Her kanst tú lesa eitt úrval av brøvum úr goymsluni hjá Landsbókasavninum.

Vi hava valt brøv til og frá nøkrum av Føroya navnframastu einstaklingum, men brøv eru til og eftir øllum. Tískil bera tey eisini ein vitnisburð, ið lýsir okkara felags fortíð á frálíkan hátt - tí tey kunnu geva eitt innlit í alt frá vanligum gerandislívi til stórar broytingartíðir bæði hjá vanliga menniskjanum og kendum søguligum einstaklingum. 

Um tú sjálv/ur hevur brøv liggjandi, ið tú heldur skulu varðveitast til eftirtíðina á okkara goymslu, ert tú vælkomin at venda tær til avgreiðsluna.

Afturat brævaúrvalinum hava vit eisini funnið fram lesiuppskot, ið fevna um bæði brævasøvn og brævaskaldsøgur, har brævaformurin verður brúktur á skapandi hátt.

 


Myndir frá framsýning

Aftur til yvirlit