Hvør skal fáa lesaravirðislønina í ár?

01. februar 2025

Trý verk eru tilnevnd Lesaravirðislønina 2025. Nú ber til at atkvøða fyri, hvør vinnarin skal vera. Tey tilnevndu verkini eru: Sára Malena eftir Sólrun Michelsen, Vilstar røtur eftir Ingun Christensen og Lygn eftir Eyðun Klakstein. Vinningurin er 30.000 kr.

Í fjør settu Føroysku bókasøvnini nýggja bókmentavirðisløn á stovn. Vinnarin gjørdist Høgni Mohr við Saga JAM. Tað eru føroysk bókasøvn, sum í felag hava sett virðislønina á stovn. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.

Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Tú kanst atkvøða her: www.lesaravirðislønin.fo

Virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta.
Virðislønarupphæddin er 30.000 kr.

Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

15 góðar um talufrælsi

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Í apríl til mai er evn… Les meira »


16. apríl 2025
Vika 17: Fá, gev ella být um urtapottar - ókeypis

Frá týsdegnum 22. apríl og restina av vikuni er ókeypis urtapottmarknaður á Landsbókasavninum. Vika 17 er árliga vikan, har vit, m… Les meira »


14. apríl 2025