Úr mold ert tú komin

Barnið sær blómuna í steininum

Lummasteinurin kennist góður

Hondin felur lívleysa pisu í mold.

Vit kenna hana einamest sum dugnaligi keramikarin, men Guðrið fevnir víða í síni list. Seinasta listaverk hennara er yrkingasavnið “Ein bein linja ein bogin”, sum kom út á forlagnum Eksil í summar og standmyndin Karytida, ið er sett upp í Fuglafirði. Á framsýningini á Landsbókasavninum kanst tú síggja ein part av fjølbroytta arbeiðinum hjá listakvinnuni.

Í sambandi við framsýningina helt Guðrið Poulsen fyrilesturin “Úr mold” á Landsbókasavninum. Listakvinnan hugleiddi um at ganga, skriva og skapa úr leiri.

Gurðrið Poulsen sigur soleiðis um standmyndina:

“Á Akropolis í Athen stendur eitt lítið tempul kallað Erektheion, til minnis um gudin Ekrekteus. Ein partur av templinum eru einar skýlissvalir, har takið er borið uppi av seks kvinnum, karyatidum, í staðin fyri vanligum súlum. Karyatidurnar standa í klassiskari positión við vektini á øðrum beininum, tær eru ílætnar klæði, sum fellur í djúpum faldum. Sum súluhøvur hava tær eina prýdda kurv. Karyatidurnar eru ein persónímynd av teirri berandi kraftini, sum er í eini súlu.

Í griksku mytologiini merkir karyatida, tær ungu kvinnurnar úr Karyatid. Karyatidurnar dansaðu við kurvum á høvdinum rundan um gudinnuna Artemisia. Artemisia var gudinnan fyri barnsburð.

Ein súla er eitt element í byggilistini.

Ein súla heldur horisontalu bjálkunum uppi.

Hon er ein ímynd av menniskjanum.”

 

Kinna Poulsen hugleiðir um “Listaárið 2023” á Listaportal.com ma. soleiðis:

“Listaliga hevur 2023 ikki minst verið eitt sterkt kvinnuár, sum byrjaði við, at tríggjar kvinnur fingu mentanarvirðislønirnar; [...] Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu Landsins. (2022) listakvinna syrgdi eisini fyri, at árið eisini endaði sum eitt sterkt kvinnuár. Tað gjørdist greitt, tá hennara standmynd til kvinnur deyðar í barsilssong varð avdúkað í Fuglafirði í desember. Eitt verk, sum brýtur upp úr nýggjum bæði evnisliga, formliga og tilfarsliga við tað, at hetta er fyrsta monumentala, abstrakta keramikkstandmynd í Føroyum.”

Um yrkingasavnið "ein bein linja ein bogin", skrivar Rúni Weihe:

“Við fyrsta eygnabrá eru tvey spor í yrkingasavninum eftir Guðrið Poulsen “ein bein linja ein bogin.” Eitt tekst-spor og eitt fotomynda-spor. Líta vit nærri at tekstinum, síggja vit, at teksturin skilir seg sundur í tvey tekstasløg. Í yrkingar og í eitt slag av as found–teksti. Yrkingarnar lena seg inn í pastoralu siðvenjuna, eitt slag av náttúruyrkingum, sum letur lesaran fylgjast við hirðanum/yrkjaranum eina løtu. Hitt tekstaslagið, sum eg nevndi as found, eru niðurskrivað brot úr frásøgnum frá ónavngivnum persónum, sum yrkjara-egið kanska hevur hoyrt um á síni leið. Tað sama kanska er galdandi fyri fotomyndirnar, tær eru kanska tiknar á sama gongutúri. Savnið er samanset av hesum trimum pørtunum, sum tilsamans mynda ta lesandi rytmuna: yrkingar, brot, foto. Yrkingar, brot, foto. O.s.fr.”

Framsýning á Landsbókasavninum frá 26. juni 2023 til 25. jan. 2024, tá bókasavnið er opið

 


Myndir frá framsýning

Aftur til yvirlit