Føroysk bókasnið - 26. februar til 7. mars 2025

26. februar 2025

Framsýningin er gjørd í samstarvi við nýggja føroyska bókmentafestivalin, sum verður hildin í Føroyum frá 26. februar til 1. mars 2025.

Kom og uppliv eina øðrvísi bókaframsýning, har dentur er lagdur á bókasnið. Í framsýningini eru dømir og eitt úrval av føroyskum bókum.

Ein bók er meira og annað enn tað tekstliga innihaldið og talar til tínar sansir. Tak bókina í hondina og legg merki til snið, litir, tilfar, myndir, stødd o.a.

Í eini tíð, har talgildar bøkur vinna fram, er hetta eitt gott høvi at lata hugin reika og hugsa um hvørjar ítøkiligar eginleikar, ein pappírsbók hevur, og hvussu hon kann ávirka teg.

Framsýningin er gjørd í samstarvi við nýggja føroyska bókmentafestivalin, sum verður hildin í Føroyum frá 26. februar til 1. mars 2025. 

Framsýningin er opin frá 26. februar til 7. mars – tá Landsbókasavnið er opið.

Tað er - sum altíð - ókeypis atgongd.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

15 góðar um amerikanskan politikk

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá juni til juli er e… Les meira »


16. juni 2025
Yrkingin í juni

Yrkingin í junimánaða er eitt brot úr yrking eftir Sølva Næs Hoydal, sum stendur í Varðanum frá 2023. Umframt yrkingar ger Sølvi e… Les meira »


01. juni 2025