Brævaløtan 2023

16. februar 2023

Sløkk telefonina, lat upp fyri sansunum og kom og skriva eitt bræv!

Hóskvøldið 23. feb. kl. 20-21.30 - og sjálvandi er hetta ókeypis

Tað eru ikki nógv rúm eftir í okkara gerandislívi, har ein kann hugsavna seg um eitthvørt; eitt stað, har ein kann savna tankarnar og festa teir niður á pappír. Nógv hava nokk ringt við at minnast, nær tey seinast settu seg niður at skriva eitt hondskrivað og gamaldags bræv. Eitt bræv, har man setur frímerki á, sum postmaðurin so heintar.

Hóskvøldið hevur tú møguleikan til at gera júst hetta

Kvøldið byrjar við at Jógvana D. Hansen, heimspekingur, fær okkum í tað rætta huglagið. Hann fer at hugleiða um spurningin, hvat stoiskur hugsunarháttur er, og um hann er viðkomandi í dag.

Aftaná verða brøv skrivað, og vit syrgja fyri brævpappíri, brævbjálvum og frímerkjum. Vit viðmæla tó, at tú sjálv/ur hevur skriviamboð við tær – soleiðis at tú kanst fáa gleðina av at skriva við tínum yndisblýanti- ella kúlupenni í hondini.

Vit bjóða okkurt gott at drekka, og vit bjóðað Benjamin Tausen á Lava, frá Musikkskúla Miðnámi til at spæla undir, meðan skrivað verður.

Tiltaki er ókeypis og er í uml. hálvan annan tíma

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Ikki opið á ólavsøku

Ólavsøkuaftan tann 28. juli, ólavsøkudag tann 29. juli og týsdag tann 30. juli er bókasavnið ikki opið. Tó er atgongd til talgilda… Les meira »


24. juli 2024
Filmstriben – til øll við lánarakorti frá føroyskum bókasøvnum

Filmstriben er talgilt filmstilboð við breiðum úrvali av spælifilmum, stutt- og heimildarfilmum til børn, ung og vaksin. Tú fin… Les meira »


08. juli 2024