Vælkomin

Í ár er Landsbókasavnið 190 ár.

Tá Landsbókasavnið aftur gjørdist sjálvstøðugur stovnur, eftir at hava verið partur av Søvnum Landsins síðani 2011, skuldi stovnurin hava nýggjan grafiskan samleika.

Hesin varð avdúkaður á almennari móttøku í februar við nýggjum búmerki og nýggjari heimasíðu.

Búmerkið er sniðgivið, við íblástri frá, at Landsbókasavnið varðveitir og miðlar gamalt og nýtt tifar. Bókaryggir og binera talskipanin smelta saman í ein felags DNA-strong sum er okkara mentanararvur.

Í 1826, var fyrstu ferð talan um at stovna bókasavn í Føroyum, men trupult var at fáa fatur á bókum. Tá búðu bara 6000 fólk í Føroyum, tvær bøkur vóru komnar út á føroyskum og sambandið við umheimin var avmarkað. Hóast hesar umstøður megnaðu eldhugað fólk at skaffa nóg mikið av bókum til eitt bókasavn, fáa eitt bókasavnshús liðugt, og skapa karmar fyri framhaldandi bókasavnsvirki.

Det Kongelige Nordiske Oldskriftsselskab, sum varð stovnað í 1825, hevði til endamáls at breiða út og kunna um norðurlendska mentanarsøgu. Ein av stovnarunum var málgranskarin og fornfrøðingurin Carl Christian Rafn ( 1795-1864), sum eisini var fyrsti skrivari í felagnum.

Felagið hevði eisini limir í Føroyum, sum royndi at breiða út bókmentir her á oyggjunum. Jens Davidsen (1803-1878), skrivari í amtsskrivstovuni og umboðsmaður hjá Oldskriftsfelagnum, var ein teirra. Saman við Mikkjali Múller, skipara, skrivaði Jens Davidsen til Rafn, at teir høvdu stovnað eitt lestrarfelag við tí endamáli at gera eitt bókasavn, men at teir dugdu ikki at síggja hvussu teir kundu koma á mál við tí avmarkaðu inntøku útlánið gav. Tí heittu teir á Rafn um hjálp at skaffa bøkur.

Longu í 1827 kom fyrsta skipið við 62 bókum, sum Rafn og aðrir góvu føroyska bókasavninum. Rafn skrivar í brævi, at hann vónar at bøkurnar eru gott ískoyti til eitt komandi Amtsbókasavn og at hann vil hava tað undir yvirvaldið hjá Amtinum.

Í einum øðrum brævi skrivar Rafn, at bókasavnið má vera alment og útlánið ókeypis, til tess at fylgja endamálinum um upplýsing og kunning.

Rafn hevði samband við nógv fólk, sum hann eggjaði til at geva bøkur til komandi bókasavnið.

Christian Ludvig Tillisch amtmaður, ið vildi upplýsa fólkið í Føroyum, gjørdi tað sama.

Á ólavsøku 1828 heitti Tillisch amtmaður á, at stovna Færø Amts Bibliotek, sum eitt alment bókasavn. Í september sama ár vórðu viðurskiftini skipaði, og sum Rafn mælti til, kom amtsvaldið at vera yvirstjórn bókasavnsins - við ókeypis útláni, sum ikki var vanligt tá á døgum. Tvs. at talan er um 190 ár við ókeypis útláni. Skipanin var so staðfest av kongi 5. nov. 1828, og soleiðis var Færø Amts Bibliotek formliga sett á stovn.

Jens Davidsen virkaði sum bókavørður frá byrjan, í einum fyribilshøli í amtsskrivstovuni, men har var alt ov trongt til bókasavnsvirksemi. Kongur hevði latið pening til húsabygging og í 1829 stóðu fyrstu bókasavnshúsini liðug.

Alt byrjaði væl, men eftir nøkur ár versnaði støðan so líðandi. Fíggjarligu karmarnir bara versnaðu og versnaðu.

Jens Davidsen tók sær av bókasavninum alt lívið, og tað er honum at takka, at alt ikki fór í órøkt. Men tá ið hann doyði í 1878 var eingin. Fíggjarliga støðan var so vánalig, at ein partur av húsinum varð leigaður út til Sparikassan, líka til 1905. Har var so trongt í húsinum til endans, at ymisk skjøl, sum Jens Davidsen hevði goymt, vóru burturbeind og brend.

Tíbetur vendi gongdin aftur um 1900, tí bókasavnið kom á fíggjarlógina og E. A. Traber varð settur í fast starv. Hann skrásetti allan bókastovnin og syrgdi fyri regliligum upplatingartíðum.

Bókasavnið helt til við Quillingsgarði fram til 1931, til nýggi bókasavnsbygningurin á Debesartrøð var liðugur. Hesin bygningur var 250 fermetrar. Á hátíðarhaldinum, tá húsini vóðu vígd hevði Hans Andreas Djurhuus gjørt tveir sangir til høvið – annar teirra við titlinum, Teir fornu gripin settu.

Hanus G. Johansen fer at framføra sangin seinni.

Í 1940 gjørdi M.A. Jacobsen, sum tá var landsbókavørður vart við, at bókasavnið hevði plásstrot og skeyt upp at byggja uppí.

Við heimastýrislógini í 1948 varð bókasavnið føroyskt málsøki og Føroya Landsbókasavn varð sjálvstøðugur stovnur. Í 1952 kom fyrsta bókasavnslógin, saman við kunngerðini um avhandan av skyldueintøkum.

Í 1980 flutti Landsbókasavnið í hendan snotuliga bygningin, sum J.P. Gregoriussen arkitektur hevur teknað.

Tá húsini vóru vígd í 1980 segði Sverri Egholm, sum tá var Landsbókavørður, at nú kundi bókasavnið aftur takast við ordiligt bókasavnsarbeiði, nú fysisku karmarnir vóru í lagið. Man væntaði tá, at bygningurin fór at lúka krøvini til modernað bókasavnsvirksemi í minst 30 ár.

Men í 2002 Teknaði J.P. Gregoriussen, eftir áheitan frá táverandi Landsbókavørði Martini Næs, uppskot til at byggja uppí.

Her freistast man til at hugsa - Er pappírsleysa samfelagið ein “myta”? Tí sjálvt um nærum alt verður talgilt, er ein gjøgnumgangandi trupulleiki - at hava plásstrot.

Í 2016 kom Ljóðbókatænastan formliga undir Landsbókasavnið. Uppgávan er at gera ljóðbøkur, og at gera tær atgeingiligar hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins. Arbeitt verður í løtuni við fáa føroyskar ljóðbøkur tøkar á netinum.

Menningin í miðlalandslagnum hevur verið eksplosiv seinnu árini og leikluturin hjá bókasøvnunum er týðuliga broyttur.

Bókasavnið er blívið til eitt stað har tú ikki bara lænir okkurt, men eisini eitt stað har tú fært upplivingar og deilir vitan við onnur fólk. Tá ið høvuðsuppgávan hjá bókasavninum ikki longur er at gera bøkur og annað tilfar atkomuligt fyri lánaran, verður fokus flutt til, eisini at geva rúmd fyri nýggjum aktivitetum, sum kunnu kveikja til læring.

Broytingarnar hjá granskingarbókasøvnum snúgva seg um skiftið frá prentaðum miðlum til talgildar miðlar. Talan er um eina paradigmatiska nýggja fatan av upplýsing og vitan. Prentlutir kann man hava á hondum, og plagdu at vera tað praktiska staðið at savna og organisera kunning til lesandi, granskarar og lærd. Fysiska bókin var við til at skapa konsensus um upplýsing og vitan sum “ting”. Upplýsingin varð eyðmerkt við teimum “artefaktum” sum standa á hillunum ella á goymsluni. Tað trygga prentaða dokumentið varð umboðað við eintýðugari skráseting og klassifikatón. Tað er m.a. talgildingin, sum hevur gjørt hetta týðuligt.

Alt fleiri vísindaligar útgávur koma á talgildu pallarnar. Talgilda dokumentið er lætt at broyta, og kann setast í ørgrynnu av kontekstum. Tað ávirkar hvussu lesandi og granskarar handfara vísandiligt tilfar. Við hesari flyting til talgildu pallarnar verður leikluturin hjá bókasavninum í granskingarprosessini broyttur. Bókasavnsyrkið kann ikki gera annað enn at laga seg eftir nýggja vitanarlandslagnum.

Í 1997 var allur bókastovnurin hjá Landsbókasavninum skráettur í bókasavnsskipanina Micromarc og atkomuligur á netinum.

Í 2002 gjørdi Landsbókasavnið avtalu við Danmarks elektroniske fag- og forskningsbiblioteker og Licensguide um atgeingi til vísindaligar bókasavnstænastur á netinum.

Men hendan umfatandi talgilda atgongdin er ikki ókeypis. Í Føroyum brúka vit uml. 1 mill kr. um árið og tað slær ikki til. Til samanberingar kann nevnast at Københavns Universitet brúkar 65 mill. Kr. um árið – og prísirnir hækka hvørt ár. 

Tey seinastu 10 – 15 árini eru vit vorðin alt meira bundin av talgildu miðlunum, har alt er so lætt at koma til. Talgilda tilfarið er í dag tað berandi í undirvísingini á hægri stovnum og innan gransking.

Altjóða miðlakempur eru við at taka yvir miðlingina av mentanini, og tað er ein stór avbjóðing.

Hví eru bókasøvnini so týdningarmikil?

Grundleggjandi idé´in við fólkaupplýsingini, at tað loysir seg at lurta eftir fólki við innliti og vitan um hvussu tingini hanga saman, er vend á høvdið. Vit liva møguliga í eini tíð har fávitska er ein dygd. Fólkabókasøvnini koma frá eini tíð, har almúgan trúði uppá pátrúgv og har tíðindaflutningurin í høvuðsheitum bygdi á slatur. Tað vildi man berja niður við upplýsing. Við at lata fría og ókeypis atgongd til alla vitan, royndi man at gera fólkið til ábyrgdarfullar borgarar. Hesin hugsunarháttur er enn galdandi í bókasavnsheiminum. Í dag er vandin, at vit fáa eina modernaða almúgu har tíðindaflutningurin í høvuðsheitum er óndsinnaður slatur í sosialu miðlunum. Tí er brúk fyri einum slag av public service sum bókasøvnini geva.

Vit sum starvast her í húsinum, verða dagliga mint á, hvussu týdningarmikil vit í veruleikanum eru. Bókasavnsfólk veita upplýsingar frá álítandi keldum. Tey leita í nógvum leitigrunnum og kanna keldurnar gjølla. Tá ið vit við telefonini “googla” á ótalligum pallum, er tað týdningarmikið, at onkur er har, at sortera í rúgvuni av upplýsingum.

Tað snýr seg um at fara frá Google til djúphugsan.

Hugtakið “fake news” hevur verið dominerandi í fjølmiðlunum, og bókavørðir kunnu hjálpa til at sortera rætt og rangt.

Tað er ein stór abyrgd, men ein kanning í Danmark vísir eisini, at bókasavnsfólk eru nr. 5 á listanum yvir mest álítandi yrkisbólkar í Danmark, bert yvirhálaði av jarðamøðrum, læknum, sjúkrasystrum og politistum, so ...

Her á 190 ára degnum, vil eg nýta høvið at takka mínum starvsfelagum og ynskja øllum hjartaliga til lukku við Landsbókasavninum.

 Skráin í dag er hendan:

Fyrst á skránni eru tveir stuttir fyrilestrar við Svend Højgaard, cand. scient. bibl og Ole Wich, søgufrøðingi.

Svend Højgaard fer at halda fyrilesturin Landsbókasavnið – vitin í vitanarsamfelagnum. Hann fer at vísa á nøkur aktuel samfelagsrák, sum eru viðkomandi fyri stovnin, og fer at koma við uppskotum um, hvussu Landsbókasavnið framhaldandi kann mennast og vera viðkomandi fyri einstaklingin og tað føroyska samfelagið.

Síðani fer Ole Wich at halda fyrilesturin Lyngbye bar gullið av heiði – eitt burturgloymt handrit á Landsbókasavninum. Hann fer at siga frá einum handritið, sum hann heilt óvæntað kom framá í eini handritaeskju við skjølum eftir V.U. Hammershaimb. Hetta er eitt dømi um, hvat mann kann koma framá í goymslum Landsbókasavnsins. Eitt handrit, sum øll hava hildið var burturmist, er komið undan kavi.

Síðani verður ”Speakers Corner” har viðskiftafólk fara at geva okkum rís og rós. Høvið verður eisini hjá tykkum at siga nøkur orð.

Hanus G. Johansen fer at framføra.

Eftir hetta verður høvið at síggja framsýningina um søgu Landsbókasavnsins á niðaru hædd, har vit eisini bjóða kaffi og lagkøku.

Takk fyri.