Tíðindi
Granskingarmiðlan
24. mars kl. 16 heldur Hans Andrias Sølvará fyrilestur á Landsbókasavninum.
Landsbókasavnið hevur saman við øðrum á Fróðskaparsetri Føroya gjørt av at varpa ljós á føroyska gransking.
Vit meta, at tað er umráðandi, at granskingin verður miðlað og borin út í føroyska samfelagið, tí ivaleyst hevur almenningurin stóran áhuga í granskingini.
Miðlingin verður gjørd ígjøgnum granskingargrundaðar fyrilestrar hjá vísindafólkum, ið starvast á Setrinum og øðrum granskingarstovnum.
Ætlandi verða sjey fyrilestrar tilsamans. Teir verða hildnir várhálvuna síðsta mikudag fram til og við mai. Heysthálvuna verða fyrilestrar í september, oktober og í november.
Annar fyrilestrahaldari er Hans Andrias Sølvará
Hann fer at halda fyrilestur um søguskriving við støði í bók síni, ”Royndin. ein kjakbók um søgu og søguskriving.”
Fyrilesturin verður hildin á føroyskum máli.
Verið vælkomin!
Seinastu greinar
Yrkingin “Blómur” eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger er yrkingin hendan mánaðin. Yrkingin er úr savninum Bók, ið Lív gav út í fjør á… Les meira »
Hans Jacob Jacobsen var føddur í Skálavík í 1901 og andaðist í Havn í 1987. Tað eru í ár 125 ár síðani, hann varð føddur. Hans Jac… Les meira »