Rithøvundaprát og framsýning v/ Vónbjørt Vang

18. november 2024

Hósdagin 21. november. kl. 19-21, verður rithøvundaprát og framsýning v/ Vónbjørt Vang í samrøðu við Randi Ward, á Landsbókasavninum

Í sambandi við framsýningina, sum í løtuni hongur á Landsbókasavninum, verður boðið til eitt listaprát við Vónbjørt Vang, rithøvund og kollasjulistafólk.
Skrá:
• Upplestur við Vónbjørt Vang
• Tónlistarligt innslag
• Rithøvundurin greiður í samrøðu við yrkjara og týðara, Randi Ward, frá framsýningini og síni skrivi- og kollasjupraksis.
• Høvi verður at síggja framsýningina og seta spurningar.
Vónbjørt Vang (f. 1974) er rithøvundur og myndlistafólk.
Hon ger pappírskollasjur burturúr burturbeindum bókasavnstilfari, gomlum tíðarritum og funnum pappíri. Gjøgnum kollasjulist og skriving kannar hon, hvussu fragmentir úr eldri pappírstilfari og skiftmentan kunnu fáa nýggjar týdningar, tá tað verður sett saman í nýggjar samanhangir.
Vónbjørt fekk herfyri M. A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir fyri bókina Svørt orkidé.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Landsstýrismaðurin vitjað á Landsbókasavninum.

Øll skulu hava atgongd til bókasavnstænastur, tí bókasøvn eru ein mannarættur. Tað segði Annika Smith, landsbókavørður millum anna… Les meira »


21. mars 2025
Altjóða poesidagur og Downs syndrom dagur

Ein góð yrking kann kveikja nýggjar tankar, kann seta heimsins størstu spurningar í frásjón. Á einum bókasavni kann tað ve… Les meira »


21. mars 2025