Tíðindi
IFLA-limaskapur
Í desember 2021 fekk Landsbókasavnið aktivan limaskap í IFLA, International Federation of Library Associations and Institutions.
IFLA er ein altjóða bókasavnsfelagsskapur, við limum úr bókasavnsfeløgum, bókasøvnum og stovnum.
Við sínum fleiri enn 1600 limum úr umleið 150 limalondum, er IFLA fremsti altjóða stovnur, sum umboðar øll tey ið eru bundin av bókasøvnum og serfrøðingum innan bókasavnskervið.
IFLA er fyrst og fremst sett á stovn til frama fyri á styrkja bókasøvn og kunningartænastu á høgum støði, lýsa tørvin á góðum kunningar- og bókasavnstænastum og at umboða áhugamálini hjá limunum um allan heimin.
Í 2002 samtykti IFLA yvirlýsingina, sonevndu Glasgow deklaration sum snýr seg um intellektuelt frælsi og demokrati.
IFLA hevur 50 undirdeildir harav ein teirra er fyri fólkabókasøvnini.
Í 1949 varð yvirlýsing fyri fólkabókasøvn góðkend av UNESCO. 29. november 1994 varð hon dagførd í París og aftur í 2021: her
Yvirlýsingin er ein staðfesting av týdninginginum fólkabókasøvnini hava til frama fyri frið og útbúgving til alla mannaættina.
Yvirlýsingin fyri fólkabókasøvn á føroyskum frá 1995: Yvirlýsingin um fólkabókasøvn
Seinastu greinar
Yrkingin “Blómur” eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger er yrkingin hendan mánaðin. Yrkingin er úr savninum Bók, ið Lív gav út í fjør á… Les meira »
Hans Jacob Jacobsen var føddur í Skálavík í 1901 og andaðist í Havn í 1987. Tað eru í ár 125 ár síðani, hann varð føddur. Hans Jac… Les meira »