Orð í litum - Framsýning við Rannvá Holm Mortensen
Framsýning við Rannvá Holm Mortensen
Rannvá er fjøltáttað listakvinna og hetta ber framsýningin brá av.
Hon er høvundur, illustrator, skulptørur, myndlistafólk og umframt at hava tikist við installatiónslist, so er Rannvá eisini káta, sansaliga og livandi menniskjað.
Á framsýningini, sum kann upplivast í forhøllini á Landsbókasavninum frá 4. juni 2021, kanst tú uppliva og sansa ferðina frá hugskoti til endaliga úrslitið - og okkurt harímillum.
Kom við á forvitnisligu ferðina, tá Landsbókasavnið er opið! Til 31 desember 2021
Í sendingini Nón frá 24.02. 2018 kanst tú hoyra frálíka samrøðu við Rannvá