Bókasavnslógin
NÝGGJA BÓKASAVNSLÓGIN
2. juni 2023 varð nýggja bókasavnslógin kunngjørd Her
Gildiskoma
§ 44. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar
2024, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 79
frá 8. mai 2001 um bókasøvn.
Stk. 2. § 24 kemur í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd
LØGTINGSLÓG UM BÓKASØVN
§ 1. Bókasøvn hava til endamáls at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi.
Stk. 2. Til hetta endamál hava bókasøvnini til taks bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, sjónbond, fløgur og annað hóskandi tilfar, sum eisini kann fevna um tónleik og teldutøkt tilfar, sum til dømis internet og margmiðlar.
Stk. 3. Tilfarið verður lænt út uttan viðurgjald. Heimilað er tó bókasøvnunum í einstøkum førum at taka gjald fyri ávísar tænastur sum t.d. ljóstøk o.a.
§ 2. Tilfar, sum bókasøvnini bjóða lánarunum, skal umboða dygd og fjølbroytni og vera tíðarbært. Átrúnaðarlig, moralsk ella politisk sjónarmið mega ikki ávirka valið av tilfarinum.
Bókasavnslógin á logir.fo her
Álit um dagføring av Bókasavnslógini
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum, fekk 21. september 2020 handað álit um dagføring av bókasavnslógini. Verandi bókasavnslóg er frá 2001, og við teimum stóru broytingum, ið eru farnar fram í samfelagnum síðan aldarskiftið, so er tørvur á umfatandi broytingum í bókasavnslóggávuni.
Tilmælini í álitinum taka støði í, at bókasøvnini fremja upplýsing, útbúgving og mentanarligt virksemi, og at bókasøvnini hava ein týðandi mentanarligan, útbúgvingarligan, búskaparligan og sosialan týdning.
Á útbúgvingarliga økinum er stór menning farin fram. Fróðskaparsetur Føroya hevur seinastu árini ment seg til at verða fremsta val hjá føroyskum ungdómi í lestrarhøpi. Hetta setur stór krøv til bókasavnstænasturnar hjá landinum, og ynski hava í fleiri ár verið sett fram, um at fáa skipað eitt universitetsbókasavn.
Talgildar tænastur eru vorðnar ein alt størri partur av virkseminum hjá bókasøvnunum, og tørvur er tí á eini bókasavnslóg, sum í størri mun tekur støði í fortreytunum í okkara talgildu øld, og er lagað til tær talgildu tænasturnar.
Í álitinum eru eisini tilmæli um útveiting av bókasavnstænastunum til fólkabókasøvn og skúlabókasøvn, um áseting av minstamarki fyri útgjaldi av bókasavnsgjaldinum til rithøvundar, um stovnan av bókasavnráði og um lánisamstarv millum bókasøvn.
Tað hevur leingi verið ført fram, at skipanirnar við stuðli frá landinum til kommunurnar í bókasavnslógini ikki virka nóg væl, tí upphæddirnar, ið hava verið settar av á fíggjarlógini til endamálið, ikki hava fylgt við menningini á økinum. Í álitinum verður mælt til, at stuðulsskipanirnar verða tiknar av, og at land og kommunur samráðast um nýggja skipan á økinum.
Álitið finnur tú her.