Tíðindi
Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2021
Eins og í 2020 hevur Korona farsóttin eisini tarnað arbeiðnum hjá Ljóðbókatænastuni nakað í 2021. Ljóðbókatænastan hevur givið 22 ljóðbøkur út í 2021 – færri enn árið fyri, men hetta kemst m.a. av, at framleiddu bøkurnar hava verið nógv størri í vavi hvør sær, enn tær, sum vóru framleiddar í 2020.
Eins og í 2020 hevur Korona farsóttin eisini tarnað arbeiðnum hjá Ljóðbókatænastuni nakað í 2021.
Arbeiðið heldur fram við at fáa ljóðbøkurnar, sum Ljóðbókatænastan hevur framleitt – uml. 500 í tali – út á netið eReolen, Nú Landsbókasavnið á sumri 2021 gjørdist limur í DDF (Det Digitale Folkebibliotek, ið rekur eReolen, sum er útlánsportalurin hjá bókasøvnum í danska ríkinum), og harvið fekk atgongd til at bjóða sínum lánarum atgongd til eReolen-skipanina, eru vit komin nøkur fet tættari at eini loysn.
Ljóðbókatænastan hevur leingi verið klár til at leggja ljóðbøkur út á netið. Men har hava verið – og eru enn – fleiri forðingar fyri hesum – bæði tøkniligar og rættarligar. Sambært núverandi lóggávu hevur Ljóðbókatænastan rætt til at framleiða allar bøkur til ljóðbøkur – eisini uttan at spyrja upphavsrættindahavarar eftir. Men einans við endamálinum at geva fólki við lesitarni/serligum tørvi atgongd til tær. Ikki almenninginum.
Eingin valideringsskipan finst í Føroyum, sum kann veita fólki góðkenda váttan um, at tey hava lesitarn. Tí hevur ikki verið gjørligt at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt til at keypa ljóðbøkur og hvør ikki. So praksis var tí leingi at loyva sølu av ljóðbókum, soleiðis at fólk við lesitarni høvdu møguleika fyri at keypa tær í bókhandlunum – og hetta hevur eingin sagt nakað til í nógv ár. Men í fjør gjørdi løgfrøðingurin hjá einum bókaforlag vart við, at Ljóðbókatænastan ikki hevur lógarheimild til at breiða út (her undir selja) ljóðbøkur til almenningin, einans til fólk við lesitarni.
Fyrispurningur var tí sendur til løgfrøðingar á Mentamálaráðnum, sum gjørdu greitt, at Ljóðbókatænastan – so leingi, sum lóggávan er orðað, sum hon er – ikki kann selja ella geva nøkrum netatgongd til ljóðbøkur – einans fólki við lesitarni. Tó so gevur lóggávan bókasøvnunum heimild til at lána út ljóðbøkur á fløgum til øll. Øll onnur útflýggjan ella søla til onnur enn tey við lógligum rætti til atkomu var tí steðgað beinanvegin. Øll, sum síðani hava biðið um ljóðbøkur, og sum ikki lúka lógarkravið – tvs. onkursvegna kunnu prógva, at tey hava serligan tørv – hava fingið noktandi svar og eru víst til at lána ljóðbøkurnar á bókasøvnunum.
Eingin er nøgdur við hesa skipan, sum tíðin langt síðani er farin frá. Heldur ikki vit í Ljóðbókatænastuni / Landsbókasavninum. Neyðugt er at broyta lógina, um almenningurin í framtíðini skal kunna fáa tíðarhóskandi atkomu til tann ljóðbókaskattin, sum Ljóðbókatænastan hevur framleitt, so hann kann vera til gagn og gleði fyri øll.
Mentamálaráðið og Fjølrit arbeiða í løtuni saman við Landsbókasavninum / Ljóðbókatænastuni um at fáa lóggávuna og øll rættindi uppá pláss – her undir avtalur við Rithøvundafelagið og Felagið Føroysk Bókaforløg um býti av gjaldi fyri útlán. Tá nýggj bókasavnslóg kemur í gildi – væntandi í 2022 – verða reglurnar viðv. øllum ljóðbókaøkinum vónandi greiðari og smidligari, enn tær hava verið higartil. Hetta arbeiðið hevur drigið út, men vónandi fer at bera til at almannakunngera nýggja útlánsportalin í 2022 og fáa eina skipan í lag, soleiðis at forløgini kunnu útvega sær ljóðfílur, framleiddar av Ljóðbókatænastuni burtur úr teirra bókum, so tey t.d. kunnu leggja ljóðfílurnar út á Mofibo og/ella aðrastaðni.
Ljóðbókaframleiðsla í 2021
Ljóðbókatænastan hevur givið 22 ljóðbøkur út í 2021 – færri enn árið fyri, men hetta kemst m.a. av, at framleiddu bøkurnar hava verið nógv størri í vavi hvør sær, enn tær, sum vóru framleiddar í 2020. Av teimum 22 framleiddu ljóðbókunum eru 15 nýframleiddar, meðan 7 ljóðbøkur hava áður verið givnar út á kassettubondum, men eru nú talgildar, ritsjórnaðar og givnar út aftur í nýggjum, dagførdum MP3-formati á fløgum og við nýsniðgivnum húsum.
Av teim 22 ljóðbókunum eru:
- 5 ljóðbøkur innan fagrar bókmentir
- 12 ljóðbøkur til børn og ung
- 5 ljóðbøkur eru skúlabøkur
- 7 ljóðbøkur eru innan yrkisbókmentir.
Yrkisbøkurnar koma – hóast liðugt framleiddar – ikki út fyrr enn í 2022, tí tær eru partar av tveimum bókarøðum, sum skulu gevast út saman, har av 4 bøkur enn eru í framleiðslu. Tær 7 ljóðbøkurnar telja tí ikki við millum tær 22 útgivnu ljóðbøkurnar í 2021.
Niðanfyri er ein nágreiniligur listi við øllum ljóðbókunum framleiddar og útgivnar í 2021.
Liðugt framleiddar ljóðbøkur, útgivnar í 2021:
Fagrar bókmentir:
- Anathema – krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen, Kári Øster las
- Paranoia – krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen, Kári Øster las
- Skál – yrkingasavn eftir Daniu O. Tausen, Dania las sjálv
- Logi, logi, eldur mín – ljóðmynd grundað á Gamlar gøtur – eftir Jóhonnu Mariu Skylv Hansen, Laura Joensen las
Børn og ung:
- Húsfrúgvin í Húsavík – bók til størri børn eftir Ingun Christensen, Jensina Olsen las
- Knassi – bók til størri børn og ung eftir Sterling North, Jens Pauli Heinesen las
- Sum rótskot – ungdómsbók eftir Marjun Syderbø Kjelnæs, Jensina Olsen las
- Dreymar búgva allastaðni – ungdómsbók eftir Carolin Phillips, Vár Berghamar Jacobsen las
Skúlabøkur:
- Nem í sætta – fyri Nám, Lív Reinert Nielsen o.o. lósu
- Gaia – til undirvísing í Náttúru og Tøkni – Fríðbjørg Hammer las
- Søgur um ull – eftir Ásu Hátún, Fríðbjørg Hammer las
- Rokning 4 – Bárður Háberg las
- Støddfrøði 7 – Fríðbjørg Hammer las
Liðugt innlisnar nýggjar ljóðbøkur, men ikki givnar út enn:
Fagrar bókmentir:
- Arktis – krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen, Kári Øster las
Børn og ung:
- Hungursleikirnir IV - Ríman um sangfuglar og slangur – eftir Suzanne Collins, Gunnvá Zachariassen las
Yrkisbókmentir:
- Stríðsárini 1 til 4 av 6 – eftir Niels Juel Arge, Magni Arge o.o. lesa
- Teir sigldu úti 1 til 3 av 5 – eftir Niels Juel Arge, Magni Arge o.o. lesa
Ljóðbøkur útgivnar í nýggjum formati:
Børn og ung:
- Vakrastu ævintýrini hjá brøðrunum Grimm – ymiskir lesarar
- Harry Potter 1 og vitramannasteinurin – eftir J.K. Rowling, Hans Tórgarð lesur
- Harry Potter 2 og kamarið við loynidómum – eftir J.K. Rowling, Hans Tórgarð lesur
- Harry Potter 3 og fangin úr Azkaban – eftir J.K. Rowling, Hans Tórgarð lesur
- Harry Potter 4 og eldbikarið – eftir J.K. Rowling, Hans Tórgarð lesur
- Harry Potter 5 og Føniksfylkingin – eftir J.K. Rowling, Hans Tórgarð lesur
- Harry Potter 6 og hálvblóðsprinsurin – eftir J.K. Rowling, Hans Tórgarð lesur
Elin Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk
Ljóðbókatænastan
4. januar 2022
Seinastu greinar
Vegna starvsfólkadag hava vit stongt fríggjadagin 11. oktober Opið er aftur mánadagin 14. oktober kl. 08.30 Les meira »
Kim Simonsen er høvundurin, ið eigur yrkingina í oktoburmánaða. Yrkingin er úr nýggjasta savni hansara ” Lívfrøðiliga samansetingi… Les meira »