Lesaraviðislønin 2025

06. mars 2025

Mikudagin 5. mars varð Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Eyðuni Klakstein, fyri bókina "Lygn", á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

 Hetta er aðru ferð, at Lesaravirðislønin varð latin.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókaøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum. 

 

Her kanst tú lesa røðuna hjá Anniku Egholm, Býarbókavørði í Klaksvík, sum handaði Eyðuni Klakstein virðislønina.

 

Eg havi fingið tann heiður at handa lesaravirðislønina í ár. Hetta er á øðrum sinni at lesaravirðislønin verður latin.

Hendan virðislønin er ein møguleiki hja bókasøvnunum at heiðra føroyskar bókmentir og teimum føroysku útgávum, sum eru best umtóktar millum bókasavnslánarar.

Tað eru lesararnir, sum avgerða hvør fær heiðurslønini og seinasta mánaðin hava fólk kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar.
Vinnarin var avdúkaður 1. mars og er tað bókin Lygn hjá Eyðuni Klaksstein, sum hevur vunnið lesaravirðislønina.

Eyðun Klakstein er ein av okkara nýggju rithøvundum. Hann gav sína fyrstu skaldsøgu List út í 2021 og í 2023 kom Lygn. Bæði List og Lygd eru krimisøgur og í báðum bókunum eru somu høvuðspersónar, gallaríeigarin Jón Amos og stjórin á listasavninum Sára Emmudóttir.

Í bókini Lygn ferðast søgan um tvey brotsverk, eitt sum hendi fyri 20 árum síðani tá ein ung genta, ið var vinkona Sáru, doyði eftir at hava tikið ekstasy og í nútíðini, tá bróðir Sáru, Poli doyr eftir eina annars væleydnaða skurðviðger. Síðani verður fyrrverandi kona Jón Amos dripin og hann og Sára Emmudóttir royna at fáa greiðu á, hvat er hent.

Eyðkenni fyri nútíðar krimisøgur er ikki bert at viðgerða morðið ella morðini og uppklára tey, men eisini at taka atlit til viðurskifti í samfelagnum og tey persónligu viðurskiftini hjá høvuðspersónunum.
Soleiðis er eisini í krimisøgunum hjá Eyðuni vit hoyra  t.d. um hvussu politikkrar blada seg í smálutir, hvussu fjølmiðlanir arbeiða og hvat teir halda um miðlastuðulin, hvussu løgreglan arbeiðir,  hvussu føroyingar hóreiggja sær á sosialu miðlunum, hvussu tað er at kenna seg sum ein maður í kvinnukroppi, um føroyska listaheimin  - við øvund og klandri  og um tað er munur at vera málari ella listamálari, hvussu støðan hjá teimum á niðastu  rók er  - teimum heimleysu, hvussu tað er at vera turrlagdur alkoholikari og hvussu tað er at vera avvarandi til fólk við minnissjúku.

Eyðun er útbúgvi journalistur og hann dugir væl við málinum, málið er lætt og talumáli er gott og hann hevur nógvar góðar samaberingar og Jón Amos hevur mangar sera beinraknar, speiskar og skemtiligar viðmerkingar – sum t.d. tá Sára fær brævið aftaná at beiggin er deyður í brævinum stendur  ”Hann gjørdi tað ikki”, tá hugsar Jón Amos ”fýra orð uttan stavivillur ella kommafeil – tað er yvir miðal í føroyskari rættskriving, í øllum førum samanborið við tey, sum brúka seg á facebook”.  Ella tá hann hittir ein mann á eini barr, tá setur hann mannin inn í eina krossspipan har Barneby er x ásin og dansbandstónleikur er y- ásin og maðurin er ein prikkur ovast í høgra horni.

Eitt evnið sum kanska verður viðgjørt meira enn onnur í bókini er tónleikur, Jón Amos elskar tónleik - harðan metal tónleik og jazz, og vit hoyra stutt brot um onkrar tónleikarar, so sum Miles Davis og Billie Holiday. Sjálvur sigur Jón Amos at jazzur fyri hann er sum reyðmaðkurin – ” fruktagóð jørð elskar reyðmaðkar, tí teir syrgja fyri at væta og luft seta niður í moldina og gera hana betri”, so jazzur ger lívið betri.

Tað er ómetaliga týdningarmikið at hava bøkur á føroyskum, tí uttan føroyskar bøkur ber ikki til at lesa á føroyskum. Tá vit lesa føroyskar bøkur fáa vit innlit í føroyska samfelagið og hvussu ymiskir vit føroyingar eru og hugsa.
Hjá krimilesarunum er tað eisini áhugavert at krimisøgurnar ganga fyri seg í Havn og Saksun, í staðin fyri Stockholm og Kiruna.
Vit sleppa heldur ikki at lesa tílíkar samanberingar, ið vit lesa í Lygn í týddum bókum, sum hesar, tá Jón Amos skrollar á facebook og sær, at ein maður í Runavík bjóðar eina fløsku av Einars whisky í býti fyri ein glasfugl hjá Tróndi Paturssyni. Ella tá vit fáa at vita, at fyrr plagdi Feliks at vera tann, sum kom til tíðina, men hetta broyttist, tá hann hevði búð í Vestmanna í nøkur ár.

 Góði Eyðun hjartaliga til lukku við Lesaravirðislønini 2025 og eg vóni tú heldur fram at skriva.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Lesaraviðislønin 2025

Mikudagin 5. mars varð Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Eyðuni Klakstein, fyri bókina "Lygn", á Bókasavninum við… Les meira »


06. mars 2025
Starvslýsing

Hug at arbeiða við teksti, tónleiki og lestrarumhvørvi? Les meira »


04. mars 2025