Tíðindi
William Heinesen 125 ár
Í sambandi við at 125 ár eru liðin, síðani William Heinesen varð borin í heim, hevur Landsbókasavnið gjørt eina minnisframsýning. Í framsýningini ber m.a. til at síggja handritið Den yderste tid, ið er eitt handrit til eina skaldsøgu eftir William Heinesen. Skaldsøgan varð ongantíð útgivin, hóast hon er liðug, rættlisin og gjørd klár til útgávu. Handritið var í privatari ogn hjá einum bókasamlara í nógv ár, men í januar 2016 lat Mentamálaráðið Landsbókasavninum handritið í gávu. Upprunahandritið liggur frammi á føðingardegi Williams 15. januar 2025. Annars liggur eitt avrit av handritinum frammi.
Størsti parturin av handritunum eftir William Heinesen eru varðveidd á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn. Landsbókasavnið hevur ikki nógv upprunatilfar hjá Williami Heinesen og tí er handritið Den yderste tid eitt sera áhugavert og virðismikið handrit, ið bókasavnið varðveitir.
Umframt handritið ber til at síggja eina úrklipsbók, ið William Heinesen hevur gjørt: Scrap Book for W. Heinesen 1954-1970. Landsbókasavnið hevur lánt upprunaeintakið av úrklipsbókini. William hevur eisini gjørt eina aðra úrklipsbók: Scrap Book for W. Heinesen 1921-1953. Landsbókasavnið eigur avrit av báðum úrklipsbókunum, ið tit eru vælkomin at blaða í. Eisini er høvi at síggja eitt pappírsklipp, eina tekning, tónlistarverkið Listaskálakantatan og “blaðið” Aand og Lys.
William Heinesen var fjøllistamaður. Hann var fyrst og fremst skald og rithøvundur, men hann fekst eisini nógv við tónleik, pappírsklipp, myndlist og málningalist.
Tað gingu nógv ár, áðrenn William bleiv viðurkendur og góðtikin sum høvundur í Føroyum. Aðrastaðni í heiminum varð hann alment viðurkendur í fimmtiárunum og William hevur fingið nógvar bókmentaheiðurslønir fyri sín skaldskap. Hann bleiv eisini nevndur í sambandi við Nobelheiðurslønina fleiri ferðir.
Framsýningin er frá 13. januar til 24. januar 2025.
Seinastu greinar
Í sambandi við at 125 ár eru liðin, síðani William Heinesen varð borin í heim, hevur Landsbókasavnið gjørt eina minnisframsýning.… Les meira »
Vit byrja árið 2025 við einari yrking hjá Aski Skaalum Gregersen. Askur lesur í løtuni bókmentafrøði í Keypmannahavn. Hann hevur e… Les meira »