Tita Vinther (1941-2019) var ein sera dugnalig vevkona, sum dugdi sítt handverk til lítar.
Ullin var hennara tilfar fyrst og fremst og bæði smærri vovnar myndir og stórfingin verk komu úr hennara hondum í hesum siðbundna tilfari.
Tita Vinther breyt upp úr nýggjum og endurnýggjaði vevlistina. Eitt dømi um stórfingin verk er Taraskógur, sum Listasavn Føroya eigur, frá 1985. Við síni góðu listaligu og handverksligu bakgrund lá ræði fyri at taka annað tilfar uppí. Soleiðis setti hon saman ull og tagl í eini røð av veggjaprýðum frá 90-árunum. Á Listasavni Føroya ber m.a. til at síggja vakra verkið Sirm, ið er gjørt úr ulli og rossatagli. Søguliga hava listahandverkarar nýtt bæði tagl og fólkahár til prýðis-og brúkslutir. Tita savnaði hár frá frisørum í býnum og burturúr hesum komu sjáldsama vøkur veggjaprýði. Eitt av høvuðsverkunum hjá Titu Vinther er Pætursnót frá 1998. Verkið, sum er ein nót knýtt úr handspundnum fólkahári er eitt trívítt verk og er 4 metrar høgt.
Vevtøknin førdi Titu Vinther yvir í tilfar, sum ikki hevði beinleiðis samband við tekstil. Tað eru verkini úr kopartráði. Tey fingu heiti sum Koparsól, Koparmorgun og Kopargleði og sipar listakvinna til eginleikan hjá kopartráðunum at reflektera sólarljósið og glitra eins og hevur verkið eina innara glóð. Kopartráðin vav Tita bæði til tvívídd verk, sum hon m.a. framsýndi uttandura, so at verðurlagið spældi við og hevði avgerandi árin á úttrykkið, og hon gjørdi trívíddar innstallatiónir úr koparinum.
Tilfarið hevur altíð ein serligan, myndberandi týdning í hennara verkum. Tita var søgukøn, og hon var serstakliga tilvitað um íbornu søguna, sum liggur í einum og hvørjum tilfari.
Framsýningin á Landsbókasavninum vísir ein part av tilfarsligu tilgongdina hjá listarkvinnuni.
Guðrið Poulsen, leirkona, hevur skrivað

Framsýningin er at síggja á ovaru hædd á bókasavninum til 1. oktober 2020. Verið hjartaliga vælkomin!


Myndir frá framsýning

Aftur til yvirlit