Summarframsýningin 2019
Heimurin hjá Edwardi / The World of Edward
Summarframsýningin á Landsbókasavninum 2019 / Summer Exhibition at the National Library of the Faroe Islands 2019
Edward Fuglø er føddur í Klaksvík í 1965. Í 1991 tók hann útbúgving á Danmarks Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservering. Listarliga arbeiðið hjá Edwardi er umfatandi, bæði í tøkni og í mongd. Umframt at hann málar og teknar, hevur hann eisini gjørt pallmyndir, búnar, skrivað barnabøkur og myndprýtt ein hóp av bókum, bæði egnar og hjá øðrum.
Í 1995 fekk Edward Fuglø barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs og í 2001 fekk hann Nordisk Børnebogspris. Í 2008 varð hann tilnevndur Vestnordisk Råds Børne- og Ungdomslitteraturpris fyri barnabókina Apollonia, sum er við á framsýningini. Eisini hevur hann lutikið á framsýningum víða um.
Edward’sa myndir fortelja, tulka og prýða. Myndaevnið er litfagurt heimligt tó eisini fremmant, ævintýrakent, realitiskt og súmbolskt. Her kunnu vit droyma okkum inn í ein heim har alt ber til og kava niður í smálutir.
Á framsýningini eru útvaldar bøkur og upprunamyndir. Til ber at vitja framsýningina, tá Landsbókasavnið er opið. Framsýningin er til mánaðarskiftið september/oktober. Verið hjartaliga vælkomin.
Bøkurnar eru til láns á bókasøvnum kring landið.