Uppgávur & endamál

Í Føroydeild verður goymt mangt og hvat forkunnugt tilfar, heilt frá tí at fyrsta føroyska bókin kom út í 1822 og eldri og fram til í dag. Deildin hevur sum uppgávu at savna, skráseta og goyma allar føroyskar bókmentir og alt, sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum. Endamálið við hesi uppgávu er at varðveita ein týðandi part av føroyska mentanararvinum til komandi tíðir.

Uppgávan fevnir ikki bara um bøkur, bløð og tíðarrit, men eisini um ljóðbøkur, filmar, tónleikaútgávur, handrit, plakatir, sjónleikir, álit, serritgerðir, smáprent (t.d. valskráir, lýsingabløð og faldarar), spøl og talgildar teldutøkar útgávur so sum e-bøkur, ritgerðir, greinir o.tl.,umframt føroyskar heimasiður. Føroyadeildin tekur eisini ímóti ritgerðum á kandidat-, master- ella ph.d.støði, um ritgerðin er skrivað av føroyingi ella er um føroysk viðurskifti.

Lat okkum tína ritgerð sum pdf-fíla, og legg hetta skjalið við. 

Tilfar, ið ikki kemur undir reglurnar um skylduavhending t.d.ikki útgivið tilfar, ritgerðir, handrit og útlandskt tilfar, verður antin keypt ella umbiðið av Landsbókasavninum.

Tvey eintøk av prentaðum bókum, tíðarritum, ljóðbókum, filmum og tónleikaútgávum verða varðveitt. Eitt eintak verður varðveitt í goymsluni á Landsbókasavninum. Hitt eintakið verður goymt í 2. skyldubókasavnið, ið er ein uttanhýsis goymsla hjá Landsbókasavninum.  

Tænastur

Øll hava atgongd at síggja tilfar, sum er í varðveitslu í Føroyadeild, um ikki annað er tilskilað. Tó ber ikki til at læna tilfarið heim við. Bílegg tið at síggja handrit og annað tilfar við at fylla út skjalið  Bílegg tíð at síggja tilfar úr føroyadeild og lat okkum tað. Sí annars reglur viðvíkjandi nýtslu av føroyadeild/handrit her: Reglur fyri lán úr føroyadeild og handrit

Í leitiskipanini bokasavn.fo er atgongd til tað mesta av talgilda tilfarinum, sum er skrásett og goymt í Føroyadeild.

Í einstøkum førum kann atgeingi til tilfar í føroyadeild/handrit vera avmarkað, og tá krevst serstakt loyvi til at síggja tilfarið, - tað verið seg bæði prentað ella talgildað tilfar.

Fyri kunning um avhending av tilfari til Landsbókasavnið, sí Skylduavhending