Bókasavnsfrálæra
Landsbókasavnið skipar fyri bókasavnskunning eftir umbøn frá eitt nú lærarum, skúlaflokkum, teimum, sum eru undir útbúgving ella granska, fjarlesandi, feløgum og øðrum áhugaðum.
Endamálið við kunningini er:
- at greiða frá Landsbókasavninum og lánireglunum
- at gera vart við, hvørjar tænastur og hvat tilfar Landsbókasavnið kann veita lánarum
- at læra luttakararnar at brúka bókasøvn, leitiskráir o.s.fr.
Kunningin, ið varir umleið 1 tíma, er ókeypis.
Landsbókasavnið skipar eisini fyri serligum skeiðum í leiting eftir bókmentum, greinum o.ø.
Hesi skeið eru ætlað granskarum, starvsfólkum, lærarum og næmingum, sum hava tilknýti til verkætlanirnar E-feingi og EBI (handbøkur á netinum).
Onnur drúgvari bókasavnsskeið mugu bíleggjast, og tá má avtala gerast um tíð, stað og prís.
Stovnstænastan skipar eisini javnan fyri kunning í leitiskipanini Reindex fyri stovnum, sum brúka hesa skipanina.
Umbøn um kunning fæst við at ringja til avgreiðsluna á 340 525 ella við at senda boð á lbs@landsbokasavnid.fo