Í Hesti - fotoframsýning hjá Randi Ward, 26. jan. - 26. aug. 2025

01. februar 2025

Í mars 2009 flutti amerikanski rithøvundurin og fotografurin Randi Ward út í Hest og búði har seinastu seks mánaðirnar, ið hon dvøldi í Føroyum. Svart-hvítu fotomyndirnar á framsýningini í Hesti vórðu sostatt tiknar í hesum tíðarskeiðinum. Tær mæla ímóti teirri romantisku umrøðuni, sum fjølmiðlar og ferðavinna alt ov ofta nýta, tá ið tey skulu lýsa Føroyar og føroysku bygdirnar – t.e. sum ævintýrakend støð, har ið tíðin stendur í stað. Framsýningin kann síggjast í forhøllini á Landsbókiasavninum frá 26. januar til 26. august 2025. Og tað er - sum altíð - ókeypis atgongd.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

15 góðar

Tað er einaferð um árið, at ólavsøka er.. Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum… Les meira »


15. juli 2026
Danska Mediearkivet er opið aftur

Atgongd fæst á Landsbókasavninum og størru bókasøvnunum úti um landið. Les meira »


07. juli 2026