Løgtingslóg um bókasøvn

§ 1. Bókasøvn, ið virka sambært hesi løgtingslóg, skulu veita fría og ókeypis atgongd til upplýsing, lærdóm og mentan. Bókasøvnini skulu stimbra fólkaræðisliga rættin at taka lut í samfelagnum og at mennast, hugsa, tosa og skriva frítt eins og tey skulu tryggja mentanararvin, ið bókasøvnini varða av.

Stk. 2. Til endamálið hava bókasøvnini til taks bøkur og annað tilfar, ið stimbrar lesihug og er viðkomandi, dygdargott og fjølbroytt. Hugsjónarlig, politisk og átrúnaðarlig sjónarmið ella handilslig áhugamál mugu ikki ávirka útboðið av tilfarinum.

Bókasavnslógin á logir.fo her

 

Álit um dagføring av Bókasavnslógini

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum, fekk 21. september 2020 handað álit um dagføring av bókasavnslógini. Verandi bókasavnslóg er frá 2001, og við teimum stóru broytingum, ið eru farnar fram í samfelagnum síðan aldarskiftið, so er tørvur á umfatandi broytingum í bókasavnslóggávuni.

Tilmælini í álitinum taka støði í, at bókasøvnini fremja upplýsing, útbúgving og mentanarligt virksemi, og at bókasøvnini hava ein týðandi mentanarligan, útbúgvingarligan, búskaparligan og sosialan týdning.

Á útbúgvingarliga økinum er stór menning farin fram. Fróðskaparsetur Føroya hevur seinastu árini ment seg til at verða fremsta val hjá føroyskum ungdómi í lestrarhøpi. Hetta setur stór krøv til bókasavnstænasturnar hjá landinum, og ynski hava í fleiri ár verið sett fram, um at fáa skipað eitt universitetsbókasavn.

Talgildar tænastur eru vorðnar ein alt størri partur av virkseminum hjá bókasøvnunum, og tørvur er tí á eini bókasavnslóg, sum í størri mun tekur støði  í fortreytunum í okkara talgildu øld, og er lagað til tær talgildu tænasturnar.

Í álitinum eru eisini tilmæli um útveiting av bókasavnstænastunum til fólkabókasøvn og skúlabókasøvn, um áseting av minstamarki fyri útgjaldi av bókasavnsgjaldinum til rithøvundar, um stovnan av bókasavnráði og um lánisamstarv millum bókasøvn.

Tað hevur leingi verið ført fram, at skipanirnar við stuðli frá landinum til kommunurnar í bókasavnslógini ikki virka nóg væl, tí upphæddirnar, ið hava verið settar av á fíggjarlógini til endamálið, ikki hava fylgt við menningini á økinum. Í álitinum verður mælt til, at stuðulsskipanirnar verða tiknar av, og at land og kommunur samráðast um nýggja skipan á økinum.

Álitið finnur tú her

Eingi økir