Tíðindi
Ániasar ella Ánaniasar táttur er komin út á HandRit.fo
Tátturin varð skrivaður í 18. øld um Ánias ella Ánanias. Tað var Dr. Jakob Jakobsen, sum fekk hetta kvæði frá J. H. Schrøter yngra á savningarferð síni í 1887 í Føroyum.
Hvør var Ánanias?
Søgan sigur, at Ánanias var úr Porkeri føddur út ímóti 1700. Soleiðis skrivaði Poul F. um Ánanias í 1924, í 4. bindi av Varðanum: „Eina ferð var Ánanias komin til Sumbýar í dans. Dansað bleiv í Laðangarði; so er sagt, at Tummas úr Hørg, Laðangarðsbóndin, skuldi yrkja táttin, meðan hann dansaði. Ánanias var eisini á gólvinum, tí sum siður var, ta ein táttur bleiv kvøðin fyrstu ferð, bleiv hann, ið yrkt varð um, lokkaður uppat dansa millum tveir sterkir menn, og mátti so dansa við, til kvøðið var at enda. Hvussu mikla fragd Ánanias hevur haft av hesum dansi, kann ein hvør, ið hoyrt hevur táttin, hugsa sær til.“ (bls. 110-111).
Men hví Ánanias varð skammfarin á hendan mátan? Ein maður sum ikki dugir „mansarbeiði“ kundi verið „álopin“ av einum hittinorðaðum táttaryrkjara. Tað vóru jú oftast persónar sum tóktust bera seg býttisliga ella vóru láturligir á onkran hátt sum yrkt varð um í einum tátti.
Sum fyrri helvtin av táttinum vísur, dugdi Ánanias ikki væl at virðismeta jørðina hjá mammuni og fekk stórmennisørska av at bera eina byrsu. Hann endar við at brenna sig sjálvan og mammuna. Alt gongur galið.
Samkyndur kærleiki í eldri skaldskapi
Lítið er skrivað um seinna helvtina av Ánaniasar tætti, men Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, helt ein áhugaverdan fyrilestur í 2012, um samkynd og samkyndleika í føroyskari bókmentasøgu, hvar Ánanias kemur við søgu. Fyrilesturin eitur Frá Ánaniasi til Brahmadellarnar: Tøgn og tala um samkynd í føroyskum bókmentum.
Turið sigur millum annað, at um vit skulu finna lýsingar av samkyndum kærleika í okkara gamla skaldskapi, mugu vit fara til tann fólksliga skaldskapin, tættirnar. Til dømis høvdu kappakvæðini ikki pláss fyri frávikum frá teimum verandi valdsmynstrunum fyri at kunna innihalda nakað sum ikki var loyvt at tosa um. Hóast kærleiki er at finna millum menn, so er talan um fostbrøðralag men ikki erotikk. Erotikkur millum kvinnur er heldur ikki at finna. (Sigurðardóttir, 2012).
Tað bar illa til at skriva ella tosa um okkurt, sum var hildið at vera synd, so var betri at tiga tað burtur ella at flenna at tí ókenda.
Keldur
Joensen, P. F. (1924). Nøkur orð um Ánaniasar tátt. Varðin, (4. bind), 110-111.
Sigurðardóttir, T. (31. juli 2012). Frá Ánaniasi til Brahmadellarnar: Tøgn og tala um samkynd í føroyskum bókmentum [fyrilestur]. Østrum. https://vimeo.com/47032202
Seinastu greinar
Tátturin varð skrivaður í 18. øld um Ánias ella Ánanias. Tað var Dr. Jakob Jakobsen, sum fekk hetta kvæði frá J. H. Schrøter yngra… Les meira »
Bókasavnið er stongt ólavsøkuaftan 28 juli ólavsøkudag 29. juli hósdag 30. juli Opið er aftur fríggjadag 31. juli. kl. 10-14… Les meira »