Svabo

29. februar 2024

Í næstum verður vevsíðan handrit.fo latin upp av nýggjum og har verður „Nótabók Svabos“ at síggja.

Jens Christian Svabo (1746-1824) varð føddur í Vági. Faðir hansara, Hans Christophersen Svabo (Svabonius, 1702-1764), var sóknarprestur frá donsku oynni Mors. Móðir J. C. Svabo æt Armgard Maria Weyhe (1720-1765), dóttir Sámal Pætursson, løgmann.

Sum barn fekk Svabo undirvísing frá pápanum. Hann tók síðani prógv frá latínskúlanum í Tórshavn í 1765, har hann møtti Nicolai (Pedersen) Mohr (1742-1790). Svabo tók prógv í heimspeki í Keypmannahavn í 1767, eftir at bæði foreldrini vóru deyð. Svabo og Nicolai Mohr valdu báðir at lesa búskap og náttúrufrøði, hóast at mest vanligt var at velja gudfrøði. Í hesari tíðini kom „nógv nýtt upp, og mannahugsanini verður broytt bæði hvat ið viðvíkur samfelagslívi og vitskapi. Stór framstig verða gjørd í náttúrugranskan, og stórur dentur verður lagdur á teir sonevndu økonomisku vitskapir [. . .]. Og vóru allir menn samdir um at eina mest ráddi um at fremja landbúnaðin, tí hitt sanna ríkidømi var hvørki gull ella silvur, men jørðin.“ (Matras, Chr. (1924). Føroyaferðin 1781-1782. Varðin. S. vi-vii).

Svabo og Mohr vóru ávirkaðir av upplýsingartíðini, og Svabo hevði gongd í nógvum vísindagreinum. Hann samlaði orð og arbeiddi uppá eina orðabók, fyri tað føroyska málið, á donskum og latínskum. Hann skrivaði búskaparlig rit; hann var ein tann fyrsti til at fara í gongd við at skriva niður føroysk kvæði, og hann skrivaði langa náttúru- og búskaparliga frágreiðing um Føroyar.  

J. Chr. Svabo varð fyrst nevndur í alfrøðibók eftir Jens Worm (1716-1790), um lærdar menn í Danmark, Noreg og Íslandi í 1787, fyri at hava skrivað: „Kort ekonomisk Underretning om Kiødsaltning, Sviin, Kartofler og Haver. Uddragen af andre til den Færøske Landmands Nytte“ (1773), „Om den færøske marsviin-fangst“ (1779) og „Giensvar til Sysselmand Joen Weyhe paa Færöe“ (1783). Svabo skrivaði eisini fleiri rit. Til dømis „En kort beskrivelse over de færøske havne og ankerpladse“ í 1785. Men tað sum hann heilt víst er kendastur fyri er „Svabos færøske visehaandskrifter I —III“ (1939), „Indberetninger fra en rejse i Færøe 1781 og 1782“ (1959) og orðasøvn hansara „Dictionarium Færoense“ (1966-1970). Svabo var longu farin, áðrenn hesi stórverkini vórðu givin út.

 

Tað var ikki lætt hjá Svabo at liva av tí arbeiði, hann gjørdi, at fáa goldið fyri gransking ella at fáa fast embæti. Hann mátti berjast við ringa heilsu og fátækradømi alt lívið. Svabo fekk til uppgávu, hjá danska rentukamarinum, at skriva eina lýsing av Føroyum. Men Nicolai Mohr fekk starvið fyrst og tað var ikki fyrr enn Mohr fór til Íslands at arbeiða, at Svabo tók við uppgávuni. Úrslitið var „Indberetninger fra en rejse i Færøe 1781 og 1782”, sum Svabo aldrin fekk gjørt heilt liðugt.

Kommandanturin Christian Ludwig Ulrich von Born (1744-1805), gjørdi viðmerkingar til handritið „Indberetninger fra en rejse i Færøe...“. Born skrivaði, at Svabo var tann upplýsti maðurin, sum av kærleika royndi at breiða út kunnleika til landsmenn sínar, men møtti mest fordómum og vanvirðing (sí inngang síðu xxiii í útgávuna av „Indberetninger ... “ frá 1976 og handrit E 641 á Landsbókasavninum). 

Svabo helt til í Pæsastovu í Tórshavn seinastu 24 árini av lívi sínum og andaðist tann 14. februar fyri 200 árum síðani. Hansara handrit eru varðveitt í Danmark og í Føroyum og verða nógv lisin enn dagin í dag.

Onnur handrit eftir Svabo eru at finna á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn (kvæðahandritini) (sí her: 

https://soeg.kb.dk/discovery/search?query=any,contains,svabo,AND&pfilter=rtype,exact,manuscripts,AND&tab=Everything&search_scope=MyInst_and_CI&vid=45KBDK_KGL:KGL&mode=advanced&offset=0 

og á Árnasavninum.  Skriva „Svabo“ í leitifeltið inni á www.handrit.org. Millum annað er orðasavnið at finna her: https://handrit.is/manuscript/view/da/AM04-0971-a/0?iabr=on#mode/2up 

 

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Flaggdagin 25. apríl og dýrabiðidag 26. apríl er Landsbókasavnið stongt

E-bókasavnið er altíð opið. Har kanst tú m.a. læna e-bøkur og ljóðbøkur,  Les meira »


25. apríl 2024
Starvsfólk til Universitetsbókasavnstænastu

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.   Hetta… Les meira »


15. apríl 2024