Vinnarin av ársins Lesaravirðisløn!

02. mars 2025

Bókin ”Lygn” hjá Eyðuni Klakstein hevur vunnið ársins Lesaravirðisløn hjá føroysku bókasøvnunum. Handanin verður á bókasavninum við Løkin mikudagin 5. mars.

Bókin ”Lygn” hjá Eyðuni Klakstein hevur vunnið ársins Lesaravirðisløn hjá føroysku bókasøvnunum.

Í allan februar mánaða hevur verið gjørligt at atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum.

Tey trý tilnevndu verkini í 2025 vóru ”Lygn” eftir Eyðun Klakstein, ”Sára Malena : seinasta gandakellingin í Føroyum” eftir Sólrún Michelsen og ”Vilstar røtur” eftir Ingun Christensen og vinnarin gjørdist ”Lygn”.

Mikudagin 5. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin, áljóðandi 30.000 kr, handað á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Øll eru hjartaliga vælkomin til handanina, har vit fara at fáa upplestur, tónleik og lítið ábit.

Á øðrum sinni verður Lesaravirðislønin latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvið at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

HandRit.fo letur upp av nýggjum

Kvæðahandrit & eldri bøkur. Dansir & dreymaleikir á 18. øld. Les meira »


08. apríl 2026
Yrkingin í apríl

Yrkingin í aprílmánaða er eitt brot úr yrkingini Tað var eitt hol sum hótti eftir Rebekku Petersen. Yrkingin stendur í Varðanum bd… Les meira »


01. apríl 2026