Stuðulsjáttan til fólka- og skúlabókasøvn
Stuðulsjáttan til fólka- og skúlabókasøvn
Fólkabókasøvnini eru kommunal, men landið rindar fólkabókasøvnunum studning til rakstur og eftir tilmæli frá Landsbókasavninum, studning til bygging, um- ella uppíbygging ella keyp av bókasavnshølum.
Sambært § 14 í bókasavnslógini rindar landið fólkabókasøvnum studning til rakstur eftir góðkendari fíggjarætlan. Frá og við fíggjarárinum 2006 er árliga studningsprosentið tó í mesta lagi 40% av góðkendu fíggjarætlanini hjá fólkabókasøvnunum (sí lóg)
Í Rundskrivi um studning til fólka- og skúlabókasøvn hjá Mentamálaráðnum, dagf. 13. februar 2006, er ásett, at rakstrarútreiðslurnar, sum kunnu fáa veittan studning, eru løn til starvsfólk, keyp av bókasavnstilfari, útreiðslur til hita, ljós og reingerð og til telduútgerð, innbúgv og viðlíkahald.
Landið rindar eisini skúlabókasøvnum 60% í studningi av útreiðslunum til undirvísingartilfar og -amboð.
Í februar/mars mánaði fáa fólka- og skúlabókasøvnini 80% av játtaða studninginum í sama fíggjarári, og í februar árið eftir avroknar Landsbókasavnið so tey 20%, ið eru eftir av játtaða studninginum fyri undanfarna rakstrarár út frá roknskapunum, sum skulu vera innsendir í seinasta lagi 31. januar.
Stuðulsjáttanin til bókasøvn er 2,844. mió. kr. Samlaða virksemið hjá bókasøvnunum var kortini væl størri enn stuðulsjáttan var til. Soleiðis hevur verið í mong ár, og hetta ger, at skipanin er fastlæst, soleiðis at skilja, at fólka- og skúlabókasøvn, ið víðka virksemi sítt, fáa ikki stuðul til víðkanina, og at øll søvn verða stuðlað við samsvarandi upphædd í mun til játtanina sum var árið fyri.
Freistir:
15. mai 2023 : Fíggjarætlan 2024
31. januar 2024 : Roknskapur 2023
Tak oyðiblað niður :
Sendast til:
T-postar: lbs@landsbokasavnid.fo