Oyggjar finnast allastaðni í mentanini – frá hetjukvæðum í antikkini sum Odyssevsarkvæðinum, til amerikanskar sjónvarpsrøðir sum Lost.
Hóast oyggin, sum verulig og uppspunnin, er eitt afturvendandi evni, so er nýtslan og týdningurin av oynni bundin av tíð og stað.
Við støði í serliga vesturlendsku bókmentasøguni vil hendan framsýningin tí gjarna bjóða til eina ferð frá oyggj til oyggj gjøgnum tíðina og geva eina stutta lýsing av leiklutinum, ið oyggin hevur havt í bókmentunum.


Myndir frá framsýning

Aftur til yvirlit