Universitetsbókasavn

Lesandi eru vælkomin!
Bókasavnið er ein týðandi partur av lestrarlívinum hjá lesandi á hægri lestri og hjá granskarum annars. Tað er her, tú finnur bøkur og tíðarrit, og her, tú fært atgongd til grunnar við talgildum vísindaligum greinum. Haraftrat hava vit fjølbroyttar hølisumstøður til tín at brúka.
Her kanst tú eisini møta øðrum lesandi, t.d. tá tú fært tær ein væl uppibornan steðg við einum drekkamunni og onkrum søtum afturvið. Sum eykavinning kanst tú eisini fáa eitt gott prát við starvsfólk, sum eru fús at hjálpa tær.
Landsbókasavnið er føroyska universitetsbókasavnið
Vit arbeiða fyri at veita best møguligar bókasavnstænastur til lesandi á hægri lestri, til undirvísarar á Setrinum og granskarar á øllum føroyskum granskingarstovnum.
Tænasturnar umfata atgongd til vísindaligt tilfar, bæði í pappírsformi og talgilt í ymiskum tíðarritsgrunnum. Vit hava umstøður til tín at sita her við tínum lestri ella gransking. Til lesandi á Setrinum hava vit pensumhillina, har allar bøkur á lestrarlistanum/pensum eru at finna.
Haraftrat eru vit fús at hjálpa tær at finna viðkomandi tilfar. Vit hava eisini regluliga kunning um bókasavnstænastur, sum tú ókeypis kanst luttaka í.
Ritgerðir hjá samfelagsfrøðilesandi m.a. á SSD
Vilt tú vita, hvat onnur lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum og aðrastaðni fyrr hava skrivað um?
Lesandi hava fyrr fingið gleði og íblástur av ritgerðum, sum hava ligið á heimasíðuni hjá felagnum SamFelagið. Síðan er tíverri ikki virkin í løtuni, men vit hava funnið hana á Webarchive, og kunnu soleiðis vísa tykkum á síðuna umvegis hesa leinkju: SamFelagið - Samfelagsvísindafelag Føroya.
Samstundis arbeiða vit uppá at fáa flutt ritgerðirnar yvir í ein felags grunn, so hvørt vit fáa rættindir og loyvir at goyma og geva atgongd til ritgerðirnar.