“Colour is nothing but a sensation and has no existence at all independent of the nervous systems of living beings.” (Ogden Rood)

 At litir verða til tá ljósið verður kasta á, er eitt sum hugtekur meg sera nógv, serliga innan mítt arbeiði. Litir hava stóra ávirkan á form og uppfatan, samanseting av litum kunna vera avgerðandi fyri hvussu liturin upptraðkar, hvussu formurin tekur seg út í einum rúmi og møtir áskoðarnum.

 Litirnir seta kenslur og minnir í gongd hjá tí einkulta menniskjanum, um enn tað er positivt ella negativt. Citatið eg vísi á niðanfyri, sigur okkum eisini at litir eru ein sansing serliga fyri livandi verur at uppfata.

Til framsýngina “Colour conjunction”, sum var at síggja fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum várið 2021, havi eg arbeitt við tann bleyta skulpturin í ymiskum litkompositionum. Medie eg arbeiði við er hekling í bomull og ull.

Eg ynski at við hesum verkum at áskoðarin við litunum og samansetingunum fær ein uppliving av hvat litir kunna, umframt at eg við tí tekstilu tøknini eisini “tosi” við teirra húð. Tí vit sansa (bleyt) objektir við okkara húð eisini.

Randi Samsonsen

 

Keldulisti eg havi nýtt til vitan og íblástur um litir:

“Interaction of Color” Josef Albers

“Design as Art” Bruno Munari

“The Secret Lives of Color” Kassia St. Clair

 

Vælkomin frá 15. mars til 15. juni 2022, tá Landsbókasavnið er opið


Myndir frá framsýning

Aftur til yvirlit