September - Desember 2015

Sagnir

Sagnir eru skaldskapur av mannamunni. Tær eru søgur um tilburðir, ið veruliga hava verið, og um fólk, ið hava livað. Tvey høvuðseyðkenni eru viðvíkjandi sagnum. Tað fyrra er, at ein søgn altíð vil vera sonn, og ikki ein søga, onkur hevur gjørt. At mangt kann koma skeivt fyri við tíðini, at okkurt legst afturat ella dettur burturúr og verður gloymt, er ikki at undrast á, tá ið søgnin verður søgd ætt undan ætt. Hitt høvuðseyðkenni er, at søgnin altíð er bundin at staði, tíð og persónum. Nú kann tað meira enn so vera, at ikki navn, tíð og stað øll verða nevnd í øllum sagnum, men okkurt av hesum verður so altíð víst á.

 

 

 


Myndir frá framsýning

Aftur til yvirlit
"Skaldskapur av manna munni hevur um øldir verið við til at rótfesta og menna føroyska samleikan. Framsýningin lýsir, hvussu kvæði, sagnir, ævintýr og skjaldur verða endurnýtt, tulkað og latin í nýggjan búna."

Fyribrigdi úr sagnum, ævintýrum, kvæðum og skjaldrum hava frá gamlari tíð verið týdningarmikil partur av føroyska samleikanum. Samspælið millum fortíð og nútíð møtist, tilvitað og ótilvitað, og í tráanini eftir samleika og sereyðkennum í alheimsgerðini verður leitað til røturnar eftir íblástri. Hetta sæst aftur í gerandisdegnum. Tað er at hoyra í tónleikinum, at síggja í myndlistini, í bókmentunum og í listaligum arbeiði sum heild.