Tíðindi
Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn
Tíðindaskriv
Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið ‘Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum’, og tað eru føroysk bókasøvn, sum í felag hava sett virðislønina á stovn. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn. Til ber at atkvøða longu nú fyri einari av trimum tilnevndum skaldsøgunum.
Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.
Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Tú kanst atkvøða her: www.lesaravirðislønin.fo
Nýstovnaða virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta.
Virðislønarupphæddin er 30.000 kr.
Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.
Tilnevndu skaldsøgurnar í ár eru:
- Summarið varar ikki alt árið longur eftir Katrina Ottardóttir
Skaldsøgan byggir víðari á skaldsøguna Gentan í verðini. Innhugsna gentan gongur nú í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinum har heima, har dagarnir og næturnar eru merkt av ótryggleika. - Saga JAM eftir Høgna Mohr
Rithøvundurin lýsir syndarligu lagnuna hjá Jan-Allan Müller. Hann varð føddur í Havn í 1969 og vaks upp sum einabarn í Vági. Mamma Jan-Allan var sjúk, og pápin drakk illa, men í fótbóltinum fann Jan-Allan eitt frírúm. Ein søga um langtan og stórar dreymar. - Tám eftir Jón Thorsteinsson
Í skaldsøguni flytur Anja aftur til Føroya við soni sínum, og tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum. Seinni vísir tað seg, at vandar liggja og lúra. Teir hótta tann nýggja kærleikan í hesi søguni um broytingar, strembanir og brotsgerðir.
Seinastu greinar
Vit byrja nýggja árið við yrkingini REGN úr savninum LIBIDO. Savnið hevur Jóhan Mortensen skrivað undir dulnevninum HOT. LIBIDO ko… Les meira »
Í dag eru 130 ár síðan Dagmar Joensen-Næs varð fødd. Gamlaárskvøld er høvi at takka fyri tað farna, og eisini at hyggja fram í tíð… Les meira »