey ár kunnu lesast á teirra heimasíðu dimma.fo

TELDUR
Í Tøknirúminum eru tvær teldur til taks. Til ber at prenta út frá tí einu.

PRINT - KOPIERING - SKANNING
Í tøknirúminum er kopimaskina við ymiskum hentleikum til lánarar at brúka.

FUNDIR
Í fundarrúminum er friður og til ber til at halda stuttar fundir.

KAFFI- OG MATKRÓKUR
Møguleiki er at eta matpakka og fáa sær ein drekkamunn í kaffi- og matkrókinum í forhøllini.

KAFFI, TE OG OKKURT GOTT AFTURVIÐ
Í forhøllini standa ein kaffimaskina og ein automat.
Kaffi: 12.- kr
Te/vatn: 5,- kr

VESI
Vesir eru í forhøllini.
Vesið til høgru er eisini til fólk við rørslutarni og eitt skiftiborð við møguleika fyri at skifta tínum barni.

SKIFTIBORÐ

SKÁP
Til ber at leggja viðføri o.a. í skápini í forhøllini. Vegleiðing til kotuna finnur tú á skápunum.

VØDDAMÝKING
Treingir tú til ein steðg, ber til at nýta okkara stól til vøddamýking. Av tí at stólurin stendur í fundarrúminum í forhøllini, er hann bert tøkur tá hølini ikki eru upptikin. Stólurin er ókeypis at brúka.

PARKERINGSVIÐURSKIFTI
Á Landsbókasavninum eru fleiri parkeringspláss, eitt av teimum er til rørslutarnað.
Vetrarljós
Besta viðgerin móti tunglyndi er ljósviðgerð. Í útláninum hava vit sett eina ljóslampu til vitjandi at brúka.

